Saturday, September 4, 2010

Villy í Føroyum


Ein maður er settur í eitt landslag. Tað er Villy í Føroyum. Villy er í tropuhjálmi hevur vápnað seg við einum flugusláara. Tá Villy hevur vitjað í teimum heitu londunum hevur verið neyðugt við tyngri vápnum, men tað er bert ein lítið petti av søguni, bert eitt lítið petti av myndini. Litografiið “Villy på Færøerne” eftir Peter Carlsen peikar í nógvar ættir og hættirnir at lesa myndina eru óendaligir – “einki er galdandi longur”, sigur listamaðurin.

Eins og listamaðurin sjálvur ger sær sínar reglur at gera myndina eftir, so mugu vit eisini gera okkara egnu reglur um, hvussu vit vilja lesa myndina. Men tá vit ikki longur hava nøkur felags virði, ber heldur ikki til at seta felags reglur um, hvussu vit skulu hyggja eftir myndini. Vit lesa myndina í brotum, summi síggja okkurt og onnur okkurt annað og tað er eisini í fínasta lagi. Vit kunnu ikki siga við somu vissu, sum vit kundu fyri 100 árum síðani, at okkurt er betri enn annað. Eftir stendur ein ørgrynna av eygleiðingum, sum ikki kunnu setast í nakra skilagóða raðfylgju, men kortini ber til at royna at skipa eygleiðingarnar og leggja tær í ymiskar kassar.

Eg havi valt tríggjar kassar, av teimum mongu, sum listasøgan hevur at bjóða.

Tann fyrsti er tann biografiski ella kanska skuldi man nevnt hann tann sálarfrøðisligi kassin. Í hesum kassa fáa vit nøkta okkara hug at læra okkurt um listamannin og um stórslignu menniskjanátúruna. Villy er ein skabningur, sum ofta sæst í verkunum hjá Peter Carlsen. Smáar søgur eru knýttar at Villy, og vit halda hann vera forbannað skrappan. Hann hevur roynt alt og veit, hvussu heimurin er skrúvaður saman. Villy hevur sama andlitsbrá sum listamaðurin sjálvur, og tað merkir helst, at vit verða eitt lítið sindur forvitin, uttan so, at vit eru púrasta - og meiri enn vanliga - líkaglað við lummasálarfrøði.

“Lat meg siga beinanvegin, at áhugin fyri mær sjálvur, tók seg upp longu tá eg var smádrongur”, sigur Peter Carlsen eini myndaskrá. “Stutt eftir fekk eg eisini hug at mála. Áhugin fyri mær sjálvum er enn sera stórur, hvør hundin eri eg, so tað mesta av míni tíð fer til at finna fram til, hvar eg eri, og hvaðani mín heimur veksur. Og eg máli meg sjálvan, tí soleiðis finni eg út av tí. Hvar eri eg, mítt øki, mín heimur?”

Tey flestu hava helst sama áhuga fyri listamanninum, sum hann sjálvur. Eins og Villy fylgir væl við í vikubløðunum, hvussu tey kendu liva, so munnu vit eisini brúka okkara vitan um menniskja, tá vit hyggja eftir myndum.

Tað er greitt, at “Villy på Færøerne” nemur við okkara áhuga fyri menniskjanum, fyri tí privata og tí imtima, men vit mugu skjótt staðfesta, at hetta er í einum ironiskum ljósi.Villy er ikki Peter Carslen, skapningurin er framkomin mestsum av tilvild, tá listamaðurin fór at mála nøkur fotografiir, sum høvdu ligið í eini skuffu í nøkur ár. Villy sigur okkum sostætt ikki nakað um listamannin. Hinvegin sigur hesin skabningurin okkum, at tað er eins ógjørligt at fáa eina felagsfatan av okkara innastu virðum, sum tað er fáa felagsfatan av samfelagsins virðum.

Sjálvur sigur Peter Carlsen, at hann yvirhøvur onga ætlan hevur um, at hetta snýr seg um hann sjálvan. Hansara andlitsbrá eru har, men hann roynir ikki at varpa síni persónligu ynskir og hvat annars bylgist í hansara vanliga kroppi, til allan heimin. Hann heldur, at tað í dagt er ógjørligt at lýsa tað privata í myndlistini, og tí mugu vit bara góðtaka, tað ber ikki serliga væl til at lesa “Villy på Færøerne” við sálarfrøðisligum brillum. Gamaní er hansara andlitsbrá næstan komiskt álvarsamt og hátíðarligt, men hann ger seg bara til, har er ikki lykilin at skilja tann djúpa sálarfrøðisliga sannleikan um menniskja. Kanska kunnu vit í myndini lesa okkurt um okkara egna privata og kensluliga heim, men hetta sigur okkum ikki nakað um sjálva myndina. Kanska er tað bara okkara egna tráan eftri at knýta okkum persónligt til listaverkið, okkara krav um, at listin skal svara lívsins stóru spurningum, sum fyllir tómleikan og gevur myndini meining – ikki myndin sjálv.

Vit kunnu nevna annan kassan fyri tann stílistiska. Vit kunnu velja at lesa myndina út frá stíleyðkennum, sum vit halda okkum kenna aftaur og út frá okkara heildarfatan av formunum.. Kanska kenna vit okkurt aftur frá ti abstrakta málninginum, soleiðis sum litirnir er lagdir í einfaldar flatar. Kanska kenna vit okkur afturt úr tí føroysku landslagssiðvenjuni, soleiðis sum landslagið er víst við kenslubornum strokum. Kanska kenna vit okkurt aftur úr politisku plakatalistini, soleiðis sum myndin er bygd upp. Kanska kenna vit okkurt aftur úr romantikkinum soleiðis sum Villy er lýstur, sum ein hetja og kanska kenna vit í tekningini okkurt aftur úr klassisku listini. Ella kanska einki av hesum, tí myndin sjálv hvørki váttar ella avsannar nakað við sínum innihaldi. Ti er ein samanstoytur millum tað, sum vit halda okkum síggja og myndina sjálva.

Tá Peter Carlsen dregur útrykk fram úr list frá farnari tið og speglar tey í okkara tíð ella sum hann sjálvur sigur “mimer en svunden tids stil på bedste postmoderne facon, vil det uværgeligt pege på nogle modsætningsforhold.”

Um vit til dømis knýta “Villy på Færøerne” til søgumálningarnar, er púra greitt, at tað ber ikki til í dag at fáa eina mynd at lýsa sama autoritet og felagsfatan av summum samfelagsligum idealum, sum tað bar til í 1800-talinum. Hetta ber ikki til í dag. Vit kunnu gott siga, at myndin vísir frælsisynskini úr farnari tíð, men innihaldið er á einum heilt øðrum stigi. Hóast patos hómast á tí formliga planinum, ber ikki longur til at arbeiða við tí slagnum av patos, sum bjóðar seg fram, transsenderar og dregur fólk við, sum ikki frammanundan eru bergtikin. Hetta gerst ongantíð romantikkur, sum í 1800-talinum.

“Tá tú brúkar nútíðar virði saman við patos ella í romantiskum høpi, avdúka tey seg sjálvi sum banal og lokal, ja kanska sum tóman retorikk”, sigur Peter Carlsen. “ Tess meiri patos verður lagt á formin, tess meiri verður innihaldið uppetið innanifrá. Ikki tí at eg hugsaði, at eg vil skapa list uttan innihald, tí tað haldi eg ikki at eg geri. Men innihaldið sæst kanska á onkrum meta-stigi, har sjálvir samanbrestirnir geva sjálvt innihaldið. Gjógvin millum stíl og evni.”

Tær stílistisku eygleiðingar, sum vit gera okkum, tá vit hyggja eftir “Villy på Færøerne”, møta sostatt mótstøðu. Vit mugu viðurkenna, at í forminum er eitt slag av tómleika, at úttrykk frá farnari tíð ikki kunnu merkja tað sama í dag, og at lítið nýtt er at finna í samtíðini, tá vit hugsa um tað sum liggur í forminum. Tí hóast vit seinastu tjúgu árini hava sæð ørgrynnu av nýggjjum hættum at gera list, so verður í roynd og veru ikki gjørt nakað nýtt.

“Hetta skiftir fimta hvørt ár”, heldur Peter Carlsen. “Tú heldur, at nú hevur tú fingið eitt nýtt og spennandi hugskot, men tað er bara tí tú ikki tímir at útbúgva teg og ikki tímir at kanna, hvat onnur hava gjørt.”

Kortini kunnu vit ikki beinanvegin tveita lokið á tann stílistiska kassan, tí kanska er formurin – tá samanum kemur – tað týdningarmesta. At hyggja eftir riggar “Villy på Færøerne” sjáldsama væl. Tað svitast ikki, at vit vera bergtikin av, hvat formur og litir kunnu gera – og tað er vert at leggja sær í geyma. Í hesi upplivingini at møta listini og gerast bilsin yvir, hvat listin dugur, veksur møguleikin at uppliva annað enn tómleika, nevnliga møguleikin fyri onkrum týðandi – kanska stórbæri.

Seinasta kassan kunnu vit kalla tann sosiologiska. Síðani renesansuna hava vit sæð listina, sum eitt slag av konsentrati av øllum tí sum er í samfelagnum. Tess meiri djúptøki, tess meiri týðandi tað er, sum eitt listaverk sigur okkum um sína samtíð og tað samfelag, har verkið er skapað, tess betri er listaverkið. Tí hyggja vit ikki bara eftir “Villy på Færøerne” í einum estetiskum høpi, men vit síggja eisini myndina, sum ein part av eini størri hugmyndarligari, politiskari og búskaparligari eind. Men um myndina skal kunna siga okkum, hvat er týðandi í okkar tíð og finna tað týdningarmesta í okkara samfelag, so krevst at tað er okkurt, sum er týðandi.

At býta alt upp í tað týðandi og tað týdningarleysa, kjarnin og tað perifera, er ógjørligt í dag, heldur Peter Carlsen. Vit hava ikki longur nakra virðisraðfylgju, sum vit kunnu vera felags um. “Okkara virði og tað, sum framburðsfloksfólkini í íbúðini hinumegin vegin tosa um, eru so langt frá hvørjum øðrum, sum tey kunnu.”

Hesin háttur at skilja list, hoyrir heima í eini aðrari tíð og einum øðrum samfelag, har listin hevði ein annan leiklut.

“Um vit tvíhalda um hesa listáskoðan, verður tað eitt keðiligt og innantómt lív at vera listafólk, kanska at vera til, í hvussu so er at hyggja eftir list,” sigur Peter Carlsen.

Har er sostatt eingin meining í og tú finnur einki innihald í at royna at hyggja eftir “Villy på Færøerne”, sum eitt konsentrat av okkara samfelag. Men um vit royna at síggja, at listin í dag er nakað annað enn hon var, royna at viðurkenna, at listaverkið ikki umboðar eina heila mentan og síggja tað sum eina blanding av nútíðar tendensum, so kunnu vit kanska kortini síggja myndina, sum eitt symptom upp á sína tíð. Kanska ber júst til at síggja, at vit ikki longur hava nøkur felags virði, at vit liva í eini tíð, har samfelagið slitnar í kongunum og mentanin er í upploysn.

Kanska ber til at síggja, at Villy og vit onnur liva, sum rómverjarnir í ár 300 og vita einki um, at 150 ár seinni er teirra mentan knúst og horvin. Ja, kanska kunnu vit lesa, at okkara mentan er um at hvørva ella – í hvussu so er – at listamaðurin heldur tað.

“Villy på Færøerne” er ein mynd av einum manni í einum landslagi. Maðurin hevjar høgru hond, har hann heldur einum flugusláara, sum tykist vera eitt týðandi hátthevjað objekt, sum kann siga nakað avgerandi um listina, um okkara tíð, okkara samfelag og um okkum sjálvi. Vit fáa varðhugan av, at vit eru um finna kjarnin í øllum, men so er upploysnin har, tvídrátturin, tað margskilta, speirekandi refleksjónin, spælið millum tað álvarsama og tað stuttliga, og vit mugu bara viðurkenna, at listin ikki kann geva hesa einføldu nøktan. So royna vit at flokka og leggja í kassar, men læra bert, at royndirnar at leggja skil inn í listian, eru til fánýtis. Listin snýr sær undan og tømir sítt egna innihald.

Hendan framsýning er tískil ikki eina roynd at vísa meiningin í listini hjá Peter Carlsen. Hinvegin er hendan framsýning gjørd í djúpari virðing fyri øllum tí, sum Peter Carlsen dugir. Í virðing fyri hansara framúrskarandi evnum sum listamaður og fyri tann týdning hann hevur, sum eitt av teimum størstu listafólkum í okkara tíð.



I only paint what I feel – framsýning við verkum eftir Peter Carlsen

Peter Carlsen er eitt af listafólkunum, sum seinastu 10 árini javnan hevur arbeitt á Grafiska Verkstaði Føroya. Hetta hevur ikki bara havt við sær eina stóra grafiska framleiðslu við nógvum og góðum verkum. Harumframt hevur hetta merkt, at hann hevur sett sín dám á føroyska list hesi árini. Tí hava vit leingi ynskt at gera eina framsýning við verkum hjá Peter Carlsen. Framsýningin umboðar bæði verk, sum hann hevur skapað í Steinprenti og standmyndir, sum ikki áður eru sæddar her á landi. Á framsýningini, sum er kuraterað av listfrøðinginum Inger Smærup Sørensen, verður listin hjá Peter Carlsens skoðað út frá eini mongd av ymsum kontekstum. Listin hjá Peter Carlsens inniheldur nevniliga so ótrúliga nógv løg og hetta letur upp fyri, at verkini kunnu lesast á serstakliga ymiskan hátt.

Framsýningin letur upp leygardagin 4. september og er opin til leygardagin 2. oktobur. Øll eru vælkomin.

(IS)