Saturday, August 24, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Hanni Bjartalíð



Nú líður móti endanum á Ólavsøkuframsýningini, sum inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk. Trý av teimum allarbestu hevur Hanni Bjartalíð evnað til burtur úr træpettum. Endurnýtsla er aðaltáttur í listarligu mannagongdini hjá hesum originala listamanninum, tað síggja vit í hansara málningum og kollasjum, men eisini í serstøku træobjektunum, sum hann hevur arbeitt við í nøkur ár. Hesi objektini eru fyri stóran part gjørd burtur úr endurnýttum tilfari, smáum træsprekum, burturkasti, umframt eisini ymiskum readydmade brúkslutum. Við íblástri frá m.ø. barndómsminnum sýnast hansara fjálgu standmyndir úr organiskum træi merktar av einum at kalla eymligum nærlagni í mátanum, tær eru settar saman, sum ikki er ólíkt mátanum, vit bygdu okkara hyttur uppá, tá vit vóru lítil. Men hesi verkini hava jú onga funktión sum so, tey eru listaverk og skulu upplivast. Lítla træstandmyndin hjá Hanna Bjartalíð er ómetaliga fjølbroytt, hon kann upplivast frá øllum síðum, og er ymisk allan vegin runt. Framman fyri liggja nøkur fagurlitt træsprek og sløðast í nøkrum, sum vísir seg at vera ein neyv, dynamisk samandungan, ið er plaserað niðast fyri træføturnar á standmyndini, sum harumframt er sett saman av einum lítlum kassaskapilsi við tilhoyrandi torni og stiga. Eg fái ómetaliga nógv burtur úr hesari steintigandi húsastandmyndini, sum samstundis er so full av lívi og ljómi og abstraktum søgum um barndóm og stokkuta og viðkvæma tilveru. Skundið tykkum niðan í Listasavnið at hyggja. Framsýningin verður tikin niður mánadagin. Atgongumerkið kostar 50 krónur, tað fer til Listafelag Føroya, hvørs endamál er at stuðla og keypa føroyska list.



(KP)


Friday, August 23, 2013

Fernisering í Korndalsgarði


Í dag læt framsýningin við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen upp í Barnagarðinum Korndalsgarði á Eiði. Barnagarðurin fyllti fimm ár og har var lív í og alskyns stuttligt hjá børnunum, umframt føðingardagskøka og grillpylsur. Undirritaða gjørdi upprunaliga úrvalið til eina framsýning í Steinprenti, sum læt upp 22.februar. Talan er um svarthvítar myndir, sum fotografurin sjálvur hevur framkallað. Framsýningin er opin leygardag og sunnudag aftrat og øll eru vælkomin. 

http://www.listinblog.blogspot.com/2013/08/asmundur-poulsen-forkunnug.html


Myndirnar hanga væl í Korndalsgarði



Portrettmynd av Olivar á Mýruni

Úti í gongini

Systrar mínar og systkinabarnið Jóin

Fyriskiparin Annvør, sum eisini er systkinabarn okkara


Sjálvportrett



Ein fjálg mynd av Eiðisbygd


Perman á bókini, sum verður seld á framsýningini


Ein mynd av fotografinum




(KP)

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Jón Sonni Jensen





Meginparturin av Ólavsøkuframsýningini er myndir. Verkið hjá Jón Sonna Jensen er ikki nøkur mynd, tó at tað hongur á vegginum eitt sindur fyri seg sjálvt niðri í gamla salinum í Listasavninum. Einsamalla støðan leggur dent á, at talan er um eitt øðrvísi verk. Verkið minnir um eitt klæði og kundi verið eitt dømi um tekstillist, men eg haldi, at rætta sjangran í hesum føri man vera installatiónslist. Talan er um eitt stórt stykki av latex, 200 cm x 30 cm x 30 cm, sum listamaðurin hevur viðgjørt og litað og sum síðan er hongt uppá ein seym eins og var tað ein frakki ella eitt plagg av onkrum slag. Eg hoyrdi onkran í Listaskálanum umrøða verkið sum "Líkklæðið" og tað er kanska ikki so løgið, tí onkursvegna tykist tað merkt av fráveru. Tær mongu vøkru legdirnar í klæðinum minna eitt sindur um klassiskar standmyndir og í hesari assosiatiónini gerst áskoðarin varugur við, at persónurin vantar, sum klæðið plagar at vera sveipað rundanum. Samstundis sum verkið ber við sær ymiskar dramatiskar, klassiskar assosiatiónir, er okkurt ógvuliga viðbrekið við verkinum. Tunna líkklæðið minnir um eina membran, ella um húð ella um lívgøgn við tunnum æðrum, men hví er tað tá hongt uppá ein seym? Tað ber til at fáa nógvar søgur burtur úr hesum verkinum, sum skal síggjast har tað er framsýnt í Listasavninum. Farið sjálvi niðan og hyggið. Nú fer at vera síðsti møguleiki at síggja ella endursíggja Ólavsøkuframsýningina, ið verður tikin niður mánadagin.




(KP)


Íslandsvika - dagsins listafólk

Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.

Guðrun Vera Hjartardóttir (1966) spælir í sínum standmyndum uppá áskoðarans viðurskifti í mun til veruleikan, listina og tað himmalska og leggur upp til, at mørkini hvørva. Hon sipar til alt frá bíbliusøguni um hvussu Gud skapti menniskjað, til teletubbies og til Gollum hjá Lord of the Rings í filminum hjá Peter Jackson.








Thursday, August 22, 2013

Í morgin verður tað

 

Í morgin kunnu tit øll fáa ein ókeypis plakat frá Teiti Lassen og Ingilín Strøm. Tit kunnu eisini lesa um mentanarelituna, sum sjálv hevur skapt sær illvilja, um Lazarus og Ingálv og Jóhan Martin, um Sofíu Nolsøe Mikkelsen. Um búkin og girndina, sum sambært skaldið knýta menniskjað nærri jørðini enn nakað annað, um boygdar peikifingrar, um kórsang, um Hans Paula á Skarði og í Havn, um lekar, um hvussu nógvar sannleikar Hans Tórgarð vil ofra fyri ein bíligan látur, um Heiðrik á Heygum og um at seta spurningar, um hví Føroyar eru límið millum Berlin og New York og um sjálvræði og list sambært Sunleif Rasmussen.

Also, um tit minnast til punktum.fo.

Íslandsvika - dagsins listafólk

 
Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.

Ásmundur Ásmundsson (1971) bjóðar listini av í mun til hennara veikleikar og møguleikar. Hann avdúkar í sínum verkum meiningsloysið í modernaðu tilveruni, men fagnar tí eisini, hann vísir á smakkloysið hjá sivilisatiónini, men eisini á hennara reinleika, hann leypur á listafólkaeinstaklingin, men hámetur hann samstundis.
 
 
 




Wednesday, August 21, 2013

Story Music í Mentanarhúsinum í Fuglafirði



Í sambandi við nýggju útgávuna Story Music, sum Teitur Lassen gevur út í september, fer hann konsertferð kring heimin. Men fyrsta konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Sambært fyrireikarunum er talan um eina sitikonsert, og hetta merkir, at atgongumerkini eru avmarkað til 380. Konsertin verður í kvøld, mikukvøldið tann 21. august kl. 20.00 og dyrnar verða lætnar upp ein tíma áðrenn.

Tónleikararnir eru hesir:
Teitur Lassen
Benjamin Petersen
Derek Murphy (US)
Unnur Jónsdóttir (ÍS)
Jan Rúni Poulsen
Andreas Restorff

Kostnaður 180,-

Atgongumerki kunnu keypast í Haraldsen, Tutl og á eBillett.fo (frá mikudegnum 14. august).

Mentanarhúsið

Nýggj standmynd við Toftavatn


Tíðindi á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu:

Nýggja standmyndin við Toftavatn

Í kvøld, mikukvøldið 21. august, kl. 19 verður skipað fyri almennum hátíðarhaldi við Toftavatn, í samband við at ein nýggj standmynd er sett upp har. Tað er ein bólkur við Símun Nónklett, ið nevnir seg Símun og manning, ið hava tikið stig til standmyndina, ið nevnist "Seyðamaðurin". Standmyndin stendur beint við gøtuna við Toftavatn, nærhendis har gøtan fer niðan móti Toftum. Listamaðurin Símun Nónklett fer at greiða frá íblástrinum til standmyndina og handverkinum. Umboð fyri Nes Kommunu og Runavíkar Kommunu fara at siga nøkur orð. Eisini luttekur Kór Glyvra Kirkju við kórsangi. Hátíðarhaldið verður á gøtuni við Toftavatn, og øll eru hjartaliga vælkomin. Fotomyndirnar tók Torbjørn Jacobsen














Íslandsvika - dagsins listafólk


Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.

Magnús Sigurðarson (1966) kannar samleika, ikki minst sín egna, í listini. Hansara verk eru eitt slag av sjálvsmyndum, har hann granskar egnan nationalitet og lýsir hvussu hansara samleiki fylgir honum allar staðir og litar alt, sum hann upplivar. Á sama hátt sum áskoðarin, sum sær hansara verk ikki sleppur undan sínum egna samleika.






 
 

Íslandsvika - á frændafundi

24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.

 Hóma tit eitt tema?

 Ja, henda vikan er Íslandsvika.

Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við nakrar tekstir frá Frændafundi, sum var í Føroyum 2007. Hesir fyrilestrarnir og fleiri frá 2007 eru prentaðir í ritinum Frændafundur 6.
 
 

Malan Marnersdóttir

 Fjölbreytilegt og margslungið


List er ekki bara listaverkin, myndirnar, heldur líka allt sem lýtur að list: verslanir með efnivið, sýningar, vinnustofur, umræða, gagnrýni og samtök listamanna og listunnenda – svið aðskilið frá öðrum sviðum, að mörgu leyti sjálfstætt gagnvart annarri starfsemi í þjóðfélaginu. Þetta kerfi hefur þanist út og þróast síðustu tíu árin, og listsviðið orðið miklu flóknara en áður. Listamenn eru fleiri, áhugamálin fjölbreytilegri og átökin milli mismunandi skilnings og hugarfars sýnilegri en áður. Kynslóðaskipti hafa orðið og listamenn berjast við at ná fótfestu. En sjálft hið skapandi starf færist í aukana um leið og hægt er að sýna fram á að konur geta verið listamenn.

 

 

 

Tuesday, August 20, 2013

Randi Samsonsen og Bárður Oskarsson sýna fram í Norðurbryggjuni - ferniseringsmyndir













http://www.bryggen.dk/da/udstillinger/b%C3%A1r%C3%B0ur-oskarsson-over-bord-2013/

http://www.bryggen.dk/da/udstillinger/randi-samsonsen-der-er-noget-i-luften-2013/










(KP)

Íslandsvika - dagsins listafólk

Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.

Finnur Arnar Arnarson (1965) brúkar gerandisdagin í sínum verkum. Hansara list vísir ein dreymakendan hugburð til íslendska nátturu og til náttúruna inn i í okkum sjálvum. Verkini eru frásagnarlig og inkludera ofta tekst, men eru samstundis eisini merkt av at vera frystar løtumyndir.