Var fyrsta menniskja myndlistafólk?
Í einum av tekstum sínum sigur Barnett Newman, ”at fyrsta rópið var ein sangur. Tá fyrsta menniskja vendi sær til grannan var tað við einum rópi av megi og hátiðarligum máttloysi, og ikke fyri at biðja um vatn at drekka”
Hvør er drívandi megin til at fáast við myndlist?
Tað gevur ikki meterialistisk ríkidømi, so argumentatiónin fyri at fara í holt við hetta yrki má vera ein heilt onnur.
Summi siga, at myndlistin er eitt slag av kommunikatíon. Eg veit ikki um tað er rætt. Myndlistin kommunikerar ikke við nakran í skapandi løtuni, tí myndlistafólkið er einasta menniska, íð er til staðar tá. Kommunikation krevur meira enn eitt fólk. Listaverkið skal framsýnast fyri øðrum, um ætlanin við tí er kommunikation, og er tað tá bert bindingarliður ímullum myndlistafólkið og áskoðaran.
Hevur listaverkið ikki rætt til at vera til, um tað ikki er fyri at kommunikere? Er nøkur meining við tí, um tað ongantíð verður sæð av øðrum enn listafólkinum, sum skapaði tað, og tað í allar ævir verður goymt burtur á vinnustovuni?
Í okkara dyrkan av tí materialistiska er rættur listaverksins einans galdandi, um tað er til fyri onnur enn listafólkið, íð skapaði tað. Listaverkið skal geva vinning. Myndlistafólkið skal hava inntøku av tí, annars er tað ikki gott listaverk og hevur ongan rætt til at vera til. Verkætlanin hjá myndlistafólkinum er, at skapa eina ímynd av tí fullkomna, og mátturin er ein longsul og ein tráan eftir at útfylla eitt tómrúm, og ikki ein trongd til at gera seg skilligan, ella at kommunikera við nakran gjøgnum listaverkið.
“Guðs ímynd, og ikki leirkrukkan, var fyrsta handaverkið menniskjans. Tað er materialistiska forfallið, sum í nútíðar antropologi, letur okkum halda, at frummenniskja framleiddi leirkrukkur áðrenn tað gjørdi skulpturar. Leirkrukkuframleiðsla er eitt úrslitt av siðmenningini. Myndlistaliga skapanin er persónligi føðirættur menniskjans.”
(Barnett Newman, Selected Writings and Interviews)
Hansina Iversen
Tá vit møta listini í gallaríum, listasavnum og í almenna rúminum, er hon sett inn í onnur høpi enn har, hon upprunaliga varð skapað. Hesi nýggju umhvørvini geva listaverkinum nýggj virði og nýggjar týdningar, men tey taka eisini okkurt. Tey taka sjálva kensluna av skapanartilgongdini og kensluna av sambandinum millum listafólk og verk og so taka tey nýggju umhvørvini eisini tann serliga og ógreinandi gandin, sum hendir í atelierinum í broytingini frá tilfari til list.
Tí fara vit í eini nýggjari røð at sýna fram myndir frá atelierinum hjá ymiskum listafólkum. Uttan so nógv orð, lata vit tað upp til myndirnar at siga teirra egnu søgur og harvið lata upp nýggjar inngongdir til listaverkini.
(IS)