Tuesday, September 13, 2011

Durita Dam sýnir fram í Smiðjuni



Vit hugdu inn á gólvið hjá Duritu Dam í Smiðjuni í Lítluvík, har hon hevur havt framsýning síðan fríggjadagin. Tað eru næstan trý ár síðan Durita sýndi verk síni fram í Smiðjuni seinast. Málningarnir, sum eru akryl á lørift, eru abstraktar endurspeglingar av huglagi og kenslum í gerandisdegnum uppi á Varða, har Durita býr og málar. Áður hevur hon sýnt fram á ólavsøkuframsýningum og á søluframsýningum ymsastaðni, eitt nú saman við “Fimm Feitum Flugum”. Framsýningin er opin mánadagin og týsdagin aftrat frá kl.10-18. Vit seta inn nakrar myndir frá framsýningini.















(KP)