Sunday, March 23, 2014

ORGANIC ABSTRACTION


Umframt sítt arbeiði sum listamaður, kuraterar Claus Carstensen eisini framsýningar við verkum hjá øðrum listafólkum. Hann hevur eitt nú kurtaterað framsýningina Hello Dolly við verkum hjá Francis Picabia, J.F.Willumsen og Julian Schnabel, sum var á Willumsens savninum herfyri. 

Claus Carstensen er listasamlari, og eigur eina rúgvu av list. Shibboleth eitur ein røð av sýningum, sum hann hevur í stóra atelieri sínum í Valby, Kph við verkum úr hansara savni. Hesa ferð fevnir framsýningin um organiska abstraktión og millum listafólkini er eitt føroyskt navn, tað er Hansina Iversen, sum gjørdi prentið omanfyri, og sum Claus Carstensen eigur. Framsýningin varir inntil 11.apríl og kann síggjast við at venda sær til listamannin. 

Tey, ið eru við á framsýningini eru: 
Anonymous, Peter Bonde, Milena Bonifacini, Peter Bonnén, Lars Christensen, Lars Dan, A.D.S. Donaldson, Nils Erik Gjerdevik, Hansina Iversen, Malene Landgreen, Peter Louis-Jensen, Tumi Magnússon, Steen Møller Rasmussen, Kristoffer Raasted, Jeanette Tronborg, Sonny Tronborg, Simon Ungers, Anna Fro Vodder and Christopher Wool 

Books by/on: Peter Bonde, Milena Bonifacini, Peter Bonnén, Lars Dan, A.D.S. Donaldson, Nils Erik Gjerdevik, Malene Landgreen, Peter Louis-Jensen, Tumi Magnússon, Steen Møller Rasmussen, Sonny Tronborg, Simon Ungers, Anna Fro Vodder and Christopher Wool 

March 25 - April 11 2014
Opening: Wednesday, March 26 2014, 6 - 8 p.m., Værkstedvej 49, 2500 Valby
SHIBBOLETH by appointment only 





(KP)

Mentanarglottar í miðnámsskúlanum í Suðuroy


Myndirnar tók Sigga Vang

Brandur Enni skrivar:

Í hesum skúlaárinum byrjaði Miðnámsskúlin í Suðuroy við einum nýggjum mentanarátaki við fjølbroyttum tiltøkum í skúlatíð. Hesi kallar skúlin fyri glottar, og ætlanin er at hava umleið fýra slíkar glottar í hvørjum skúlaári, sum í innahaldi bróta frá gerandisdegnum og teirri vanligu undirvísingini. Fyrsti glottin var ein serligur einmans sjónleikur um samleika, Hamskifti, við Kjartani Hansen. Annar glottin var ein jazzkonsert við pianistinum Martin Seier, sum við sínari trio tulkaði føroysk kvæðaløg.

Fríggjadagin 21. mars 2014 var so 3. glottin á Miðnámsskúlanum, sum hesu ferð snúði seg um myndlist, sum lat himmalhválvið blána yvir fólkið í Grønudali, tá Rói Einarsson teknaði við kriti á ein svartan vegg í glashøllini, meðan Lotte N. Winther, listasøgufrøðingur, helt fyrilestur um hvat ein málningur er, við denti á amerikanska málaran Jackson Pollock.

Hvat er ein málningur? - Jackson Pollock & Action Painting var ein heldur øðrvísi fyrilestur, sum fór fram í fimleikarhøllini. Lotte Nishanthi Winther, mag.art, er granskari fyri leiðandi donsk listasøvn, og er hon í løtuni búsitandi í Suðuroy, og arbeiðir sum ráðgevi, eitt nú fyri Norðurlandahúsið. Hon greiddi frá slóðbrótandi lívsverkinum hjá amerikumanninum Jackson Pollock, sum í 20. øld skarpleitt broytti almennu fatanina av hvat ein málningur er. Winther hevur í vetur verið við til at uppseta ta størstu og mest umfatandi framsýningina í søgu Louisiana – sum er heimskent danskt listasavn fyri nýmótans list. Navnið á framsýningini var Jorn & Pollock – Revolutionary Roads.


Rói Einarsson er listamaður, sum í fjør summar nam sær BA prógv við Blackpool and The Fylde College of Art. Hann er í løtuni búsitandi og virkandi á Tvøroyri.  Við fríum hugflogi prýddi hann glashøll skúlans hendan fríggjadag fyrrapart, meðan næmingar sótu rundanum hann og eygleiddi, áðrenn fyrilesturin hjá listasøgufrøðinginum byrjaði. Tað verk, sum stóðst burturúr, er tíðaravmarkað, av tí at tað var skapað við kriti, men eisini tí at tað er ognað teim reikandi á skúlanum yvir eitt ávíst tíðarskeið! T.v.s. at listaverkið verður einans at síggja hetta várið. Tá summarfrítíðin byrjar, hvørvur viðkvæma verkið við sápu og vatni, sum døgg fyri sól. So nú er at njóta tað so leingi tað varir! Ætlanin var at varpa ljós á sjálva skapanartilgongdina, sum í hesum føri beinleiðis gjørdist sjón fyri søgn.








At navngeva kettur


T.S. Eliot: The Naming of Cats
The Naming of Cats is a difficult matter,
It isn't just one of your holiday games;
You may think at first I'm as mad as a hatter
When I tell you, a cat must have THREE DIFFERENT NAMES.
First of all, there's the name that the family use daily,
Such as Peter, Augustus, Alonzo or James,
Such as Victor or Jonathan, George or Bill Bailey—
All of them sensible everyday names.
There are fancier names if you think they sound sweeter,
Some for the gentlemen, some for the dames:
Such as Plato, Admetus, Electra, Demeter—
But all of them sensible everyday names.
But I tell you, a cat needs a name that's particular,
A name that's peculiar, and more dignified,
Else how can he keep up his tail perpendicular,
Or spread out his whiskers, or cherish his pride?
Of names of this kind, I can give you a quorum,
Such as Munkustrap, Quaxo, or Coricopat,
Such as Bombalurina, or else Jellylorum-
Names that never belong to more than one cat.
But above and beyond there's still one name left over,
And that is the name that you never will guess;
The name that no human research can discover—
But THE CAT HIMSELF KNOWS, and will never confess.
When you notice a cat in profound meditation,
The reason, I tell you, is always the same:
His mind is engaged in a rapt contemplation
Of the thought, of the thought, of the thought of his name:
His ineffable effable
Effanineffable
Deep and inscrutable singular Name.





(KP)

Saturday, March 22, 2014

Hanni Bjartalíð artist in recidence


Hanni Bjartalid - Artist in residence 16th March - 24th March 2014
Í hesum døgum er Hanni Bjartalíð í Manchester og arbeiðir sum artist in recidence hjá Curated Place Studios í Federation Building. Vit fara at uppliva verkini hjá Hanna Bjartalíð í Føroyum um ikki so langa tíð í Steinprenti og seinni í Norðurlandahúsinum - meira um hetta seinni.
Curated Pace skrivar: 
Part of our ongoing programme around the Northern Lights projects Bjartalíð will be experimenting with light forms interacting with his sculptural works on a large scale.  These experiments will then be developed for exhibition at the Torshavn Nordic House Light Festival in November 2014 before returning to Manchester in December alongside Ulf Pedersen, Tine Beck, Nick Malbon, Marcos Zotes and Kristjan Kristajanssen’s project team Myrkraverk.
Bjartalíð (b. 1968) is a major innovator in Faroese art. He is probably the only Faroese artist making sustainable work. Originally a painter, he has been compared to the Italian Arte Povera artists by using found materials close at hand. 
Working with Curated Place in 2012 his work featured in Liverpool Biennial in our North Atlantic Pavilion where the Sunday Times applauded the authenticity and located nature of this work
“these are true international artists whose work feels tangibly of its place, who take some searching out and who do not yet speak the ubiquitous art Esperanto that makes so many contri­butions to so many biennales feel so interchangeable.”
Waldemar Januszczak, The Sunday Times 23rd September 2012





(KP)

Friday, March 21, 2014

Judith Scott


Ullstandmyndina omanfyri gjørdi Judith Scott. Tvíburðasystrarnar Judith og Joyce Scott vórðu føddar í 1943 í Ohio, Judith Scott varð fødd við Downs syndrom og orsakað av, at mamman hevði havt skarlaksfepur, varð hon eisini fødd uttan hoyrn og taliførleika, hetta varð ikki uppdagað, tey hildu hana vera býtta. Hennara intelligensur varð royndur við, at hon var spurd ymiskt, sum hon ikki hoyrdi og tá hon ikki svaraði, hildu tey, at hann var so lágur, at hon onga undirvísing kunnu fáa. Tvíburðarnir vóru sum eitt, men tá teir vóru sjey ár avgjørdu foreldini við ráðum frá lækna at senda Judith á stovn - tað gjørdi mann tá í tíðini, og har var hon í 35 ár - so mikið avbyrgd, at systir hennara í mong ár helt hana vera deyða. Í 1980´unum fann hon systrina aftur og fekk hana inn á Creative Growth Art Center í Carlifornia. Tað var her, at Judith Scott byrjaði at gera sínar serstøku spunahylkiskendu ullastandmyndir, sum hon gjørdi við at balla og binda funnar lutir inn í tógv í ymsum litum. Standmyndirnar eru organiskar í formi, nógvar eru antropomorfar og onkur ummælari  hevur nevnt, at tað tykist sum um listakvinnan í fleiri førum skapar sína tvíburðasystir. Judith Scott doyði í 2005, men hennara standmyndir eru eftir, her eru nakrar.


“ONE OF THE MOST IMPORTANT ARTISTS 
OF THE TWENTIETH CENTURY, NOT ONLY IN 
ART BRUT, BUT ALSO IN THE CONTEXT 
OF CONTEMPORARY ART.”
— Dr Johann Feilacher
Director, Museum Gugging 

“MAKING SOMETHING OUT OF NOTHING, 
OR PRECISELY, LURING SOMETHING FROM 
THE UNCONSCIOUS AND GIVING IT MATERIAL
FORM IS THE CLOSEST THING TO REAL MAGIC 
THERE IS IN THIS WORLD.”
— Michael Bonesteel
Art Critic

“ONE OF THE MOST IMPORTANT BODIES 
OF WORK—‘INSIDER’ OR ‘OUTSIDER’—
PRODUCED ANYWHERE, AND UNDER ANY
CIRCUMSTANCES, IN THE PAST TWENTY YEARS.”
— Matthew Higgs 
Director, White Columns

"...PERHAPS THE FINEST ESSAY, THE MOST 
EXQUISITELY WRITTEN IN OUR MUSEUM'S
SIXTEEN YEAR HISTORY, WAS THAT OF WRITER, 
JOYCE SCOTT, TWIN SISTER TO THE WORLD 
FAMOUS OUTSIDER ARTIST WHO TRANSCENDED
LIMITATIONS OF DEAFNESS AND 
DOWNS SYNDROME, JUDITH SCOTT.” 
— Rebecca Alban Hoffberger 
Director, American Visionary Museum 




(KP)

Thursday, March 20, 2014

Listin og tann vinarliga fascismukameleónin



 

Javnan verður tikið til, at tað er frá børnum og fullum monnum, vit skulu hoyra sannleikan. Og sjálvt um eg ivist, ikki minst í tí seinna uppáhaldinum, kenni eg meg hepna at starvast á einum arbeiðsplássi sum mínum, einum skúla við nógvum ungum menniskjum, har mangt eitt sannleikans - ella í øllum førum erligt orðið, verður talað. 

Men sannleikin er sum kunnugt ofta illa lýddur. Eg toldi hann í hvussu so er nokk so illa, tá tað mánamorgunin gekk upp fyri mær, at fleiri næmingar í einum fyrsta flokki dámdu betri tekningarnar hjá Adolf Hitler og Hitlersa yndislist enn tær ekspressionistisku myndirnar, sum eg vísti teimum til samanberingar, tvs. m.a. myndirnar hjá m.a. Kirchner og Nolde, sum Hitler sjálvur hevði so nógv ímóti. Tær eftir mínum tykki undrunarverdu hugsanirnar hjá næmingunum komu væl at merkja aftaná eitt upplýsandi (helt eg sjálv) læraraupplegg og eina framúr sjónvarpssending um eyðmýkjandi og primitivu framsýningina av degenereraðari list, sonevndari Entartete Kunst, sum nazistarnir skipaðu fyri. Nú er tað sjálvandi møguligt, at næmingarnir henda mánamorgunin vóru ov móðir til at hugsa, men upplivingin hevur spøkt í mínum tonkum nakrar dagar, hon var eitt sindur óhugnalig, ikki minst tí eg í skelkinum yvir óvæntaðu reaktiónina frá næmingunum sjálv brádliga fann meg í ótýdliga leiklutinum sum ein indoktrinerandi lærara: "Jamen tað kunnu tit ikki MEINA, at tykkum dámar HITLERSA MYNDIR!!!??". Tað er annars ein av teimum ordiliga stuttligu uppgávunum, eg havi sum myndlistalærari, nevniliga at læra næmingarnar um estetikk og hvussu estetikkur og hugburður hoyra saman  - og í mínum føri er føroyska týðingin av hugtakinum "fagurfrøði" als ikki brúkilig, tí estetikkur fevnir víðari enn tað fagra. 

Ungdómurin er ofta so befríandi reinsaður fyri vanligt snobbarí og baksýni, sum ávirkar vanligu opiniónina, - tey siga hvat tey meina, og tað er herligt. Sjálvandi eru tey hvørki rein ella óavvirkað og tí má orðatakið um sannleiksorð frá børnum eisini takast við fyrivarni. Sálarfrøðingar, námsfrøðingar og sosiologar lýsa børn eins og svampar, smá menniskju, sum súgva í seg meiningar og hugsanir hjá foreldrum og umhvørvi. Júst av teirri orsøk eru tey ungu okkara bestu peilimerki fyri hvussu nærmasta framtíð fer at vera. Við einari LGBT-orðing kunnu vit siga, at framtíðin sær bjørt út, hugsa vit um líkarætt fyri samkyndar borgarar í Føroyum. Og tað er er gott og upp á tíðina. Men fevnir tann skilagóða humanisman og tollyndið eisini um aðrar minnilutabólkar í samfelagnum? Hvussu er við útlendskum sjómonnum í Føroyum ella teimum, sum eru við føroyskum skipum, hvør tekur sær av teimum? Eg havi varhugan av, at hugburðurin yvirhøvur mótvegis útlendingum ikki er eins opin og vinarligur, sum hann eigur at vera í einum landi, har meginparturin hevur tað so gott sum í Føroyum, og har vit reint faktist mangla fólk. Og hvussu fara vit við okkara eldru medborgarum? Hvat raðfesta vit fyrst og fremst, menniskjalig virði ella fíggjarlig? Um vit kunnu ganga út frá, at børnini og tey ungu súgva alt í seg, hvat er tað so, okkara samfelag í løtuni lærir tey? Eg haldi t.d. ikki, at solidaritetur tykist nakað serliga frammarlaga raðfestur, um vit t.d. hugsa um føroysku flatskattaskipanina, sum fer best við teimum, ið vinna mest.

Grundin til, at eg gjørdist ørkymlað av mínum fitta fyrstaflokki er helst tann, at list ongantíð bara er list, hon hongur saman við øllum øðrum pørtum av samfelagnum, og so ein keðiligur varhugi av, at vit hugsjónarliga eru á skeivari leið í løtuni. Sjálvandi er opinleiki altíð ein styrki, og eg taki altíð hattin av fyri antiautoriterum næmingum, sum eru nóg djarvir til at fyrihalda seg kritiskt til lærarans útsagnir. Soleiðis sæð kann mann siga, at at tað er flott, at tey ungu tora og megna at fyrihalda seg "objektivt" til myndirnar hjá Adolf Hitler. - Hetta royni eg at ugga meg við, tó uttan heilt at trúgva tí sjálv. - Hann hevur helst gjørt sær ómak, tann ungi Adolf, og eg ivist ikki í, at vit eru mong, sum høvdu ynskt, at hann slapp á akademiið við sínum elendigu tekningunum. Hevði hann hildið seg frá politikki, høvdu umleið 11 milliónir menniskju; jødar, samkynd, romafólk, medmenniskju við serligum avbjóðingum o.o., kanska ikki verið dripin undir Holocaust - Nei, tað er ikki til at vita hvat hevði hent, um Hitler slapp inn á kunstakademiið. Men tann óndskapur, sum hann stendur fyri, er so fullkomiliga ómótsigandi og ítøkiligur, at tann beri tankin um hann eigur at fylla hvør einstakt menniskja við andstygd.

Umráðandi er, at ungdómurin fær innlit í fascismunnar retorikk og estetikk, so at hann fær gjøgnumskoða hennara hennara bíligu snildir, sum síggjast í fullum blóma í myndunum hjá eysturríkska málaranum Ivo Saliger (1894-1987). Hann málaði til dømis rómversku veiðigudinnuna Dianu eftir klassiskari fyrimynd í 1940 sambært ynskjum hjá Hitler og hansara definitiónum av góðari list, hvørs myndevni ikki sjáldan fevndi um naknar kvinnur, hundar og hjørtir. Myndin av naknu kvinnunum, sum sæst longur niðri her á blogginum, sýnist kanska brávøkur, men hyggur tú nágreiniliga sæst hvussu steinrunnin og næstan pornografisk kitschut hon er. Ovurrealistiski málihátturin kennist steindeyður afturímóti tí meistaraligu modernaðu, abstraktu, rørandi primitivu altarmyndini hjá Emil Nolde av einum gulgrønum útpíndum Jesusi millum ránsmenninar á krossinum. 

Eg eri sannførd um, at vit til allar tíðir mugu vera á varðhaldi og ansa eftir fascistiskum tendensum, sum ikki minst kunnu vaksa seg stórar og feitar í tíðarskeiðum, tá tey flestu eru sær sjálvum nokk og fyrst og fremst hava seg og síni í huganum. Nútíðin leggur upp til ekstremt sjálvsøkni, fólk gerast alt meira individualistisk og hugsa fyrst og fremst um at nøkta sín egna tørv. Vit skulu ansa eftir nationalismuni, tí hon er eitt fascismueyðkenni, sum í stóran mun merkir føroyingar, ei undur í tí, um hugsað verður um okkara ríkisrættarligu óstøðu og okkara einsamallu staðseting í norðuratlantshavi. Eg haldi sjálvandi ikki, at nakað er galið við at mann er góð við sítt land, og eg fari fegin í føroysk klæði á ólavsøku, men tað er umráðandi alla tíðina ansa eftir ljótu baksíðuni av nationalismumedaljuni, sum er illviljin móti øðrum fólkasløgum við hópin av generaliseringum og fordómum ella arroganta lyndinum til sjálvvalda avbyrging í mun til útheimin, sum ein partur av makrelretorikkinum bar brá av. Eitt annað fascismubrá er lyndið til at ignorera serfrøðina, hetta hava vit sæð í ríkiligt mát frá politiskari síðu undir verandi samgongu. Yvirdrivin kroppsdyrkan sæst í fascistiskum samfelagum, fólkið rennur og trenar sín kropp, altímeðan ondin viknar, akademikarar og intellektuell tiga og fólkið flýggjar til krimibókmentirnar. Vit eiga at hugsa um mannarættindi, bæði hjá okkum sjálvum og okkara minnilutabólkum, umframt at stuðla arbeiðinum fyri mannarættindum í útlondum. Tøgnin í tinginum, tá málið um samkynt hjúnarlag var av antidemokratiskum slag og tað sama kann sigast um kynsmismunin í samgonguni tykist, ið avgjørt ikki er eitt gott fyridømi hjá okkara ungdómi. At fakfelagsrørslan tykist veik uttan reelt samanhald og styrki í mun til maktina er eisini vandamikil tekin, sama er galdandi fyri veikar fjølmiðlar, ið alsamt vikna uttan nakran góðan í samgonguni. Í fascistiskum stýrum sæst eitt lyndi til at verja stórar privatar fyritøkur, sum fáa fyrimunir og ein maktelita verður bygd á eitt sínámillum gagnligum sambandi millum ídnað og stjórn. Vinatænastur og korruptión vaksa og blóma, heimildirnar hjá løgregluni gerast alsamt størri, løgreglan sleppur at hava eftirlit við okkum í heimsins minst kriminella landi samstundis sum eftirlitsmøguleikin hjá fjølmiðlum og borgarum verður munandi skerdur. 

Er ikki okkurt í lýsingini, sum minnir lesaran á verandi umstøður í føroyska samfelagnum? Hvat hugsar lesarin nú, at hatta við antidemokratiskum tendensum og fascismu ikki liggur til slagið? - Jú men tað løgna við fascismu er, at hon í grundini er ósjónlig hjá teimum, sum útinna hana. Tað snýr seg ikki endiliga um eitt tilvitað val, sum fevnir um nýnazismu og svastikakrossar og ótangagerðir. Tann farliga fascisman er tann demokratiska vinarliga, kameleónin, sum tekur lit eftir umhvørvinum, ein hugburður, sum ómerkjandi kemur sníkjandi og sum verður staðfestur, tá okkara børn taka upp aftur okkara hugsunarhátt og gerðir.
















(KP)

Wednesday, March 19, 2014

Politiið leitar eftir málningaeigara



Løgreglan framdi óvanliga skjótan lynjustits í sambandi við ránið í Klaksvík og dømdi í gjár ein russiskan sjómann 10 mánaðar treytaleyst fongsul og 5 ára útvísing úr Føroyum. Løgreglan sóknast nú eftir gerningskvinnu, sum hevur málað hesa parafrasuna av Tey ganga á vegnum og bíða hjá Ingálvi av Reyni. Í sambandi við ránið í Klaksvík, hevur politiið í viðførinum hjá manninum, funnið ein málning, ið er 100 cm breiður og 80 cm høgur. Niðast í høgra hjørnið stendur antin Marna 95 ella Maria 95. Útlendingurin hevur greitt politinum frá, at hann hevur funnið málningin onkrastaðni í Tórshavn. Politiið veit ikki hvør eigur málningin, so um nakar kennist við málningin ella veit hvør eigarin er, verða tit vinarliga biðin um at ringja til politiið á tlf. 351448. 






(KP)





Svenska Grafikens Hus brent í grund




Sunnunáttina hendi ein sorgarleikur fyri svenska samtíðarlist, tá Grafikens Hus í Mariefred brendi í grund. Umframt innbúgv, pressur, pappír osfr. brendu umleið 8000 verk, m.a. ein framsýning við verkum hjá Carl Fredrik Reuterswärd og verk hjá Evert Lundquist og Axel Fridell, umframt alt arkivið við verkum hjá svenskum og altjóða samtíðar og eldri listafólkum. Grafikens hus hevði størsta svenska savnið av modernaðari og samtíðar grafiskari og var samstundis eitt væl virkandi og væl vitjaður grafiskur verkstaður. Sum skilst var eldurin ásettur. 

http://www.grafikenshus.se/vara-utstallningar/






(KP)


Vetrarmorgun í Norðurlandahúsinum í kvøld



Berlinale vinnarin Vetrarmorgun - a film by Sakaris Stora verður sýndir í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.30.Stjórin Sif Gunnarsdóttir fer aftaná sýningina at tosa við Sakaris Fríði Stórá, leikstjóra, Armgarð Mortensen og Helenu Heðinsdóttir Jørgensen, leikarar. Komið og hittið fólkini handan filmin.





Tuesday, March 18, 2014

Tíðindaskriv : J.P. Gregoriussen & Anne Marie Gøricke í Galerie Focus


 Fríggjadagin  21. mars kl. 16 - 18 letur ein framsýning við verkum hjá J.P. Gregoriussen & Anne Marie Gøricke  upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Anne Marie Gøricke er fødd í 1948 í Ringsted. Um verkini hjá henni á framsýningini í Galerie Focus er at siga, at eftir herviliga, lívshóttandi sjúku, er hon framvegis í fyribyrgjandi viðgerð. Hesi viðurskifti, saman við hendingum á lívsleiðini, hevur leitt til, at hon brádliga aftur tók málarakynstrið uppaftur, sum ein greið avbjóðing mót sjúkuni, sum als ikki skuldi vinna á henni. Málað er við stórum mátti og dirvi, móti sjúkrahóttan, hetta endurspeglast í myndunum. Hon er øðrum til fyrimyndar, sum stríðast við hóttandi sjúku. Hon dittar sær tí til, og nógv hava eggja hana til at lata hesa framsýning upp í Galerie Focus. Myndatilfarið er alt vorði til seinastu tvey árini. Anne Marie Gøricke hevur sýnt fram í Norðoya Sparikassa (saman við Lydiu Petersen) 1999. Á Norðoyastevnu 2000. Galerie Focus 2012.

J.P. Gregoriussen er føddur í 1932 í Havn. Hann er útbúgvin arkitektur í 1960 og stovnaði saman við øðrum Arkitektafelag Føroya í 1981. Hann hevur sett sín serliga dám á byggilistina í Føroyum, bæði sethús, skúlar og nógvar aðrar spennandi bygningar til dømis Listaskálan í Havn. Hann hevur sýnt fram sínar tekningar síðan 1962, millum annað ferðatekningar úr útheiminum. Palli hevur altíð verið sera góður við sín føðibý, Tórshavn, og mangan teknað Havnina. Palli hevur eisini útgivið bøkur við egnum tekningum, serliga kendar eru bøkurnar um kirkjurnar í Føroyum.

Framsýningin er opin til 3. apríl: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

Monday, March 17, 2014

Alt er bert ein dreymur





Droymdi, at tríggir

reyðhærdir menn stóðu í eini barr,
eg kendi væl hann í miðjuni.
Hann var hin hægsti
og hevði síðast hár.
Rúmið var grátt og slavið,
hóast eg væl visti,
at tað í veruleikanum 
er grønt.


Men hetta er bert ein dreymur.



Alt er bert ein dreymur.

Alt er bert ein dreymur.







Mynd: Tóroddur Poulsen (Málningur frá 2013)
Yrking: Sissal Kampmann (s.52 í savninum 4D)





(KP)











Sunday, March 16, 2014

1-0 til (country)poppin


Mær dámar væl uppleggið hjá FMA, sum er at fagna tónleikinum, tí tað hava tónleikararnir uppiborið. Eg haldi eisini, at tað, eg hoyrdi gjøgnum teldu og útvarp í gjár gav kensluna av einum góðum showi, har stórur dentur varð lagdur á rúmligheit, at inkludera t.d. klassiskan tónleik og kórsang. Teir báðir vertirnir, Eyðfinn Jensen og Barbara Holm riggaðu og dugdu væl, ljóðið var framúr, tað eg hoyrdi (tann útmerkaða stroymingin frysti viðhvørt) og framførslurnar vóru sum heild serstakliga góðar, ikki minst vóru áskoðararnir hugtiknir av endanum, tá Simme varð heiðraður, og Hanus G.Johansen og Cantabile framførdu.  

FMA er í útgangsstøði ein bastardur, ein poppkapping, sum eisini í kraft av, at hon verður hildin í Norðurlandahúsinum og við plássi fyri kórsangi, klassiskum tónleiki fær størri tign, og tað er gott og ein styrki, tí at tá verður rúm fyri listarliga áhugaverdum innleggum, sum vit upplivdu í gjár. Men næstu ferð mugu vit ansa eftur, at listin ikki í eins stóran mun verður við undirlutan. Um vit skulu seta tað eitt sindur fýrkantað upp, kunnu vit siga, at tað serliga var (country)poppur og fólksligi tónleikurin, ið var við yvirlutan í gjárkvøldið, klassiski parturin var bara eitt slag av prýði, jazzurin var als ikki til staðar, og tað er fullkomiliga absurd, at Teitur og ein útgáva sum Story Music ongan heiður vann, sama er galdandi fyri Kára Sverrison og Bendar Spónir. Næstu ferð má FMA skipast eitt sindur øðrvísi, so at bæði fólksins sms-rødd og listarliga góðskan verða tryggjað við uppibornum heiðurslønum. 






(KP)