Fotoframsýningin hjá Helgu C. Thejlgaard, Danmark, letur upp í Norðurlandahúsinum:
Leygardagin 11. september 2010 kl. 15.00
Hon er fødd 1976, er myndlistakvinna, sum arbeiðir við grundarlagi í ljósmyndum. Hon er útlærd sum fotografur hjá Rigmor Mydtskov í 2003 og fra Danmarks Fotografiske Billedkunstkole Fatamorgana í 2004.
Arbeiðið hjá Helgu snýr seg ofta um frásøgn um menniskjað og er alt frá dokumentariskum myndarøðum til meira siðbundnar ljósmyndir.
Helga C. Thejlgaard fekst í 2005-207 við myndafrásagnina “Oyggin í havinum”, sum segði frá um Christiansø og tess íbúgvar, ein frásøgn í ljóð og myndum. Henda framsýning hevur verið sýnd t.d. á Bornholms Kunstmuseum, Rundetårn, Norræna Húsinum í Islandi, og nú verður framsýningin at síggja í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Tað seinasta størra avriksverkið hjá Helgu C. Thejlgaard er “De Rodløse”, sum sigur frá um 30 heimleys fólk í Danmark. Henda framsýning hevur verið víst í 5 teimum størstu býunum í Danmark, og í hesum høpinum er somuleiðis útgivin ein ljósmyndabók í 2010.
Í løtuni arbeiðir Helga C. Theilgaard við sínum næsta projekti “Body of desire”, sum er ein innstallatión við myndum, sum siga frá um skøkjulevnað bæði hjá monnum og kvinnum.
Framsýningin hjá Helgu C. Thejlgaard er í er í húsinum til og við sunnudagin 3. oktober 2010.
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM