Oddfríður Marni Rasmussen:
Hvat skal ein politikari lova einum listafólki, um hann ætlar sær atkvøðuna hjá tí?
Hesin spurningur er ógvuliga áhugaverdur og kanska eisini alt ov sjáldan spurdur. Áhugavert hevði verið at vitað, hvat ein, ið stillar upp til løgtingsvalið 2011 kann lova einum listafólki, at hesin fer at arbeiða hart fyri, um eitt listafólk skal atkvøða fyri honum ella henni til løgtingsvalið.
Ongi hagtøl eru, ið vísa á, hvussu korini hjá listafólkum eru. Vit vita ikki við vissu, hvussu livikorini hjá listafólkum eru, men við teimum marknaðar- og stuðulsmøguleikum, sum eru í Føroyum, so ber skjótt til at rokna út, at vit listafólk forvinna okkum ikki nóg nógvar pengar til at keypa ger í deiggið, skulu vit burturav starvast við at skapa.
Heldur ongin hevur granskað, hvussu tað ber til, at vit, hóast vánaligar umstøður, eru so nógv listafólk í illa mannaðu Føroyum samanborið við fólkaríkari lond.
Listafólkini eru hetta gráa deiggið í samfelagnum, sum ongin vil kennast við, men sum skal dragast fram og rósast hvørja ferð ein politikari fær útlendskar lýs á vitjan.
Eitt listafólk í Føroyum er eitt menniskja, sum livir undir hungursmarkinum, um tað bara hevur listina sum inntøkugrundarlag. Listafólk eru hesi fólkini, sum øll eru so ófantaliga stolt av, hvørja ferð tey vinna eina heiðursløn (helst útlendska). Listafólk eru hesi fólkini, sum vit eru so ótrúliga góð við, tí at nógv teirra duga so væl at skriva tað, sum onnur hugsa, og onnur duga so ómetaliga væl at mála tað, sum vit fegin vilja hava á veggin, og nøkur duga so grúiliga væl at gera tónleik og syngja, tað sum okkum dámar. Vit hava so nógv góð og fjøltáttað listafólk, ið vit kunnu verða so óbendiliga stolt av, og tí verður lívið so nógv ríkari hjá øllum føroyingum. Men hesi somu listafólkini skulu ikki hava møguleika at liva av síni list, og tá ið tey ikki kunnu liva av síni list, kunnu tey heldur ikki skapa sína list í friði og náðum.
Onki listafólk livir av heimamarknaðinum eina. Bókmentirnar eru mestsum læstar inni í Føroyum, tí at ringt er at fáa bøkurnar týddar og givnar út á einum øðrum máli. Her hómast ein glotti, men hesin glotti er ikki farin at skína av politiskum áðum, heldur av góðgerðarfólki, ið neyvan forvinna sær tey nógvu oyruni fyri sítt arbeiði. Hin listin, ið tosar alheimsmál, hevur tað heldur ikki lætt. Avgjøld og tollur eru stórar forðingar fyri listamálarar, ið skulu flyta verk úr landinum.
Virðingin fyri listafólkum er stór millum fólk. Fólk skilja væl, at avrikini hjá listafólkum standa á hillum í føroyskum heimum, verða løgd í fløguspælarar, hanga á veggjum í føroyskum heimum, men hvussu nógv geva sær far um, at tað er ikki bara listafólkið, sum er høvuðsmaður handan verkið. Har eru ótrúliga nógv onnur fólk, sum eisini hava sítt arbeiði, og sum gera so, at listaverkið kemur til ein, ið kann njóta tað. Ongin hevur granskað, hvussu nógv ársverk eru, frá tí, at eitt listafólk fær stuðul til at skapa eitt listaverk og til ein ella fleiri persónar taka ímóti tí.
Øll velja eftir síni politisku sannføring. Øll vilja hava sítt fólk á Ting. Øll, sum stilla upp í politikki vilja sleppa inn á Ting, og øll, sum stilla upp vilja lova, at tey fara at gera sítt til at fáa síni sjónarmið ígjøgnum á Tingi. Skuldi onkur dyrgt eftir mínari atkvøðu, skuldi hesin politikarin lova mær:
· at Tjóðpallur Føroya verður bygdur innan fýra ár.
· at hann fer at seta á stovn eina lønartrygd til listafólk, ið kann tryggja eini 15 til 20 listafólkum eina lønartrygd (skapanartrygd) á 19.000 krónur um mánaðin.
· at hann fer at avtaka mvg-ið á atgongumerkjum til listarlig tiltøk.
· at hann fer at stovna eina listaútbúgving undir Fróðskaparsetrinum.
· at hann fer at stovna eina útflutningsdeild fyri føroyska list undir Vinnumálaráðnum, ið skal syrgja fyri, at føroysk list kemur út um sjómarkið.
· at hann fer at keypa ein bygning til listarlig verkstøð, so sum atelier, venjingarhøli, framsýningarhøli v. m., ið kann skapt eitt umhvørvi fyri listafólk.
Eg veit væl, at tað, sum ein einstakur politikari lovar fyri valið, ikki er lætt at seta í verk, tá ið hann vaknar upp til ein politiskan veruleika, har hann skal samráa seg fram til semjur og harvið selja nøkur av sínum vallyftum fyri at sleppa við, har avgerðirnar verða tiknar. Vanligt er, at alt endar í fiskapráti. Minnist bara til, at fiskur selur ikki list. List selur fisk. Vanligt er, at prátið endar við at snúgva seg um, at fáa fólk, sum búgva her at støðast, og tey, sum ikki búgva her at koma heim at støðast, men tey støðast ikki um listin ikki hevur kor til at virka uttan høft.
Skal ein politikari fáa mína (eg ivist ikki í, at nógv onnur listafólk eru samd við meg) atkvøðu, so skal hann lova mær at arbeiða fyri punktunum omanfyri.
Sum sagt, so eru vit nógv listafólk í Føroyum – so nógv, at vit kunnu, ið hvussu so er, velja knøpp tvey fólk á Ting, men tað krevur, at vit standa saman um eitt valevni, ið vil arbeiða fyri betri korum hjá listafólkum. Higartil havi eg ikki hoyrt nógvar politikarar tikið listina upp á tungu.
Oddfríður Marni Rasmussen
Formaður í Listafólkasambandi Føroya