Konsert við Tarira
Við Aarvo Pärt, Terja Rasmussen og 200 á skránni kann ikki sigast annað enn, at Tarira siktar rættiliga breitt við konsertini fríggjakvøldið 17.sept kl. 19.30, sum kórið fer at framføra saman við kórleiðaranum, Sunleif Rasmussen í Norðurlandahúsinum í sambandi við tónleikatiltakið FramRás 2010. Umframt eittans renesansuverk hjá William Byrd, fevnir skráin um nýggjari, sonevndan contemporary tónleik av; føroyskum, norðurlendskum, estiskum og amerikonskum uppruna. Frálíku verkini, sum Tróndur Bogason hevur fingið burtur úr eitt nú "Tú" hjá Terja Rasmussen og "Punkurin frá helviti" hjá 200 framførdi Tarira á væl umtóktu konsertini saman við Teiti herfyri. Hesi nýggjaru verkini eru sett saman við norðurlendskum kórklassikarum sum "Sig mær hví er foldin føgur" hjá Sunleif Rasmussen", "Náttarfriður" hjá Paula í Sandagerði og "Du skal plante et træ" hjá Per Nørgård og herumframt fer Tarira at framføra tvey undurvøkur kórverk hjá amerikanska tónaskaldinum Eric Whitacre.
Tarira hevur framført tónleik hjá Aarvo Pärt (f.1935) áður, men hevur ikki áður havt "The Deer´s Cry", "Most Holy Mother of God" og "Morning Star" á skránni áður. Meginbulurin á teimul øllum er sera einfaldur, -tað er næstan monotont við mongum meditativum endurtøkum. Um tú hevur hoyrt verk hjá estiska tónaskaldinum Aarvo Pärt áður, so kennir tú alt fyri eitt stílin aftur í inniliga, sakrala tónleikinum, sum gevur hugasamband við bæði barokktónleik hjá Händel og Bach og við meira fólkakendan negro spiritual tónleik, samstundis sum hann er fullkomiliga egin og hundrað prosent originalur. Árinið av tónleikinum er eyðmjúkt og so yvirjarðligt, at áhoyrarin kennir seg lyftan upp um tann verðsliga gerandisdagin fyri løtu seinni at verða tveittur heilt niður aftur á slætt og enn longur niður, tá rínandi dómarafloyt, lamenterandi trummurok og infernalsk kórýl boða frá, at gongd er sett á punkin frá helviti. Atgongumerki eru til sølu í Norðurlandahúsinum http://www.nlh.fo/

Myndir frá seinastu venjing, Sunleif var niðri og Jonhard vandi við kórinum