Friday, September 10, 2010

Hugskot til Mentanarnevnd Løgtingsins

Mannagongdin í Mentanarnevnd Løgtingsins er soleiðis, at limirnir í Mentanarnevnd Løgtingsins kunnu taka upp mál, sum tingið leggur fyri Mentanarnevndini. Nevndarlimirnir kunnu tó eisini sjálvir taka fyrsta stig til at taka mentanarlig mál til viðgerðar, um teir innkalla landstýriskvinnuna. Í løtuni sær út til, at limirnir hava ilt við at finna uppá nakað, tí teirra gerðabók sær soleiðis út:



Og Dagskráin sær soleiðis út:



Listin vil fegin hjálpa teimum og kemur her við trimum einføldum hugskotum til evni, limirnir í Mentanarnevndini kunnu viðgera og kjakast um.

1. Savnsøkið er fyri bygnaðarbroytingum í løtuni og Mentamálaráðið lýsir eftir stjóra til Søvn Landsins. Kanska kundu verið tosað um karmarnar fyri savnsøkið. Man kundi fingið greiðu á hvørt Listasavn Føroya skal vera partur av Søvnum Landsins (MMR hevur enn ikki megnað at finna út av hesum), avgera um søvnini skulu yvirhalda altóða savnslógina hjá ICOM (nú vit hava fingið atlimaskap í UNESCO), kjakast um vit skulu hava okkara egnu savnslóg og rudda upp í ognarviðurskiftunum í Listasavninum, sum bæði er almennur og sjálvsognarstovnur (sum landsgrannskoðarin hevur víst á í fleiri ár).

2. Uppskotið um umleggjan av Mentanargrunni Landsins til eitt listaráð fall í tinginum í vár. Neyðugt er at kjakast um hvat vit sostatt hava í hyggju, um vit t.d. skulu byrja at inntøkumeta starvslønina, um vit skulu hava serfrøðingar til at meta um hvussu mentanarpeningurin skal býtast, ella um serfrøðingar framhaldandi skulu vera útihýst frá øllum liðum, tá avgerðir verða tiknar. Metast má eisini um hvørt tað er hóskandi at handhevja armslongdarmeginregluna og sum heild er tørvur á at kanna maktbygnaðin ella kanna møguleikar fyri eini nýggjum bygnaði, ið kann tryggja, at fleiri áhugar verða gingnir á møti.

3. Sparingar eru ávegis eisini innan mentanarøkið. Hugt kundi verið eftir hvar tað er frægast at gjøgnumføra hesar sparingarnar (at síggja til hava tey, sum standa aftanfyri Uppskot til eykajáttanarlóg, ikki gjørt hetta), eins og kjakast kundi verið um møguleikar fyri umlegging av økinum, at tekna eina mentanarpolitiskan linju ella bara royna at gera tað týðiligt fyri fólkið hvat mentanarpeningurin verður brúktur til.

Hetta eru bert nøkur fá hugskot, tað er so óendaliga nógv, sum kundi verið umrøtt og viðgjørt og vit vilja fegnar bjóða okkum fram at koma við fleiri hugskotum, skuldi Mentanarnevnd Løgtingsins aftur komið í ta heldur keðiligu støðu aftur, at tey ikki hava nakað at tosa um.

(IS)