Thursday, September 2, 2010

Almennar prýðingar: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir




Seinastu árini eru fleiri stórar almennar prýðingsuppgávur framdar í sambandi við alment byggjarí. Eitt av mest væleydnaðu dømunum er prýðingin hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir av skúladeplinum í Hovi. Fleiri orsøkir eru til, at prýðingin riggar. Fyri tað fyrsta, tí at estetiska góðskan er í lagið og so er prýðingin væl gjøgnumhugsað í mun til byggilistina og harumframt er ein listalig dýpd, ið lyftir verkini. Tað er altso ikki bert ein prýðing, sum er sambært einum ávísum ráki í einum ávísum tíðarskeiði, men list, sum hevur betri haldføri og sum eigur í sær møguleikan t.d. at lata upp fyri eini menning ella eini víðkan av okkara vitsku, fyri at skapa nýggj mál og viðgera umheimin á intensan hátt.

Vit vísa her eina røð av myndum frá prýðingini hjá Aggi av skúladeplinum í Hovi saman við eini frágreiðing frá listakvinnuni um verkætlanina. Listaverkini verða víst bæði saman og eitt og eitt. Tað er nevniliga ein umráðandi partur av listaliga hugskotinum í prýðingini, at listaverkini bæði skulu kunnu klára seg einsamøll, men eisini skulu kunna vera móttakilig fyri at samskifta við hini verkini, sum tey verða sett saman við. Á henda hátt eru verkini í einum ævigum spæli við hvørt annað samstundis sum tey varðveita teirra egna integritet. Tó, at fotomyndirnar hjá Inga Sørensen eru góðar, er kompleksu viðurskiftini millum einstaka verkið og heildina torfør at endurgeva fotografiskt, so tí viðmæla vit øllum at síggja myndprýðingina við egnum eygum.

Anker Mortensen og Guðrið Poulsen hava eisini myndprýtt hvønn sín part av skúladeplinum í Hovi. Teirra verk fáa vit vónandi høvi at viðgera seinni.
(IS)

                                      


Listaverkini í Hovi

Hetta var ein sera áhugaverd uppgáva og ein stór avbjóðing, tá íð Árni Winther, arkitektur bað meg um at vera við at myndprýða nýggja skúladepilin í Hovi.

Skúladepilin í Hovi er í sær sjálvum ein arkitektonisk listaperla, sum sæð í sær sjálvum gjørdi uppgávuna sera spennandi; eisini serstakliga fyri meg sum listafólk at fáa høvi at arbeiða í tøttum samstarvi við arkitektar er fyri meg ein sonn dreymauppgáva har rúmið og listin ganga upp í eina hægri eind.

Míni verk

Eg havi gjørt 36 verk til skúladepilin í Hovi og tey hava øll fingið ymisk heiti, øll hava sína søgu, hetta eru hugleiðingar um bæði fortíð, nútíð og framtíð - ein lívsferð við passión, so at siga.

Í fyrstu syftu sá eg skúlan og tók støði í sjálvum skúlanum sum heild. Eg tók støði í rúminum, eg skuldi myndprýða, í tilfarinum: betong, træ, metal, glas og litinum, inventarinum og minimalistiska dáminum. Skúlin hevur útsýni til Hov, og tað at glasið var við síðuna av sterku náttúruni fekk stóran týdning fyri mína palett, eins og bókasavnið hinumegin gav hugleiðingar um filosofina og dreymarnar. Og frammanfyri tað centrala rúmið, sum verður brúkt dagliga bæði í arbeiðshøpi og til hugnaløtur. Ein akustikveggur tók 2/3 av veggjaplássinum, og valdi eg tí at intgrera sjálvan veggin inn í verkið sum ein nátturlig eind, tí fekk hvørt verk mátini 48 cm x 48 cm (hetta er kubistisk kvadratisk mát) MDF plátur 6mm, sum tá tú hyggur frá síðuni inn á myndirnar skal virka, sum tær eru klistraður uppá veggin.

Myndirnar hvør í sær hava sína egnu søgu. Eg havi eisini havt íblástur frá tíðini eg sjálv gekk á miðnámsskúla, hvat eg sjálv var upptikin av, heilt frá William Heinesen til Jim Morrison og annars upp til í dag við góðum og skelkandi filmum og bókum, sum hava sett síni spor. Tónleikur og kvadratiska mátið hjá myndunum, er íblást av øllum teimum fantastisku LP- húsunum, sum man helt í hondunum og sum man át við eygunum, meðan man hoyrdi tónleikin. Hetta er ein farin tí og saknur er í teimum. Eg eri enn í dag rættuliga bergtikin av teimum - sostatt spegla myndirnar í Hovi eina lívsleið, har eitt lív flytir seg, mennist og reflekterar yvir fortíðina og er droymandi um framtíðina.

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir