NÚ hósdagin verður avdúkað hvør fær ársins emmur. Tað er rithøvundurin, bókavørðurin, lærarin og mentamaðurin Mads Andrias Jacobsen, sum leggur navn til virðislønirnar, sum Tórshavnar Kommuna letur á hvørjum ári og
tit kunnu kalla meg Mass um ársins virðislønarvinnarar ikki eita Sólrun Michelsen, Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir fyri ávikavíst stuttsøgusavnið "Rottan" og fyrsta bind av teirri nýggju stóru bókmentasøguni. Tað veri teimum hjartans væl unt, um so verður og vit rokna sjálvandi eisini við, at vit sjálvar verða heiðraðar fyri Listabloggin (forstandi meg ikki uppá, at tey enn ikki hava ringt, telefonin liggur her á borðinum púra klár og eg havi ringt til mín sjálva fleiri ferðir fyri at kekka um nakað bagir, men hon riggar altso). Harumframt hevur Sissal Kampmann í denn grad uppiborið virðislønina fyri hennara fína debutsavn "Ravnar á ljóðleysum flogi". Tvær barnabókmentaheiðurslønir verða latnar og tær kundu t.d. farið til Veiða vind verkætlanina (Janus á Húsagarði og Rakel Helmsdal) og ta nýggju Ævintýrarferðina hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø. Forrestin eru ætlanir frammi um at seta á stovn eina norðurlendska barnabókavirðisløn og tað er uppá tíðina. Virðislønarhandanin er almenn og go
ngur fyri seg í Mullers Pakkhúsi í Havn hósdagin 22.september klokkan 17. Limir í nevnd M.A.Jacobsens eru: Rigmor Dam, Erling Isholm og Jákup Jacobsen vald av býráðnum. Hini eru Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin Svend Højgaard.
MA! Tað er spennandi!!!
PS: Í veruleikanum verða bert 3 virðislønir latnar í ár, bara ein barna og eingin føgur bókmenta fær virðisløn og tað er løgið...
http://www.snar.fo/alfroei/alfroei/rithoevundar/jacobsen_m_a/
http://listinblog.blogspot.com/2011/06/rottukattar-in-mente.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/04/ein-sterk-nyggj-yrkjarardd.html
http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=3076
http://www.information.dk/279453