Pietà
Listamaðurin Tórbjørn Olsen hevur úr at gera í løtuni. Heystframsýningin nærkast, har Tórbjørn er limur og harumframt arbeiðir hann eisini við eini altartalvu til kirkjuna í Snejbjerg í Jyllandi (við Herning). Henda altartalvan er eitt sonevnt veingjaaltar við seks talvum og Tórbjørn er farin undir at mála stórar skitsur við mydevnum frá líðingarsøgu Jesusar. Á eini mynd síggja vit Jesus í Gethsemane, meðan hann í svárastu sálarkvøl biðjur til Guð og hansara hollu stuðlar, lærusveinarnir liggja í fasta svøvni.
Hin myndin er ein sonevnd pietàmynd, sum lýsir støðuna, tá Jesus er tikin niður av krossinum og Maria Moy situr við deyða soninum í fanginum. Ovarlaga í myndini hómast teir tríggir krossarnir vinstrumegin og høgrumegin sæst ríkmaðurin Jósef, ið lat Jesusi sína grøv. Sum vanligt, málar Tórbjørn eftir livandi modellum, m.a. hevur beiggi hansara, listamaðurin Marius Olsen, leiklutin sum Jesus. Skitsan er ikki liðugt málað, men nýggja ekspressiva, koloristiska pietàmyndin sær longu nú út til at blíva góð. Skitsan sæst niðast her á blogginum. Fotomyndin niðanfyri er tikin í atelierinum hjá Tórbjørn, meðan modellirnar fingu ein steðg. Á myndini niðriundir aftur sæst nýggj donsk listprýdd útgáva av Nýggja Testamenti, har altartalvan, sum Tórbjørn hevur gjørt til Haldórsvíkar kirkju hevur fingið heiðursplássið á permuni.http://folkekirkeinfo.dk/2010/08/11/det-nye-testamente-med-kunst/
(KP)
Áhugaverdur spurningur tú setur!
Tað er altíð spennandi at lesa tey 4 evangeliini synoptiskt, tvs. samanberandi ella við ”síðuna av” hvørjum øðrum. Sambært Matteusi var støðan við krossin, at har ”vóru mangar kvinnur, sum stóðu burtur frá og hugdu at, tær, sum høvdu fylgt Jesusi úr Galileu og høvdu tænt honum. Teirra millum var Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups og Jósefs, og móðirin at Sebedeusarsonunum”. Um grøvina skrivar Matteus: ”Men har vóru Maria Magdalena og hin Maria; tær sótu beint yvir av grøvini”.
Markus skrivar, at har stóðu nakrar kvinnur við krossin, ”Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups lítla og Jóses, og Salóme, tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við honum niðan til Jerúsalem”. Um grøvina skrivar Markus: ”Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar hann varð lagdur”.
Lukas er meira kynsneutralur. Um støðuna undir krossinum skrivar hann: ”Men allir kunningar hansara, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galileu, stóðu langt burtur frá og hugdu at hesum.”. Um grøvina sigur hann: ”Og tær kvinnurnar, sum vóru komnar við honum úr Galileu, fylgdu eftir, og tær sóu grøvina og hvussu likam hansara varð lagt. Tær fóru so avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini”.
Jóhannes er sum ikki einaferð eitt sindur øðrvísi. Hann skrivar: ”Men við Jesu kross stóð móðir hansara og móðursystir hansara, Maria, kona Kleopasar, og Maria Magdalena. v26 Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: »Kvinna, har er sonur tín!« Síðan sigur hann við lærusveinin: »Sí, har er móðir tín!« Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín”. Jóhannes skrivar mær kunnugt onki um kvinnur á grøvini langafríggjadag. Kvinnurnar spæla eisini ein stóran leiklut páskamorgun í sambandi við uppreisnina, men tað er nokk ein onnur søga.
So summa summarum er tað nokk meira ein listalig ímynd enn ein bíbilsk referansa at avmynda mammuna við sínum deyða soni.
Annars skrivaði eg tekstin niðan fyri til sjónleikin ” Pietà”, ið varð sýndur í fjør.
Pietà!
Pietà. Kemur av orðinum pietas. Frómleiki. Guðsótti. Miskunn! Miskunn merkir góðska. Men kaga vit niður í grundtýdningin, merkir mis-kunn ikki at vera kunnaður ella ikki at rokna nøkrum nakað til last. At elska eitt menniskja av heilum hjarta uttan at taka dagar ímillum eginleikar og mistøk annars.
Tí vit hava jú loyvi til at tapa í lottarínum, sigur Ria, høvuðspersónurin í leikinum.
Í listini hevur Pietà verið ein ímynd av Mariu Moy sitandi við sínum deyða soni í fanginum. Hon, sum bar hann í heim, var eisini trúføst til tað síðsta. Hon stóð undir krossinum, tá hann læt lív.
Tá vóru annars nógv av hansara viðhaldsfólkum langt síðani rýmd.
Mater dolorosa kallast myndin av tí syrgjandi mammuni.
Myndin av Mariu við tí deyða Jesusi í føvninginum tók seg fram í 14. øld í Rínøkinum, har katolisisman hevur havt góðan gróðrarbotn í fólkasálini fram til okkara dagar.
Í sjálvari háborgini hjá katolisismuni, í Pæturskirkjuni í Rom, stendur tann gitnasta Pietà. Michelangelo høgdi hana úr marmori í árunum 1497 til 1500. Í 1970’unum bleiv hon álopin og skadd av einum sinnissjúkum manni við hamara, sum segði seg vera Jesus. Men hon stendur enn, tí kærleikin er ikki so at køva.
At Pietà er eitt so kent hugtak í listini er ikki so løgið. Her møta vit tí grundleggjandi í bæði list, vísindi og trúgv. Trongdina til hita, sannleika, góðsku, umsorgan og kærleika.
Listin, sum við sínum skapandi framførslum kann vísa okkum á hetta. Tað veri seg altartalvum, sjónleikum ella poppsangum.
Vísindini, sum ferð eftir ferð vilja vera við, at vit eru her fyri at nøra um okkum sjálv, hóast vit einaferð skulu hvørva úr hesi verð.
Og trúgvin, sum sigur, at góðskan hóast alt er ein veruleiki.
Men hóast pietà ofta í vesturlendskari list sipar til tann deyða Kristus í ørmunum á síni jarðisku móður, hava onnur lænt motivið.
Sigst at Mikines fekk íblástur til sínar pietàmálningar – málningar av líkum á børu – frá yrkingini ”Pieta” hjá Williami Heinesen frá 1930:
”…Stum i den naadeløse Aftenvind
hun sidder med den Dødes Haand i sin
og stirrer i hans slukte Ansigt ind…”
Eisini nobelvinnarin, Pär Lagerkvist, skrivaði í 1942 í yrkingini ”Pietà”:
”...Pannan är så blek och fårad,
känns som våt av svett.
Vad är det för svårt som hänt dig
sedan vi var ett?...”
Høvuðspersónurin í leikinum er sjálv mamma.
Men hon er ikki mamma mannin í seingini. Hon er heldur ikki nakað halgimenni. Tað kunnu vit ikki øll vera.
Hóast hon kanska heldur ikki er nakar miskunnsamur samáriubúgvi, so vísir hon góðsku og virðing móti manninum, sum hon annars onki veit um.
Pietà! Deyðin er eisini ein veruleiki. Men størri enn deyðin er tráanin eftir hita, góðsku og miskunn…
Theodor E. D. Olsen .