Bárður Jákupsson
Áhugin fyri føroyskari list er stórur uttanlands, t.d. millum donsk listaáhugað og tískil eru eisini nógvar føroyskar listaframsýning í Danmark millum ár og dag, eins og føroysk listafólk myndprýða kirkjur, bygningar osfr. niðri. Allar framsýningarnar og myndprýðingarnar eru neyvan líka góðar, men óansæð er hetta ein partur av føroyskari myndlistasøgu, sum vit kenna lítið og einki til og sum er lutfallsliga tilvildarliga umboðaður í fjølmiðlunum. Framsýning hevur júst verið í Berlin sum partur av stórum føroyskum mentanarligum átaki har og eg havi enn ikki sæð nakrar myndir hiðani. Tóroddur Poulsen hevur til 12. oktober framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, ið higartil bert hevur verið umrødd á Listablogginum. Tróndur Patursson myndprýddi herfyri eina danska kirkju við glaslist, sum vit ikki hava sæð, men sum vit vónandi fáa nakrar myndir av, so at vit kunnu vísa tær á listablogginum. Torbjørn Olsen hevur framsýning niðri í løtuni, eins og hann er í gongd við at mála eina altartalvu til gomlu miðaldarkirkjuna í Snejbjerg við Herning til eitt veingjaaltar við seks talvum. Hann arbeiðir, eins og hann hevur gjørt áður við myndevnum úr líðingarsøgu Jesusar og Listin vónar somuleiðis at kunna vísa hesar myndirnar. Tað eru ivaleyst mong onnur føroysk listafólk, ið hava framsýningar niðri og uttanlands og tey skulu øll vera hjartans vælkomin at senda okkum fotomyndir av hesum.
Inntil 19.september hevur Bárður Jákupsson stóra framsýning í Skovhuset í Værløse, har hann sýnir fram útivið 50 oljumálningar og vatnlitamyndir, sum hevur verið stórliga fagnað. Listin hevur tíverri ikki havt høvið at vitja framsýningina, men vit gleða okkum sjálvandi til at síggja nýggju verkini hjá Bárði Jákupsson á Heystframsýningini, sum letur upp í Listahøllini 24.september. Á positiva ummælinum í Politiken skilst, at okkurt gott er í væntu. Tað er Peter Michael Hornung, sum hevur skrivað greinina, ið breiðir seg yvir eina heila síðu í danska blaðnum. Hornung hevur gott innlit í listaheimin hjá Bárði Jákupsson vita vit, tí tað var hann, sum skrivaði tekstir um føroyska listamálaran í bókini Myndlist í Føroyum og í monografiini um Bárð Jákupsson. Skulu vit trúgva Hornung, hevur Bárður Jákupsson heilt einfalt ikki verið betri enn tað sama. Eftir hansara meting málar Bárður sum um hann nústani er sloppin veruliga at folda seg út. Vit eru kanska ikki heilt samd í hesi meting, eftirsum Bárður eftirhondini í sjey ár - síðan hansara tíðarskeið sum leiðari í Listasavninum endaði - so dyggiliga og væl hevur foldað seg út sum vit hava sæð tað bæði á serframsýningum í Listasavninum og í Listahøllini og á t.d. Heystframsýningum. Men vit fegnast tó um flotta ummælið, sum áhugað kunnu lesa her: http://ibyen.dk/kunst/anmeldelser/article1043652.ece Myndirnar, sum vit vísa, hevur Bárður m.a. málað til Heystframsýningar. Stílurin er eyðkendur við fýrisligu, dansandi skákstrikunum, ið mana fram eitt føroyskt klettalandslag í ljómandi sól og kolandi ódn. Myndirnar eru ekspressivar, abstraktar lýsingar av sjálvum essensinum av tí landslagi, sum hesin listamaður kennir út og inn og sum fáur dugir so væl sum hann at lýsa bæði myndaliga og í orðum.
(KP)