Thursday, October 24, 2013

Janus Kamban 100 - mentamaðurin og grafikarin

Í gjár feiraði Listasavn Føroya, at tað í ár eru 100 ár síðan Janus Kamban var borin í heim. Føðingardagurin er í grundini hildin í Listasavninum gjøgnum tvey tiltøk, í september greiddi Hans Pauli Olsen frá um standmyndirnar hjá Janusi Kamban, og í gjár var tað Gunnar Hoydal, arkitektur og rithøvundur og Astri Luihn, myndlistakvinna, sum í samrøðu við Nils Halm, savnsstjóra, viðgjørdu lív og list hjá Janusi Kamban, og Astri Luihn greiddi frá fína grafiska verkinum hjá honum. Bæði Gunnar Hoydal og Astri Luihn vóru eldhugað og hugtikin av verkinum hjá Janusi Kamban, ei undur í tí. Tað er gott at verða mint á hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri føroyska myndlist. Eiler Fagraklett tók myndir.




















Wednesday, October 23, 2013

Rós til Kim Kristensen og Alda Magna í Politiken

Jazzummælarin á Politiken, Christian Munch-Hansen tykist fegin um fløguna Alda Magna, sum varð útgivin á Tutl herfyri. Hann skrivar: "Tað er gott at hoyra frá einum av originalu røddunum í donskum jazzi, Kim Kristensen, sum seinastu árini hevur búð í Føroyum. Her er tónleikaumhvørvið livandi og jazzáhugin so frægur, at føroyingar kunnu reypa sær av at selja fleiri plátur pr íbúgva enn selt verður flestu aðra staðni. Bólkurin Alda Magna hevur Kristensen sum primeran komponist í vælkendum, ævintýrkendum stíli við elementum av jazzi, norðurlendskum fólkatónleiki, rokki og eldri europeiskum kompositiónstónleiki. Saman við honum spæla Rógvi a Rógvu á trummur, Bjarki Meitil elbass og Leivur Thomsen spælir gittara. Tónleikurin hevur sín egna sermerkta andadrátt uttan at vera perfektur. Finurliga og spælandi klaver- og keyboardspælið hjá Kristensen er høvuðsattraktión, men eisini Thomsen ger tað framúrskarandi bæði á elektriska og akustiska gittaranum, og orðaleysu sangurin hjá Onnu Mariu Olsen fellur vakurt inn í eitt av teimum fínastu løgunum á plátuni ’Changing Winds’." Vit ynskja Kim Kristensen og hinum hjartaliga til lukku við positiva ummælinum og leggja aftrat, at tað er Bjarne Werner Sørensen, sum hevur gjørt ta fínu kápumyndina.
Her er alt ummælið:


(KP)

Ingálvur av Reyni framsýning í Saltangará



Í sambandi við, at mentanarvika og Faroexpo er í Runavík, skipar BankNordik, sum er høvuðsstuðul, fyri listaframsýning á deildini í Saltangará.
11 listaverk eftir Ingálv av Reyni verða sýnd fram.
Øll eru vælkomin at vitja framsýningina.
Framsýningin er opin soleiðis:

Mikudag: 10-16
Hósdag: 10-17
Fríggjadag: 10-16




Janus Kamban 100 - tiltak í Listasavninum


Í kvøld kl 19.30 verður samrøða við Gunnar Hoydal, sum skrivaði bókina um Janus Kamban. Hann fer at greiða frá Janusi Kamban sum menniskja og mentanarpersóni. Eisini verður samrøða við Astri Luihn, sum fer at greiða frá Janusi Kamban sum grafikara.

Øll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.
Blíðar heilsur
Listasavn Føroya
Savnsstjóri Nils Ohrt

John Kørner sýnir fram


Galleri Bo Bjerggaard framsýnir í løtuni málningar og steinprent hjá John Kørner í Keypmannahavn. Nøkur av prentunum eru framleidd í Steinprenti í Havn, m.a. fantastiska prentið ovast, sum jú kann fatast at vera ein problematisering av danska maktfaktorinum í Føroyum, um vit hugsa um tað vakra dannebrogsflaggið, sum verður avmyndað elalítið, men við hábærsligari og stratetiskari staðseting í stórbæri føroysku brimmyndini. Og tað er júst hetta, sum John Kørner ger í sínum annars so vøkru og estetisku myndum; hann setur ymiskar samfelagstrupulleikar á breddan og peikar á tey eymu støðini, men sum vit síggja er boðskapurin als ikki eintýðugur. Listamaðurin hevur teknað nakrar ómetaliga fínar og serstakar rammur til prentini úr Steinprenti, sum síggjast beint niðri undir her. Tey hava reyða bakgrund undir svarta kantinum, og sjálv træramman hevur eina lítla hyll niðst sum á eini gamaldags svartatalvu. Jan Andersson tók myndirnar hjá Galleri Bo Bjerggaard. Niðast er ein filmsstubbi, sum vísir listamannin greiða frá framsýningini og ein leinkja til grein um prentini, umframt ummælið hjá Lisbeth Bonde av framsýningini hjá Bo Bjerggaard. Inger hevur verið á risastóru framsýningini, sum John Kørner hevur í HEART í Herning og hevur tikið nakrar myndir av framsýningini, sum varir inntil 25.januar 2014. John Kørner er somuleiðis væl umboðaður á gulu framsýningini í Steinprenti, sum hongur inntil sunnudagin 10.november.

Frá  Bo Bjerggaard í Keypmannahavn:


















Frá framsýningini í HEART í Herning:







Úr Steinprenti í Havn:



http://www.kunsten.nu/artikler/artikel.php?john+koerner+familien+galleri+bo+bjerggaard+lisbeth+bonde

http://pdl.vimeocdn.com/21772/719/199013482.mp4?token2=1382481749_01ce766f91b87965d7e8fce27567ac74&aksessionid=9093617129aaad44

http://listinblog.blogspot.com/2013/08/the-whale-killing-project.html

Tuesday, October 22, 2013

Ummælarafís og Einglasuð

  

– Tað eru ov fá ummæli av føroyskari list! Hetta verður javnan ført fram, eisini millum listafólk, tað vil siga bara inntil, tey fáa eitt negativt ummæli. Tá er tað brádliga ikki ummælarar, sum tróta, nei, tá er tað KOMPETENTAR ummælarar, sum okkum vantar í Føroyum. Og nógv í millum hvat støðið er hægri í Weekendavisen, ella í DR ella tá mann lurtar eftir ymsum mentanartættum í BBC, á SV2, og tá mann lesur New York Times, Information ella whatever. Og jú - tað er væl møguligt, at føroysk intellektuel trívast best í hægri, útlendskum løgum enn her heimliga dunnuhylinum, men vit halda altso, at tað er umráðandi at hava okkara egna perspektiv við. Á Listablogginum royna vit eftir førimuni at ummæla og at miðla list í heimliga umhvørvinum, og á føroyskum, sjálvt um okkara donsku innlegg eftir øllum at døma hava størri áhuga millum okkara føroysku lesarar! 

Hatta við teimum vantandi førleikunum hjá ummælarum, verður orðað á rættiliga ymiskan hátt. Summi hava ilt av akademiska støðinum ella manglinum uppá sama - og so hevur eisini verið ført fram, at undirritaði ummælari er studentaskúlalærarinna. Tað argumentið havi eg so ongantíð skilt. Tú verður neyvan verri ummælari av at vera studentaskúlalærarinna. Sjálvandi veit eg av, at atfinningarnar í hesum føri sipa til, at undirritaða ikki er yrkisummælari, men í hesum sambandi føli eg meg altso ikki serliga rakta. Tað gerst alsamt meira vanligt við freelance-ummælarum eisini uttanlands. Eg toli somuleiðis eisini væl at verða skýrd áfallin, betrivitandi, ekskluderandi, mannsjavinist, hánddukka hjá málarum á Skipasmiðjuni (listamonnum sum konum!), gívur, listasnobb, ikki óvildig, maktgrað, eliter osfr. Og sjálvandi er tað í fínasta lagi, at fólk gera vart við, tá tey eru ósamd við mínum uppáhaldum, tað dámar mær bara væl og eg eri samd í, at tað er troyttandi, at eg eri lutfalsliga einsamøll sum ummælari á myndlistaøkinum.

Ert tú ikki samd við ummælaranum, kanst tú altíð ivast í hansara ella hennara motivum;-Er tað ikki okkurt við, at ummælarin og listakvinnan eru vinir? Ella er daman hjá honum ikki starvsfelagi við konuna hjá avvarðandi tónleikara/ høvundi/ myndlistakvinnu/ sjónleikara/ filmslistafólki? Og í denn dur, men eg leggi heldur ikki so nógv í hendan kritikkin. Tekur tú tær tykni av hesum sum ummælari, ert tú í skeivari bransju. Og tað er ein løgin bransja, tí hvat fær mann burturúr? Um mann er uppmerksemisjunkie og typan, sum elskar at koma inn í eitt rúm, fullt av fólkum við ringari uppsikt, sum teska saman og við jøvnum millumbilum hyggja óblídliga eftir einum, - ja, so fær mann heilt vist eitt satt kick burtur úr ummælaravirkseminum. Og um mann er óvanliga konfliktfegin og elskar at møta fólkum í Keypsamtøkuni, sum brádliga halda uppat við at heilsa, tí mann hevur kritiserað teirra listarliga avrik - um mann elskar tílíkar smáar, vemmiligar gerandiskonfliktir uppi yvir mánadagsinnkeypinum, - ja so er ummælaríið akkurát fyri. Men nei, hvørki tá tað kemur til makt ella pengar er lista- og bókmentaummælaríið nakar feitur kjansur. Fyrr í tíðini kundi mann í Skáa (Dimmalætting) og Fregnum fáa 2000 krónur fyri eitt blaðummæli, fyri einum ári síðani eydnaðist mær at at fáa 500 krónur fyri eina drúgva blaðgrein í einari avís, og mann plagdi somuleiðis at fáa 500 krónur fyri eitt ummæli í In Mente í Kringvarpinum. Í dag fær mann einki. Og sjálvandi vita vit øll av, at Kringvarpið er í trongum skóm fíggjarliga, men onkursvegna tykist raðfestingin skeiv, tá mentanarberin eyðsýniliga ikki setur nøkur oyru av til ummæli. Lat meg skunda mær at leggja aftrat, at Brunsj javnan hevur tónleikaummæli á skránni, og at bæði Kringvarpið og Norðurlandahúsið hava rós uppiborið fyri teirra mentanarkafé, sum forrestin hevur ummæli á skránni fríggjadagin, men public service stovnurin kundi eftir mínum tykki væl gjørt meira við ummæli. Serfrøðina eiga vit, tað er bara at raðfesta, at biðja fólk og halda teimum til. Sum nú er fær mann ikki nógv butur úr at ummæla, tá er nógv betri at vera kurator t.d. og skipa fyri og práta hugaliga og positivt í In Mente. Allíkavæl blívi eg við at ummæla, og vóni, at fleiri koma aftrat, tí eg haldi kritikk (ikki minst negativan kritikk) vera ómissandi part av mentanarmiðlingini, sum mong eru áhugað í, eisini ung fólk!

Nakað, sum undirritaði ummælari javnan fær skotið í skógvarnar er, at eg favoriseri ávís listafólk, at støða er tikin fyri ella ímóti áðrenn eg yvirhøvur havi upplivað framsýningina/bókina/prýðingina ella hvat nú talan er um. Til tað er at siga, at eg sjálvandi ávirkist sum øll onnur av tí, sum mær er fyri, men eg royni faktist at vera erlig og at fyrihalda meg opna yvir fyri tí, sum eg upplivi og at siga ella skriva júst tað, eg hugsi, sjálvt um tað ikki altíð er lætt. Tóroddur Poulsen er ein av teimum, sum eg verði søgd at stórfavorisera; hin speiski og stuttligi Føroyaportalurin visti herfyri at siga frá, at eg tilbiði Tórodd fleiri ferðir um dagin. Eg viðgangi fegin, at tað er ein listamaður, sum eg hámeti og sum eg haldi vera millum okkara bestu samtíðar- yrkjarar og myndlistafólk, og skuldi tað uppá tann eina dag víst seg, at eg fari skeiv í hesi meting, eri eg av sonnum ein vána ummælari. Nú eg hugsi meg um, minnist eg meg bara hava funnist at Tóroddi Poulsen einaferð og tað er forrestin líka við, at eg angri tað ummælið.

Til tess at ummæla hansara nýggjastu bók "Einglasuð" eri eg lutfalsliga ógegnig, eg havi í øllum førum sjálv umbiðið 24 av teimum 84 yrkingunum í bókini til jólakalendarayrkingina á Listablogginum. Tað er "Eingladust", sum stóð at lesa á Listablogginum í fjør - 24 yrkingar, ið sjálvandi eru framúr góðar. Fremst í útgávuyvirlitinum stendur, at hetta er triðja bókin hjá Tóroddi Poulsen í ár, eg kenni ikki bókina "Leyvið haldi eg", og ivist í um hon er útkomin. Eg sá hana so ikki í Rit og Rák, tá eg ognaði mær "Einglasuð" herfyri. Men óansæð, so kunnu vit helst loyva okkum at staðfesta, at Tóroddur Poulsen ikki í nakran serligan mun ræðist poetiska inflatión og eventuella devaluering. Hann er so mikið avrikamikil, at tað næstan tykist ósømiligt - mær vitandi liggja fleiri handrit og bíða eftir av verða útgivin, hann hevur haraftrat verið við á fleiri listaframsýningum í summar og fer í næstum at sýna fram í Flensburg og í Sønderjyllands Kunstmuseum.

Slóðirnar í "Einglasuð", sum er bók nummar 34 hjá Tóroddi Poulsen, eru tær somu sum í undanfarnum yrkingarsøvnum, í  nýggju bókini eru sostatt bæði dømi um speiskar samfelagsviðmerkingar og abstraktar tilverutulkingar. Millum samfelagsatfinningarnar er eitt nefs til ein ávísan mentamálaráðharra, og hvør veit, kanska er tað hann, sum so væl dámar træskip og føroyskan dans: "aftur og aftur/ flytir hon/ fingrarnar/ fyri hann/ á tangentunum/ hann skal læra/ at spæla/ dukka mín er blá/ hann dugir stevini/ í føroyskum dansi/ og hevur lisið/ søren og mette/ hann hevur sitið/ í leypinum/ hjá langabba/ og gitt gátur/ og samstundis talt/ seks hundrað og seks og trýss/ seyðasparl í øllum túnunum/ í heimbygdini/ hann skal verða/ mentamálaráðharri"

Eg veit ikki um tað hevði broytt nakað, um útgávutíttleikin hjá Tóroddi Poulsen minkaði, so at hann gav færri bøkur út, og um hann á tann hátt fekk bøkurnar meira konsentreraðar enn nú, men sjálvt um styrkin og beinraknið varierar og summar av yrkingunum sýnast meira heilskapaðar enn aðrar, so eru ongar vánaligar yrkingar í savninum. Og mær dámar ta drálandi lesikensluna og fjølbroyttu lesiupplivingarnar, tá eg spakuliga slørði frá einari yrking til ta næstu sum havi eg poetiska kenning. Yrkingin, sum stendur á síðu 31 er nokkso eyðkend fyri yrkjaran. Tað vil siga, at hon er framúr góð, evnisliga einføld og gjøgnumførd við surrealistiskum brá og eini greiðari rørslu, sum í einum fangar barndómsminni og lívsins fatalu treytir og vendir teimum við: "stendur á/ hondunum/ og/ minnini/ renna sum/ sandur/ niður í/ høvdið/ og/ tú jarðast/ í svørtum/ barndómi/". Barndómur og minni eru evnið í fleiri yrkingum, t.d. í yrkingini á síðu 23: "omaneftir/ kjálkunum/ renna minnini// steðga/ eitt lítið bil/ við smílikullurnar// ein dyggan/ undir vangan/ og hvat so".

Við Tóroddi Poulsen eru vit á tryggari modernistiskari leið við yrkingum, sum í støðum ørkymla, tá viðurskifti ella lutir, sum vit kenna til, verða avskeplaði ella tá vit t.d. í heilum hoyra um ymiskt í bundnum formi, sum vit ikki eru presenteraði fyri frammanundan, og tá tað óítøkiliga skiftir ham og verður ítøkiligt. Yrkingarnar tykjast stundum einfaldar og banalar, men tær skulu allar lesast nakrar ferðir áðrenn lesarin nærkast eini møguligari fatan. Tóroddur Poulsen er á sama spori sum Stepháne Mallarmé í sannføringini um, at hin besta njótingin av poesi kemur, tá lesarin lesur og skilir spakuliga, tá partar av yrkingini verða fataðir og so við og við koma undan kavi. Hjá Tóroddi Poulsen kennist tað eisini ofta sum um, at yrkingin brádliga ger eina skjóta vending, sum hevur við sær, at fatanin gleppur. Í summum av yrkingunum verður sipað til eldri yrkingar hjá Tóroddi Poulsen, og eisini kundi tað sæð út sum um, at  væl umtókta bókin hjá Katrini Ottarsdóttir verður intertekstualiserað í eini yrking um rør. Dreymarnir eru týdningarmiklir í hesum universinum, myrkrið veitir íblástur og á henda hátt eru negatiónirnar og tvørsagnirnar afturvendandi og títtar. Skuggin í yrkingini á síðu 79 minnir um søguna hjá H.C.Andersen um tann karrierumeindaða skuggan, sum hevur sæð ljósið (ella myrkri) og sum blómar, meðan tann lærdi maðurin fánar burtur. Hesin skuggin hjá Tóroddi Polsen tolir ikki ljósið í dreymunum og er meinlíkur einum deyðum eingli, har hann liggur við inngongdina til dreymaverðina ella hvør veit um hann ikki er fullur? "tá eg sigi/ við skuggan/ sum eltir meg/ at hetta er trappan/ inn til mínar dreymar/ hvørvur hann/ og eg síggi/ hann ikki aftur/ fyrr enn eg vakni/ og kenni meg/ so hálvan/ og eg síggi á honum/ at tað ger hann eisini/ har hann liggur/ framan fyri trappuni/ við faldaðum veingjum." Deyðin er hvítur sum kavi, og sum mjólk ella sum kirkjan, hon er kritahvít sum salt. Við smáum slankum til heimsins brennideplar við barnasoldatum og sjálvmorðsbumbarum følist yrkingauniversið føroyskt og gerandisligt við tjøldrum, haga og havi, hjólbørum, grasi og kirkjum og sjálvt um skálkabrosið lúrir aftan fyri horntónarnar og jólatræið við barnaskøltum og teirri turru móðurlandskøkuni, er innileikin stórur og gevandi í nýggja savninum, t.d. í eini yrking, sum kanska kann lesast eins og eitt lítið requiem fyri einum deyðum tónleikara: "teir krógvaðu/ tónarnir/ undir kavanum/ minna meg á/ hann ið doyði/ av ongum lívi/ sum hann elskaði// og eg fái hug/ at goyma/ eitt sindur av kava/ til minnis um hann/ og fortíðina/ sum ongan gloymir." 



(KP)



30 ár við symfoniorkestri

Leif Hansen 

“Et sådant orkester vil forhåbentlig tilføre den færøske nations særprægede kultur yderligere værdier”. Soleiðis stóð at lesa í fyrstu konsertskránni hjá orkestrinum. Við hesari vón varð Føroya Symfoniorkestur sett á stovn fyri 30 árum síðani. At vónin varð til veruleika og mentunarlívið og serliga tónleikalívið í Føroyum er blivið ríkari við orkestrinum er ivaleyst. Sunnukvøldið 20. oktober hevði Føroya Symfoniorkestur 30 ára stovningarkonsert.

Í sambandi við, at orkestrið í ár skuldi halda eina hátíðarkonsert setti Sunleif Rasmussen sær fyri, at ogna orkestrinum eitt nýskrivað verk. “Veitsla” var heitið á verkinum- tí, sum Sunleif segði tá hann presenteraði verkið, so var hesin konsertdagurin ein veitsludagur. Verkið er frá tónasmiðinum væl lagt úr hondum. Sunleif hevur gott hegni til tað annars so sera torføra listarliga handverk at orkestrera tónleik. Áhoyrarin fekk veruliga at hoyra hvussu nógvar ljóð-, klang- og styrkismøguleikar eitt symfoniorkestur hevur.  Sunleif gav við verkinum tónleikarunum musikalskar avbjóðingar á hvørjum ljóðføri sær, men so sanniliga eisini avbjóðingar sum orkestur. Hóast avbjóðinganar, var tað ein sonn fragd at hoyra hvussu væl orkestrið spældi nýggja verkið. At verkið inniheldur tónleikaligar dygdir útyvir at verða gott tónlistaligt handverk er einki at ivast í. Ynskiligt hevði tó verið, um “Veitsla” varð sett á skránna aftur til komandi nýggjárskonsert í januar. Á júst einari nýggjárskonsert, við sínum festligu og stuttligu kørmum hevði verkið komið til sín veruliga rætt og ikki fallið nakað uttanfyri, sum eg tó haldi at tað gjørdi á hesari heystkonsert, hvat stíli og tónleikaslagið viðvíkur.

Tjajkovskij er eitt av kendastu tónaskøldunum úr romantiska tíðarskeiðnum og harvið eitt tað týdningarmiklasta tónaskaldið í russisku tónleikasøguni. Nakað misvísandi verður Tjajkovskij vanliga settur í bás saman við teimum vesturevropæisku-orienteraðu konservatoriuútbúgnu russisku tónaskøldunum, mótvegis teimum meira tjóðskaparliga orienteraðu tónaskøldunum, serliga “Teir fimm” (Balakirev, Cui, Borodin, Mussorgskij og Rimskij-Korsakov). Væl hevði Tjajkovskij útbúgving av konservatorinum í heimbýnum, Skt. Pætursborg eins og hann var ávirkaður av vesturlendskum tónaskøldum, men hann fann sær sum “Teir fimm”, eisini íblástur í russiskari folkloru til sín tónleik. Somuleiðis standa romantisku russisku tónaskøldini og harvið eisini Tjajkovskij á tí nationala tónleikaliga grundvølli, ið tónaskaldið Mikhail Glinka grundlegði. Symfoniorkestrið spældi forestin eitt verk hjá Glinka á síðstu heystkonsertini. Klaverkonsertin nr. 1 í Bb-dur hjá Tjajkovskij er uttan iva tann kendasta virtuoskonsert úr romantiska tíðarskeiðnum og kanska tann kendasta klaverkonsertin yvirhøvður. Tí er tað við áræði og stórum sjálvsálitið, tá Føroya Symfoniorkestur setur sær fyri, ikki bara at framføra konsertina í Føroyum, men eisini hevur hana á skrá vestur um hav til Íslands.

Solistur á klaver var russiski pianisturin Pavel Raykerus, sum til dagligt undirvísir á konservatoriinum í Skt. Pætursborg, umframt at verða gestasolistur kring heimin. Eftir at eg hevði hoyrt hann á frálíkari konsert í Mentunarhúsinum í Fuglafirði kvøldið fyri, var eg spentur at hoyra hann royna seg við klaverkonsertini hjá landsmanninum Tjajkovskij. Eftir konsertina má eg ásanna at júst hansara klaverspæl og samanspæl við orkestrið gjørdu at Heystkonsertin 2013 hjá Symfoniorkestrinum í mínum hugaheimi fer standa eftir sum ein av teimum stóru tónleikaligu upplivingum í 30 ára gamla konsertsalinum. Samanspælið millum solist og orkestur gekk væl tó at onkur kiks vóru her og har. Tó tóktist orkestrið at hava gott tak á teimum melodisku frasunum ella lyriska dáminum, sum í tónleikinum hjá Tjajkovskij er so centralt. Eisini dámdi mær væl tann musikalitet, sum dirigenturin, Bernarður Wilkinson, áhaldandi  veitir framførslunum hjá orkestrinum og sum skein týðiliga ígjøgnum í júst hesari framførsluni. 

Eftir lítlan steðg var síðsta verkið ”Enigma Variations” hjá Edward Elgar á skránni. Hetta verkið var stóra gjøgnumbrotið hjá Elgar og verður enn í dag nógv spælt kring heimin. Hóast at mær dámdi framførsluna, sum hekk væl saman t.d. við dymaniskari variatión og neyvleika, so sat eg eftir við kensluni av at konsertin náddi sínum klimaxi fyri steðgin við klaverkonsertini. Yndisligu variatióninar hjá Elgar komu stutt sagt at standa í skugganum av virtuosu konsertina hjá Tjajkovskij, og serliga av framúr góða klaverspælinum hjá Raykerus. Ein loysn hevði verið at klaverkonsertin og Enigma høvdu býtt pláss og harvið kanska “Veitsla” hjá Sunleifi staðið enn sterkari í minninum á áhoyrarnum.

At leggja konsertskrá til rættis er als ikki nøkur løtt uppgáva og helst eitt størri puslispæl at fáa at liggja. Nýskrivaða verkið hjá Sunleifi Rasmussen hevði, sum áður nevnt, uttan iva hóskað tónleikaliga betur á einari nýggjárskonsert. At tað innan stíl eisini fellur uttanfyri Tjajkovskij og Elgar er sjálvsagt, men hinvegin so gevur tað góða meining, at hava eitt upprunaverk, skrivað av fremsta tónaskaldi føroyinga við í skjáttuni vestur um hav til Íslands.

Aftur í ár hevur orðaskifti verið um framtíðarváninar hjá orkestrinum. Fíggjarliga er orkestrið skorið inn á bein og hevur tíverri verið tað øll 30 árini. Føroya Symfoniorkestur er við tíðini broytt frá at verða eitt áhugatónleikaraorkestur til í stóran mun at verða eitt orkestur, mannað við yrkistónleikarum. Fyri okkum áhoyrarar merkir tað, at vit fáa møguleika fyri at hoyra tónleik á høgum støði og kunnu hoyra tónleik, sum orkestrið áður ikki hevði hættað sær undir. Formaðurin í orkestrinum segði enntá í útvarpssamrøðu herfyri at “orkestrið nú klárar at spæla alt” (allan tónleik fyri symfoniorkestur LH.). Eg skal ikki taka dagar ímillum, hvørt hann hevur rætt í hesum ella ei, men heldur harmast um, at tað í nógv størri mun er talan um, hvat orkestrið hevur ráð til at framføra og ikki. Hvussu nógvar konsertir eitt slíkt orkestur skal hava árliga fyri at varðveita ein kontinuitet og at orkestrið áhaldandi kann verða samanspælt veit eg ikki. Men heilt víst er at tær 5-6 konsertinar árliga er eitt minstamark. Skal støðið áhaldandi hækka, er umráðandi at tónleikarnir fáa høvi at spæla sum mest saman.

Hóast fíggarlig trong kor, so bera heystkonsertirnar í fjør og tann sunnudagin boð um at strembað verður eftir at spenna tónleikaliga bogan á tamb. Í fjør settu tey sær fyri at framføra m.a. 1.symfoni hjá Sibelius og í ár m.a. klaverkonsertina hjá Tjajkovskij. Havandi hetta í huga so er einki at ivast í, at vónin hjá teimum, sum løgdu lunnar undir orkestrið fyri 30 árum síðani, higartil hevur borið væl og virðiliga á mál. Symfoniorkestrið er í dag, sum tað eisini eigur at vera, krúnan á klassiska tónleikalívinum í Føroyum. Orkestrið og tað støðið, sum tað í dag er á, er eitt úrslit av miðvísum arbeiði í musikskúlanum, vælvild frá tónleikarum í Føroyum og uttanlands, einari hartarbeiðandi orkesturleiðslu og ikki minst einum dugnaligum dirigenti.Verður sama arbeiði lagt í orkestrið í árunum, sum koma, er einki at ivast í at orkestrið áhaldandi fer at “tilføre den færøske nations særprægede kultur yderligere værdier”.









Det store danske spejl

Higartil havi eg ikki skrivað nakað á donskum á listablogginum, men í dag haldi eg onkursvegna, at ein viðmerking á heimsmálinum donskum, verður tikin í størri álvara. Men hetta er dagsins undantak.


Den største begivenhed i nyere tid - skal man tro mængden af facebook kommentarer – er, at der har været nogle danskere heroppe hos os og lave en udsendelse, og siden vist den på selveste DR.

Udsendelsen handlede om den akutte kvindemangel på Færøerne, og det blev så illustreret gennem nogle smukke naturbilleder og en hulens masse fisk og får. Færinger fremstillet ud fra kolonialistiske stereotyper, skrev en på facebook, og det er helt sikkert rigtigt. Men sådan er det jo hver eneste gang, vi skal spejle os i det store danske spejl. 

Men det er bare umuligt for mig at forstå, hvorfor det er så vigtigt overhovedet at spejle sig i dette spejl. Hvorfor er det så vigtigt for os, hvordan danskerne ser os og fremstiller os. Hvorfor er det ikke vigtigt at analysere og diskutere, hvordan vi ser og fremstiller os selv og vores ideer om det gode liv og det gode samfund. Hvorfor er det en begivenhed af olympiske dimensioner, når danskere inviterer os til at betragte os selv gennem deres øjne.  

Det er på en eller anden måde selvkolonialisering, når en samlet nation glædes, bliver sårede eller vrede over en dansk udsendelse. Det er selvkolonialisering ikke at betragte nogle af problemerne - at vi ikke har gode nok tilbud til børn med handicap, eller at vi ikke satser nok på kulturen - indefra, men i stedet betragte dem i det store danske spejl.

Tórshavnar Kommuna lagde i går en film om byen ud på Vimeo, og den fik ikke lige så meget opmærksomhed, som udsendelsen i DR samme dag. Det er godt nok også en reklamefilm, men den er alligevel mere interessant, for den viser, hvad for et samfund vi ønsker os. Eller måske, hvad Heðin Mortensen og med ham hver tredje stemmeberettigede borger í Havnar Kommuna ønsker sig. Der var også skøn natur og fisk, dog ingen får, men til gengæld omsorg for børn, kultur og en hulens masse sport. Og, Nå ja, en café, selve symbolet på, hvad kvinder vil have. 

Heðinfilmen kan ses her:
http://vimeo.com/77340046
(IS)

Rune T.Kidde er deyður


Hesa herligu tekningina teknaði ein av mínum yndistekniseriuteknarum og høvundum. Ójøvnu, fínu strikuna eigur Rune T.Kidde, sum var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri donsku undirgrundstekniseriuna í 1970´unum. Danskir fjølmiðlar upplýsa, at Rune T.Kidde doyði fyrranáttina, hann bleiv 56 ára gamal. Hvíl í friði Rune og takk fyri!

http://www.denstoredanske.dk/Kunst_og_kultur/Tegneserier_og_tegnefilm/Tegnere,_animatorer_og_illustratorer/Rune_Torsten_Kidde
http://www.dr.dk/Nyheder/Kultur/Laeseklubber/Romanklubben/Interviews/20091216113758.htm

Monday, October 21, 2013

Áhugaverd framsýning í Storm P-savninum


Í Storm P-savninum (beint við inngongdina til Frederiksberg Have í danska høvuðsstaðnum) hava tey í løtuni eina samtíðarframsýning við humoristiskum myndum. Framsýningin fevnir um málningar, tekningar, standmyndir og føroysk listaáhugað munu kenna fleiri av verkunum aftur frá Steinprenti, har eitt nú Kristian Devantier og Andreas Schulenburg hava arbeitt og sýnt fram. Jan Andersson hevur verið og hugt og tikið myndir og niðast er ein samrøða við Andreas Schulenburg, sum er føddur og uppvaksin í Týsklandi, men sum er útbúgvin á danska kunstakademinum og sum eisini býr í Danmark.












Storm P. Museet
Frederiksberg Runddel
DK-2000 Frederiksberg


http://www.stormp.dk/Storm-P/aktuel-udstilling.html


(KP)

Sunday, October 20, 2013

Hjartaliga til lukku, Føroya Symfoniorkestur

Upptøkan er ikki frá í dag, men hon er festlig og passar til høvið

Føroya Symfoniorkestur hevði í dag eina sera væl eydnaða framførslu í Norðurlandhúsinum, konsertin var útseld og nú er orkestrið ávegis til Íslands at hava konsert. Eg minnist hvussu tað var áðrenn Føroya Symfoniorkstur varð sett á stovn og haldi, at landið var so ómetaliga nógv meira fátækt tá. Musikkskúlin og Symfoniorkestrið eru tvær síður av somu succcés fyri okkara ungdóm og fólk, stovnar, ið vit sum samfelag eiga at fjálga um og skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri. Allarbestu ynski til Føroya Symfoniorkestur frá okkum, og hjartaliga til lukku við 30 ára føðingardegnum.



(KP)