Í dag fekk Tóroddur Poulsen Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkingarsavnið Útsýni. Vit ynskja honum hjartaliga tillukku. Savnið er ummælt her http://listinblog.blogspot.com/2010/06/utsyni-til-summarfri.html Seyðamyndina omanfyri gjørdi Fríða Matras Brekku, meðan Tóroddur gjørdi orðahegnið.
SUNNUDAGUR
taki kirkjuna upp úr lummanum
leggi hana at eyganum
har er hálvfult av fólki
prestur er liðugur at biðja
og nú er sálmasongur at hoyra
og eg syngi við
og nú hyggur alt kirkjufólkið móti tí vindeyganum
sum eg hyggi ígjøgnum
og so kemur deknurin út
og hann spyr meg
um eg ikki komi við inn at syngja
tí eg havi so góða rødd
men so sigi eg at eg passi ikki inn
og hann svarar
at tað skal eg ikki leggja so nógv í
so leingi eg bara kann fáa røddina inn
og so fer røddin hjá mær í kirkju
og eg standi tigandi eftir við kirkjuni í hondini