Jón Sonni Joensen
Jón Sonni Joensen er eitt av okkara ungu listatalentum, sum vit m.a. hava upplivað í sambandi við Ólavsøkuframsýningina í ár, har hann sýndi fram nakrar standmyndir, ið vóru settar saman av legokubbum. Jón Sonni er føddur í 1988 í Vestmanna, har hann hevur búð til hann fór til Onglands at lesa myndlist. Jón Sonni er við sínum 22 árum rættiliga ungur enn, so enn ber í grundini ikki til at siga um hann verður myndlistamaður burturav, ella hvat slag av myndlist hann endar við at miðsavna seg um, men Jón Sonni er ógvuliga búgvin og serstakliga áhugaður í myndlist, so onkursvegna fer hann helst at takast við myndlistaøkið. Hann hevur sent okkum nakrar sera áhugaverdar myndir av nýggjari verkum og vit hava spurt hann hvat hann tekst við fyri tíðina: "Í løtuni arbeiði eg nógv við menniskjakroppinum, men eg arbeiði við tí sum liggur innanfyri tað sum vit síggja, men tó øll vita av; lungur, hjørtu, livrar, kynsgøgn o.s.fr.. Mær dámar væl at hyggja eftir paralellinum millum menniskju og djór hesum viðvíkjandi, og royni at seta tey upp ímóti hvørjum øðrum. Eg venji meg enn við so nógv av tilfari sum møguligt. Eg eri farin at arbeiða nógv við skulptur síðan eg eri farin at lesa myndlist í Norwich University College of the Arts (NUCA) í Onglandi, men havi ei slept málningunum, sum var tað eg havi arbeitt mest við. Og tað er eisini við málningum, eg havi arbeitt mest við í summarfrítíðini í Føroyum. Mær dámar væl at nema og arbeiða við evnum sum til dømis vísund, plastiskari skurðfrøði, menniskjum og djórum og sjúku. Mítt yndistilfar er gummi og akryl, tí hetta, eftir mínum tykki, er best í mun til at siga tað sum eg vil siga við míni list. Eg havi málað saman við Herdis Jacobsen í okkara felagsatelierí Havn í summar, og tað hevur verið sera produktivt. Annars takist eg eisini við at myndprýða barnasøgur, myndatøku og innandura sniðgeving´". Eftir summarfrítíðina er Jón Sonni nú á veg aftur til Onglands, vit her á Listablogginum ynskja honum góða ferð og góða eydnu við listini og vísa her nøkur verk.