Frá miðøldini brúkti kirkjan myndir sum maktmiðil óansæð um talan var um undirhald, upplýsing og sum ræðumyndir av fananum í helviti, alt samalt fyri at varðveita makt yvir meinigheitina og hetta helt á í nógv hundrað ár. Thomas Kingo var kongaligt hovsálmaskald, hvørs boðskapur um heimsins fáfongd og um, at verðsligt ríkidømi einki verandi virði hevði, hóskaði tíðini og maktini so sera væl. Tá tað nú er lættari hjá einum kameli at sleppa gjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at sleppa í himmalin, ja so er bara um hjá teimum fátøku at vera tolin og gleða seg til tann eina tá tá tey doyggja. Økt upplýsing og frælsi úrslitar í kritiskari, meira beinleiðis politiskari list, sum finst at maktini ella verandi samfelagsstøðu. Fotomontasjan hjá Marinus Jacob Kjeldgaard niðast her á blogginum er t.d. kritisk mótvegis Hitler og varð longu prentað í einum fronskum blaði í 1940. Annars vóru júst nazistarnir sum kunnugt dugnaligir propagandistar, sum rættiliga tíðliga ásannaðu hvussu stóran týdning myndir hava, tá tað ræður um at ávirka almannahugsanina.
Men meðan plakatin hjá Hitlerjugend er lutfalsliga eintýðug, kann politiska samtíðarlistin tykjast fleirtýðugari og meira óbeinleiðis, t.d. myndin "Flaggstong" hjá Mariusi Olsen og "Hjólveldi" hjá Tóroddi Poulsen. "HomoFObia" og "Noy" eru dømi um myndir, sum beinleiðis fyrihalda seg til eitt ávíst samfelagsmál.
Tað er helst orsakað av okkara ríkisrættarligu støðu og søgu, at nógv av politisku listini er tjóðskaparlig av áskoðan, men eisini hava vit frá sjeytiárunum og fram til í dag, nógv dømi um vinstravenda list, við boðskapi móti t.d. kjarnorku, kríggi og einaveldisharrum og fyri javnrætti. Lesarar eru vælkomnir at vísa okkum á dømi um føroyska politiska list. Sendið meyl til listinblog@gmail.com
Goya: Ræðuliga kríggið 1810
Marius Olsen: Landslag við flaggstong 1994
Tóroddur Poulsen: Hjólveldi 2005
Edward Fuglø: The promised land 2005
Tóroddur Poulsen: Loysing ella samband 2011
Marinus Jacob Kjeldgaard: Hansara síðsti viðhaldsmaður 1940