Monday, September 12, 2011

Gunnar 70


Hvør tann, ið er so heppin at hava fingið eitt bræv frá honum veit, at hesin maðurin er føddur til at skriva. Hondskriftin er vøkur, sterk og jøvn uttan nakran slingur í valsinum og setningarnir tykjast vera komnir flúgvandi úr penninum uttan hvørki drál ella hóvasták. Hansara avrik sum rithøvundur er eyðsæð, "Undir suðurstjørnum" hevur longu fingið status sum nýklassikari og tað sama fer helst at henda við "Í havsins hjarta", tá ein tíð er liðin, ella tá landið er blivið land sum tað í heilum verður tikið til í síðstnevndu skaldsøgu. Gunnar Hoydal hevur umframt skaldsøgurnar avrikað eina rúgvu av greinum, týðingum, ritroyndum og sangum ikki um at tala. Hann hevur verið við alla staðni har arbeitt hevur verið fyri mentanini, eitt nú var hann fyrsti formaður í Listafólkasambandinum Lisa í fýrsunum, tá fá okkara vistu hvat eitt tílíkt kundi brúkast til. Hann hevur eisini verið formaður í Rithøvundafelagnum, limur í nevndini í Mentanargrunni Løgtingsins og so var hann eisini stýrisformaður í Listasavni Føroya, tá tað leikaði harðast á í listastríðnum. Eisini tá úttalaði hann seg djarvt og visionert við virðing fyri listarliga serkunnleikanum og megnaði at gera tað á sín egna stillisliga og kurteisliga hátt, dandandi spakuliga aftur og fram.

Sum skrivandi maður hevur Gunnar Hoydal ikki verið av tí heimsfjara slagnum, sum hevur sitið einsamallur innibyrgdur í einum fílabeinstorni og skrivað. Tann, sum lesur hansara tekstir, fær varhugan av einum sera sosialum hugsunarhátti, har tað eru "vit", sum síggja og uppliva og har sjónarhornið altso ofta er hjá fleiri persónum. Men Gunnar hevur í prinsippinum heldur ikki verið einsamallur, tí hann er tvíburi og vit ynskja eisini bróðuri hansara, Kjartani hjartaliga til lukku á sjeyti ára degnum.

Gunnar Hoydal hevur livað mitt í samfelagnum og ger tað enn. Hann er ein framúrskarandi mentanarmiðlari og tann, ið hevur gingið túr við honum niðri á Reyni gloymir tað ongantíð aftur. Sama er galdandi fyri hansara lýsingar av t.d. Magnus Dam Jacobsen, Williami Heinesen, Janusi Kamban og Ingálvi av Reyni, ið eru ógloymandi. Gunnar Hoydal kann í grundini sjálvur lýsast á sama hátt, sum hann eldhugaður plagar lýsa gomlu Havnina, húsini niðri á Reyni við klæðum á snórunum, kaffimunnum og døguraroyki. -Tað besta við hesum býarparti, sigur Gunnar, er, at hann er livandi og ikki nakar stívnaður savnsgripur. Tað sama kunnu vit siga um føðingardagsbarnið, sum vit heiðra í dag. Hann er livandi og hann livi leingi. Higani ynskja vit honum hjartaliga til lukku.


Nú mánakvøldið, 12. september kl. 19 á 70 ára føðingardegnum skipa Føroya Landsbókasavn og Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri kvøldsetu á Landsbóksavninum við talum, sangi, framsýning av handritum og bókum og framløgu og umrøðu av nýggjari útgávu í týðing eftir Gunnar Hoydal. Á kvøldsetuni fara Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, Jonhard Mikkelsen, lærari og útgevari, at greiða frá um skaldskapin hjá Gunnari. Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags, leggur fram nýggja útgávu av týðingini hjá Gunnari av klassikaranum Huckleberry Finn eftir Mark Twain og sigur nøkur orð um Gunnar sum týðara, og Jette Hoydal, studentaskúlalærari, umrøður skaldsøguna Huckleberry Finn og rithøvundan Mark Twain. Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Bernharður Wilkinson og Unn Paturson saman við tónleikarum fara at syngja sangir, sum Gunnar hevur gjørt orð til. Í steðginum miðskeiðis í kvøldsetuni verður borðreitt við drekka, køkum og frukt. Kvøldsetan er almenn, og øll eru vælkomin.