Friday, November 15, 2013

Tíðindaskriv: Amariel í Focus




Fríggjadagin  15. november kl. 16 - 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann, sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður - eldhugaður og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan sæst týðuliga á hesari framsýningini.

Vinmaðurin, tónleikarin og tónasmiðjurin, Holgar Jacobsen kemur at undirhalda við gittara og sangi, og hansara nýggjasta fløga verður løgd fram.

Framsýningin er opin til 28. november: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

Thursday, November 14, 2013

Pól F - hugleiðing og sangur

 
Hóskvøldið, 14. nov., verður skipað fyri einum forvitnisligum tiltaki á Tjóðpalli Føroya, har Hanus G. Johansen fer at syngja Pól F sangir, og Hans Jacob Kollslíð fer at hugleiða um mannin Pól F. Joensen. 

Hanus G. Johansen hevur gjørt løg til ein hóp av yrkingunum hjá Pól F, og hevur givið út heilar tríggjar fløgur við sangum við orðum eftir Pól F. Tann kendasta av hesum fløgunum er kanska tann fyrsta, Gaman og álvara (1988), men eisini tær báðar seinnu, Hørpuspælarin (2010) og Á fold eru túsind gudar (2012), eru væl umtóktar millum manna.  

Hugskotið til tiltakið fingu fólk á Skála, tá tey skipaðu fyri einum Pól F kvøldið á Fjarðastevnuni í summar. Ynski var um at fáa Hanus at syngja Pól F sangir, men tey vóru eisini mong, ið kundu hugsað sær at hoyra eitt sindur um mannin Pól F. Hans Jacob Kollslíð skrivaði til hetta høvið eina hugleiðing um Pól F við støði í teirri ávirkan, ið sangirnir á plátuni Gaman og álvara høvdu á hann, tá ið hann hoyrdi plátuni á fyrsta sinni, og við støði í einari samrøðu, sum Pól F hevði við Tór Jóansson, tá ið Pól F fylti 70. Tiltakið á Skála var so mikið væl eydnað, at Hanus og Hans Jacob gjørdu av at royna tiltakið aðrstaðni við. Teir hava fyribils verið í Vektarbúðini í Vestmanna og í Gamla skúla Sørvági, og hevur undirtøkan verið sera góð.

Tiltakið, Pól F - hugleiðing og sangur, verður á Tjóðpallinum hóskvøldið, kl. 19:30. Atgongumerkið kostar kr. 100,-, fáast á info@tjodpallur.fo og við dyrnar frá kl. 18.30.    


Minniskonsert fyri John Tavener


Sir John Tavener, composer, music
Fríggjadagin verður konsert í Southwark Catedral, sum fevnir um áhugavert íslendskt og bretskt samstarv fyrireikað av Curated Place. M.a. fevnir skráin um tríggjar Shakespeare sonnettir, sum Sir John Tavener sáli hevur skrivað til høvið. Sjálvt um hetta er ein klassisk konsert, er hon merkt av góðari cross over orku og so er hon ein áminning um, at tú ikki nýtist vera listarliga avmarkaður, tó at tú kemur úr einum lítlum landi.

Av tí, at tónaskaldið doyði í vikuni verður framførslan samstundis ein minniskonsert fyri bretska tónaskaldinum, sum fleiri føroyskir kórsangarar munu kenna. Tónaskaldið hevur skrivað nýggja verkið til Kamarkór Suðurlands úr Íslandi. Harumframt hevur Kjartan Sveinsson úr Sigur Rose valt úr samtíðartónleik frá sjey íslendskum tónaskaldum, sum kórið fer at framføra, umframt at eisini solosangarar fara at syngja. Eg seti nøkur leinki inn her og teimum kórfegnu viðmæli eg at lurta eftir brotinum ovast, sum minnir okkum á hví tað nú er, at vit elska kórsang. Niðast seti eg eitt leinki til eitt av verkunum hjá Tavener, The Lamb, sum eitt kór føroyskt kór framførdi fyri nógvum árum síðani, men her er talan um eina framførslu hjá Kings College Kórinum í Cambridge.

http://m.soundcloud.com/curatedplace/heimaey-kjartan-sveinsson-sicc

http://www.telegraph.co.uk/news/obituaries/culture-obituaries/music-obituaries/10444987/Sir-John-Tavener-obituary.html

http://www.dfs.is/adsendar-greinar/3549-vieburearikt-ar-hja-kammerkor-sueurlands

The World Premiere of Three Shakespeare Sonnents from that colossus of the classical world, Sir John Tavener, is the main event with Kjartan Sveinsson of Sigur Rós fame heading a lineup of new music from seven Icelandic composers. Finally a brand new commission from one of the UK’s rising classical stars, Jack White produced through our residency programme ”Collaborative Compositions“ with Sound and Music will be performed by the performers it was written for - The South Iceland Chamber Choir. We’re honoured to be welcoming a stellar line up of soloists to the event too:
Bjorg Thorhallsdottir (soprano)
Elisabet Einarsdóttir (soprano)
Tui Hirv (soprano)
Gudrun Olafsdottir (mezzosoprano)
Eyjolfur Eyjolfsson (tenor)
Hrolfur Saemundsson (bariton)
and Adrian Peacock (bass)
Celebrating landscape and literature in Shakespeare’s own place of worship the concert is a one-off opportunity to experience Tavener’s latest masterpiece performed by a choir handpicked by the composer himself.
The performance will take place on the 15th November 2013. Southwark Cathedral, London Bridge, London, SE1 9DA. 




Wednesday, November 13, 2013

13 føroyskar orðabøkur í lumman


Nú er appin til orðabøkurnar á sprotin.fo klár! Hevur tú teldil ella snildtelefon, er nógv fittligari at brúka appina heldur enn vanligan internetkaga. Í appini eru 10 orðabøkur millum føroyskt og onnur mál umframt 3 føroyskar orðabøkur. Sniðið er einfalt og lætt at nýta. Funkur, sum eru í netorðabókunum, eru eisini í appini, t.d. føroysk bendingasnið til flestøll føroysk leitorð, tú kanst leggja orð í tín yndislista, deila orð á sosialu miðlunum og samskifta við tann, sum varðar av orðabókini, sum tú ert í. 

Appin er á føroyskum og enskum.   

Appin er ókeypis at brúka til 1.1.2014. 

APPIN ER AT FÁA á heimasíðu sprotans: til http://m.sprotin.fo






Fjølbroyttir bókadagar

Tað er ein rættiliga blandað forsamling, sum er boðin at taka lut í Bókadøgunum, sum verða í Norðurlandahúsinum í døgunum 21.-24.november. Tiltakið er størri hesa ferð enn tað hevur verið áður, og tað sær út til, at tankin er at fevna rættiliga breitt frá sonevndum smølum bókmentum til bestsellarar, sum í fleiri førum ikki eru skrivaðar av bestu høvundunum, tíverri. Luttakaralistin er sera fjølbroyttur, men sum skilst eru flestir av innbodnu høvundunum danskir, tó at onkur íslendskur høvundur eisini er á listanum. Tretivu nøvn standa á listanum, ein partur skrivar fagrar bókmentir, meðan onnur skriva fakbókmentir.

Rithøvundar og aðrir gestir, sum taka lut á Bókadøgunum eru:

Anna Lena Sandberg
Arnstein Niclasen
Árni Dahl
Bjarni Bjarnason
Durita Holm
Halldóra Dam
Hanus Kamban
Helgi Jacobsen
Ingun Christensen
Jógvan Isaksen
Kim Leine
Kim Simonsen
Leif Davidsen
Magni Mohr
Marjun Bæk
Marjun Syderbø Kjælnes
Monika Stauss Joensen
Nils Thorsen
Oddfríður M. Rasmussen
Oddvør Johansen
Páll Nólsoy
Peter Laugesen
Pól Jespersen
Sara Blædel
Sissal Kampmann
Sonne Smith
Sólrún Michelsen
Svanna Hanusardóttir
Tóroddur Poulsen
Turið Sigurðardóttir

Vit gleða okkum til Bókadagar, lesið meira um tiltakið her:

http://bokadagar2013.wordpress.com/


(KP)

Tuesday, November 12, 2013

List til sølu í New York


Ert tú listaáhugað og ikki minst rættiliga væl fyri peningaliga, er at pakka ferðaskjáttuna og sleppa tær til býin, sum ongantíð svevur. Mikukvøldið er samtíðarlist og modernað list á skránni hjá aktiónshúsinum Sothebys í New York. Tey hava 64 verk til sølu og lægsta metingin er, at auktiónin fer at geva 300 milliónir dollarar av sær, m.a. eru nøkur av kendastu verkunum hjá Andy Warhol til sølu.




(KP)

Monday, November 11, 2013

Oddfríður M. Rasmussen gevur út tvey søvn


Oddfríður Marni Rasmussen hevur gjørt eitt ordans hál og gevur út ikki minni enn tvær bøkur. Í sambandi við, at Sprotin gevur út yrkingasøvnini: Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen og Tú veitst ongantíð eftir Ron Padgett, sum Oddfríður M. Rasmussen hevur týtt, verður bókaframløga á Býarbókasavninum fríggjadagin 15. november klokkan 17:00. Oddfríður fer at lesa upp yrkingar aftur við basspæli frá Agnari Lamhauge, og hann fer at hugleiða eitt sindur um upprunan til bæði søvnini. Eisini ber til at ogna sær eitt signerað eintak av báðum søvnunum.

Eg eri næstur – Oddfríður Marni Rasmussen
Vit billa okkum sjálv inn, at vit hava ein frían vilja at ávirka lívsleið okkara. Vit billa okkum inn, at tá ið vit við okkara fría vilja hava tikið eina stóra avgerð, so fer hetta at laga lívið soleiðis, at framtíðin verður bjørt, verður soleiðis, sum vit avgjørdu hana við hollari hjálp frá okkara fría vilja. Viðhvørt er tað so. Viðhvørt ikki. Vit hava fría viljan til at náa fram á lívsleiðini, men á vegnum eru snávingarsteinar, sum lamma fría viljan; gera ein máttleysan, óttafullan og niðurundirkomnan. Í ringasta føri eru lívsins snávingarsteinar so hálir og fótafestið so ringt, at deyðin tekur yvir fría viljan. Vit, sum enn fóta okkum, kunnu læra av øllum hesum, finna ein lærdóm, ein máta at reisa okkum aftur.
Lagnan er tann megin, sum ræður yvir, hvussu lívið gongur í tí smáa og í tí stóra, og sum rænir alla ávirkan frá menniskjum. Okkara tilvera er merkt av, hvussu lagnan fer við okkum, og vit tillaga lívið eftir lagnunnar beiska smíli. Og kunnu ikki annað.
Lagnunnar speisemi rakti yrkjaran sum eitt skot fyri bringuna, tá ið hann fekk ein blóðtøpp í hjartað, beint áðrenn savnið – Eg eri næstur – skuldi gevast út. Henda mest tambaða myndberingin – hjartað – hevur skert fría viljan, tí at lívið má livast við ábyrgd og aga og við tí eygsýnligu vitan, at lagnan ikki spyr eftir, hvar, hvussu og nær okkara streingir slitna. Við hesum blóðtøppi gjørdist yrkingasavnið – Eg eri næstur – veruligari og lívsnærri enn yrkjarin sjálvur vildi.
Savnið fylgir barnaárunum og fram móti degnum í dag. Tey, sum hava verið ein tráður í yrkjarans lagnustýrda neti, verða beinleiðis ella óbeinleiðis flættað inn í yrkingarnar. Ongin veit, nær tín túrur er. Tú er næstur, óansæð um tú vilt ella ikki: næstur at elska, næstur at detta, næstur at vinna, næstur at hittast, næstur at viðurkenna, næstur at reisa teg aftur, næstur at doyggja, altíð ert tú næstur í tínum egna lívi.
Alt hetta verður lýst í 53 yrkingum í nýggja yrkingasavninum Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Hetta er hansara tólvta yrkingasavn. Permuna hevur Bárður Oskarsson gjørt.


Tú veitst ongantíð – Ron Padgett, Oddfríður Marni Rasmussen týddi
Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt heilt, týtt yrkingsavn kemur út við einum yrkjara.
Tú veitst ongantíð er yrkingasavn eftir amerikanska samtíðaryrkjaran Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt. Í savninum er eitt úrval av av 37 yrkingum eftir Ron Padgett.
Ron Padgett varð føddur í Tulsa, Oklahoma í 1942. Hann hevur lisið samtíðarskaldskap, enskar bókmentir og hevur eisini búð í París í eini tíggju ár. Fyri einum mánaði síðani komu út øll samlaðu verkini eftir hann í eini bók á 800 blaðsíður. 
Ron Padgett er limur og hevur verið forseti í The Academy of American Poets.
Síðani Ron og kona hansara, Pat, vóru í Føroyum á Listastevnu Føroya í 2001, hevur Oddfríður Marni Rasmussen javnt og samt sitið og týtt yrkingar eftir Ron.
Yrkingarnar eru tiknar úr fýra søvnum: trimum nýggjari og einum savni við úrvaldum, eldri yrkingum. Tær umboða ein yngri og ein eldri Ron. Hansara speiski og skeivi háttur at síggja tilveruna er hansara sermerki. Sum ein partur av The New York School of Poetry eru yrkingarnar leitandi og tær draga við sær tilsipingar til onnur listasløg, so sum málningalist, tónleik og annað.

Permuna hevur Fríða Matras Brekku gjørt. 

Sprotin gevur bæði søvnini út. Tey kunnu eisini keypast sum e-bók. Seinni kunnu tey eisini keypast sum ljóðbók.

Samrøða millum Nils Ohrt og Guðrið Poulsen



Mikukvøldið 13.nov verður samrøða millum stjóran í Listasavni Føroya, Nils Ohrt og listakvinnuna, Guðrið Poulsen, sum í løtuni sýnir fram í Listasavninum. Øll eru vælkomin til tiltakið, sum byrjar klokkan 19.30. 

Tíðindaskriv: 

Guðrið Poulsen er listafólk, ið brýtir slóð:
Hon er útbúgvin leirsmiður, men arbeiðir við skurðlist; hennara list hevur í sær sterku yrkisligu siðvenju leirlistanna og frælsi høgmyndanna.

Hennara listarliga eyðkenni er fyrst og fremst abstrakt í mun til ta sterku myndaligu siðvenjuna í føroyskari skurðmyndlist.
Guðrið Poulsen er sum heild hugtikin av tilveruni og serstakliga av tilvitsku menniskjans.
Hennara áhugið fyri rúminum sum tilvitskunnar stað hevur havt við sær eina nýhugsan av prýðing í almenna rúminum, sum sæst aftur í Himmalspeglinum.

Samrøðan verður hildin til høvi av framsýningini hjá Guðrið Poulsen á Listasavni Føroya, ið heldur áfram til og við t. 30.11.

Blíðar heilsur

Nils Ohrt

Framsýningin í Flensburg


Framsýningin hjá Claus Carstensen og Tóroddi Poulsen í Dansk Center Bibliotek í Flensburg verður hangandi inntil 30.november. Tað er altíð í sær sjálvum stuttligt at seta eina framsýning saman, serliga um tú hevur so framúrskarandi góða list at arbeiða við sum í hesum førinum. Tað haldi eg, men nú fær mann at síggja hvat ummælararnir halda. Okkurt er komið, onkrir týskir og danskir miðlar - bløð og bloggar hava skrivað um framsýningina, og eitt ummæli er í dagsins Jyllandsposten, sum eg ikki havi lisið enn. Her er onkur grein og myndir frá framsýningini, ovast er ein grein í Flensborg Avis, har kuratorurin og Jan Andersson úr Steinprenti standa og gera okkum upp. 



”Glotti” af Tóroddur Poulsen.

Et reservoir af refleksioner

Grænsegængerne Claus Carstensen og Tóroddur Poulsen folder deres frodige talent for ord og billeder ud. Læs artikel 




Die Ausstellung im Rahmen des Themen-Tages „Färöer-Inseln“ mit Werken des färöischen Dichters und Künstlers Tóroddur Poulsen und Bildern des dänischen Künstlers Claus Carstensen wird heute um 13 Uhr in der Dänischen Zentralbibliothek von Jan Andersson, Thorshavn eröffnet. Die Ausstellung läuft vom 4. bis zum 30. November, Montag bis Freitag von 9 bis 18 Uhr, und sonnabends von 9 bis 14 Uhr. Norderstraße 59, Flensburg













Sunday, November 10, 2013

Ítøkiligt dømi um høga støðið í Steinprenti

Her í stovuna er komið eitt nýtt fantastiskt verk at standa. Ja, fyribils stendur myndin, innrammingin er so serstøk, at tað í grundini ber til at hava myndina standandi sum eitt objekt á gólvinum. Myndina gjørdi John Kørner í Steinprenti í fjør og hann hevur eisini teknað serstøku rammuna við reyðu bakgrundini og løgnu hyllini niðast, sum eisini minnir um eitt opið vindeyga. Fyri meg er myndin serlig á so mangan hátt, m.a. er prentið gjørt við støði í eini sjálvsmynd hjá pápa mínum, men eg haldi eisini, at hon er góð út frá øðrum kriterium enn teimum familjuligu og so er hon eitt ítøkiligt dømi um høga støðið í Steinprenti. John Kørner segði soleiðis um myndina í eini samrøðu við undirritaðu:

"Í prentinum av einum manni, sum stendur við øðrum fótinum á einum hvali royni eg at skapa úttrykk fyri hvussu tað einstaka menniskja fremur sín leiklut í mun til samfelagið. Um tað so er ein gøtusópari ella ein ríkmaður, so fremja teir báðir okkurt ávíst í mun til samfelagi og hava ávísar dreymar um samfelagið. Tað ber ikki til at vera neutralur..". Uppi yvir tí avmyndaða manninum síggja vit ymsar myndaliðir, ein fugl, eina nakna kvinnu,  hvalir og havi, ið tykjast ímynda hansara dreymar um erotikk og stórlæti.







http://listinblog.blogspot.com/2013/08/the-whale-killing-project.html



(KP)

All that Jazz ...

Hvørt týskvøld er Jassur á Hvonn kl. 21.00



Skráin fyri heystið 2013:

12. november Yes or no
19. november Leivur Thomsen
26. november Kristian Blak
3. desember Debes Blues Station. Uni og Edvard
10. desember Blues Grass Brass Band
17. desember Búgvi Magnussen

Saturday, November 9, 2013

Heilsan frá føroyska listafelagnum í danska høvuðsstaðnum


Nú gartera tey í Føroyahúsinum á Vesterbrogade og tað er ikki hvatsumhelst, tey hava í hondunum. Tað eru listaverk hjá einum av okkara mest serstøku listafólkum, Øssuri Johannesen, sum verða hongd upp. Fleiri av verkunum vóru við á framsýning í Norðurlandahúsinum, sum eg kurateraði, so eg kenni tey og kann tessvegna viðmæla framsýningina, sum í skrivandi stund verður sett upp í Føroyahúsinum og sum letur upp í morgin klokkan trý. Fyrireikararnir skriva í meyli: "Allar myndirnnar eru pakkaðar út, summar hongdar upp. Úr hátalarunum ljóðar fyndiga røddin hjá Øssi, hann sigur okkum søgur um fólk hann hevur hitt á skuggasíðuni. Hetta er forkunnugt og hugnaligt at luttaka í. K.h. Edmund, Rosa, Annika, Marianna, Hjarvil og Petur". Vit ynskja teimum góðan arbeiðshug og hjartans góða eydnu við framsýningini og halda so við, at um vit skulu hava undirsjóvartunnil til Sandoyar og Suðuroyar er eingin grund til at steðga har, nei hví ikki føra hann víðari til danska høvuðsstaðin, tí so høvdu vit av sonnum fari okkum ein svipp í Føroyahúsið í morgin, tað er vist!















(KP)