Tuesday, September 28, 2010

Refleksjón og religión


Eitt útbreitt sjónarmið er, at mentan ikki altíð er religión, men at religión altíð er mentan. Soleiðis er eisini í Kringvarpi Føroya, har fleiri mentanarsendingar hava snúð seg um religión - ella um lívsáskoðan og virðisspurningar, sum tey sjálvi rópa tað. Soleiðis var tað eisini í kvøld, tá Refleksjón hevði eitt innslag um nýggja frískúlan hjá Kelduni í Skálabotni og kjak um átrúnað í føroyska fólkaskúlanum, ið tilsamans fylltu meginpartin av sendingini. Kjakið um hvørt átrúnaður er heimahoyrandi í eini mentanarsending er sjálvandi áhugavert, men tað er eisini óendaligt og eitt sindur meira filosofiskt enn eg fái svinga meg upp til eitt sunnukvøld. So í staðin fyri at argumentera á hægri støði, má eg bara fátæksliga staðfesta, at eg fegin vildi sloppið undan. Eg haldi, at eg sum heild fái so ríkiligt av átrúnaðarligum innihaldi og alt ov lítið av tí, vit í eini smalari allýsing av hugtakinum fata sum mentan, eg fái ov lítið av bókmentum, myndlist, tónleiki, leiklist, filmi - ja ov lítið av list. Nåh, men hóast hesar hugsanir, eydnaðist tað mær at síggja Refleksjón við ávísum áhuga. Heini í Skorini ger sítt arbeiði væl, hann er væl inni í sínum evni, sum hvørki er óumráðandi ella keðiligt, so í grundini er tað órættvíst, at eg lati mínar persónligu fordómar og vantandi tørv á eini hægri meining ganga út yvir eina annars frálíka sjónvarpssending

Tað er órættvíst at nevna, at eg haldi, at evnið er uttan fyri rammuna hjá eini mentanarsending og at eg haldi, at tað tók alt ov langa tíð, tí samanumtikið er talan um gott sjónvarp. Umframt at vera gott sjónvarp er sendingin eitt gott dømi um medialiseringina av mentanini. Medialiseringin av mentanini hevur havt við sær, at ein nýggj mentanarlig yvirstætt er komin til ræði, sum ikki longur er myndað av teimum intellektuellu fakfólkunum, men av teimum professionellu fjølmiðlafólkunum. Tað eru hesi síðstnevndu, sum seta dagsordanina og tað eru tey, sum duga at vinkla mentanina á ein hátt og í eini dramaturgi, so at fólk tíma at hava áhuga fyri henni. Tað eru tey, ið fata marknaðarkreftirnar, síggjaratøl, málbólkar osfr. og tessvegna eru tað tey, sum í dag hava mentanarliga autoritetin. Tað er sjálvandi vónleyst og konservativt at leingjast aftur í tíðina, tá sjónvarpið var ein mentanarstovnur og ikki ein miðlastovnur, eins og tað er láturligt at gráta um, at vit ikki longur hava tað gamla slagið av sjónvarpsformidling og at mentanarsendingar ikki longur verða gjørdar við mentanarlívinum sum fortreyt, men við sjónvarpsmiðlinum sum fortreyt. Soleiðis er tað bara og nógv er gott, men hetta hevur eisini við sær minni list og meira religión í mentanarsendingum og tað er syndarligt, haldi eg.
(IS)