Tuesday, September 27, 2011

Klaksvík satsar uppá listina

Hans Pauli Olsen: Fípan fagra 


Í kvøld var samtykt í Klaksvíkar Býráð at brúka 1,5 % av kostnaðinum av øllum almennum byggiætlanum til list. Vit fegnast um positivu gongdina og ynskja Klaksvíkar Kommunu hjartaliga til lukku við avgerðini.




Hanni Bjartalíð: Tornhytta 

Føroyingar fingið forkeypsrætt til ogn Føroya fólks...?



Á heimasíðuni hjá mentamálaráðnum www.mmr.fo stendur, at mentamálaráðið og Bank Nordik hava undirskrivað avtalu um listaverkini í bankanum. Vit hava enn ikki nátt at viðgera greinina, men skunda okkum at bera hesi tíðindi víðari um týdningarmikla og stóra savnið av føroyskari list úr farnu øld. Fyribils undra vit okkum um orðingina har tað stendur, at "landið fær forkeypsrætt" til hesi verk. Vit hildu, at tey mongu verkini frammanundan vóru ogn Føroya fólks. 



Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, skrivaðu í dag undir avtalu, har landið fær atgeingi til tey ávísu listaverk bankans, sum verða mett at vera týðandi partur av føroyska mentanararvinum. Eisini fær landið forkeypsrætt til somu listaverk.

Avtalan millum Mentamálaráðið og BankNordik er við til at tryggja, at tær listaognir hjá BankNordik, sum eru týðandi partur av listasøgu Føroya í 20. øld, verða verandi á føroyskum hondum. Avtalan fevnir um atgeingi til gransking og miðling, um lán av listaverkum til framsýningar og um forkeypsrætt.

Avtalan kemur í staðin fyri ta keypsavtalu, ið Mentamálaráðið og táverandi Føroya Banki undirskrivaðu í mai 2007, um at landið skuldi keypa alt listasavnið hjá Føroya Banka. Keypsavtalan varð gjørd í sambandi við, at Føroya Banki varð seldur, og ynski tá vóru um, at listaverkini ikki vórðu seld saman við bankanum, men vórðu varðveitt sum savn og varði yvir føroyska listasøgu í 20. øld. Henda keypsavtala varð tó ongantíð sett í verk, tí semja varð ikki fingin um fíggjarliga grundarlagið fyri keypinum, og peningur varð ikki settur av á nakrari fíggjarlóg til endamálið.

Mentamálaráðið og BankNordik hava tí samráðst um eina nýggja avtalu, har listaverkini verða verandi ogn bankans, men har landið fær atgeingi umframt forkeypsrætt til ávís listaverk, ið eru mett at vera týðandi partur av føroyska mentanararvinum.

“Eg eri sera fegin um, at vit við hesi avtaluni eru við til at tryggja týðandi part av føroyskari listasøgu og mentanararvi, og at savnsumhvørvið við hesi avtalu fær atgeingi til gransking og miðling av listaognum bankans” sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum. “Listasavnið hjá BankNordik er týðandi partur av listasøgu Føroya í 20. øld, og hevur stóran týdning, ikki bara fyri BankNordik, men fyri allar føroyingar. Hetta er ein partur av okkara felags mentanararvi og samleika”.

“Vit eru greið yvir, at listaverkini hava stóran listasøguligan og mentanarligan týdning fyri føroyingar, og vit vilja tí eisini gera okkara til at varðveita henda partin av mentanararvinum, men samstudnis eru listaverkini ein týðandi partur av samleikanum hjá bankanum, og av stórum týdningi fyri virksemi okkara,” sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, sum eisini fegnast um avtaluna við Mentamálaráðið.

Avtalan kemur í gildi 1. november 2011, tá tey listaverk, ið avtalan fevnir um, eru skrásett í fylgiskjali til avtaluna, og tá fer keypsavtalan frá mai 2007 úr gildi.

Monday, September 26, 2011

Willem de Kooning á MoMA


MoMA framsýningin, sum læt upp 18.september er tann higartil størsta retrospektiva presentatiónin av lívsverkinum hjá Willem de Kooning, sum er ein av týdningarmestu og kendastu listafólkunum frá amerikanska nýbrotinum í 50´unum og fyrimynd hjá nógvum listamálarum. Willem de Kooning varð føddur í Rotterdam í 1904, men livdi og málaði í Amerika. De Kooning doyði í 1997. Hansara myndir frá eftirkrígstíðini verða settar í høpi við abstraktu ekspressionistarnar í sonevnda New Yorkaraskúlanum: Jackson Pollock, Franz Kline, Arshile Gorky, Mark Rothko, Hans Hoffman, Adolph Gottlieb, Robert Motherwell og Philip Guston. De Kooning er eitt nú ein av fyrimyndunum hjá føroyska málaranum Rannvá Kunoy, sum luttók á eini framsýning í januar við heitinum De Kooning De Kooning De Kooning, sum Dexter Dalwood kurateraði í Keypmannahavn http://www.kunstkritikk.no/kritikk/ekspressionismen-i-dag/ http://www.frieze.com/issue/review/de-kooning-de-kooning-de-kooning/

Framsýningin á MoMA letur aftur 9.januar í 2012. Her eru nøkur av hansara fantastisku verkum, sum verða at síggja á framsýningini og ein leinkja til framsýningartilfar og til eina frálíka frágreiðing hjá Robert Rauschenberg um hansara kenda verk "Erased De Kooning"


.http://www.moma.org/interactives/exhibitions/2011/dekooning/
http://www.youtube.com/watch?v=tpCWh3IFtDQ












 (KP)

Sunday, September 25, 2011

Damubløð og public service sáttmálar


Eg havi fingið fatur á einum damublaðið. Tað er eitt sovorðið blað, sum er vent til málbólkin damur og við hesum í hondini kann finnast út av hvat tað er, sum eyðkennir damur. Fyri tað fyrsta má staðfestast, at alt, sum hevur við útsjónd at gera hevur fundamentalan týdning. Skógvar við reimum og djarvar hælahæddir er luftin tær anda inn í seg og lipgloss og consealari við mineralum er teirra føði. Hugtakið "eitt mást" er teirra leiðregla, sum vísir veg til designsofur, marglitt accesories og frekar, forførandi ljósastakar. Teirra børn eru dukkulisur, teirra menn eru verkætlanir, sum við lummapsykologi, sjálvsitandi sokkum og passivum aggressiviteti verða tamdir til at rigga saman við einum auberginelittum blow lounge luksus stóli. Samskiftið hjá damum við onnur menniskju er ein kapping um hvør eydnast best á rennubreytini, í at forvinna og brúka pening og líkasum fáa tað heila til at síggja út av nøkrum. Damur eru kaldar, vemmiligar verur, hvørs djúpastu kenslur koma til sjóndar tá tær onkuntíð hava ein vána hárdag og hvørs størsta íkast til heimin er at tær hava lættari við at halda vektina eftir at tær eru hildnar uppat at eta sukur.

Eg havi eisini fingið fatur á einum public service sáttmála. Tað er ein sovorðin avtala millum Kringvarp Føroya og føroyska fólkið og við henni í hondini kann finnast út av hvat tað er, sum eyðkennir føroyingar. Fyri tað fyrsta má staðfestast, at føroyingar eru nakrir, sum geva samfelagnum fullan ans og sum av sonnum taka ábyrgd fyri teirri demokratisku prosessini. Í Føroyum taka tey ábyrgd og vilja bøta um samfelagsstøðuna, tey sóknast eftir avbjóðingum, uppsøkja vitan og kjakast. Tey ynskja margfeldni og tolsemi og tey standa samhaldsføst um at menna tey virði, sum tey eru errin av í teirra samfelg. Tey gera alt fyri at skerpa teirra kritiska ans og fyri at útdýpa og nuansera tey vandamál, tey sum heimsborgarar koma út fyri. Føroyingar eru fantastiskar verur, sum berjast eitt gott og satt stríð.

Tað góða við hesum er, at eg ongantíð havi møtt eini damu av tí slagnum, sum damubløðini greiða frá, men eg havi møtt nógvum føroyingum av tí slagnum, sum public service sáttmálin greiðir frá. Tað er einki galið við hvørki damum ella føroyingum, tað er galið við fjølmiðlunum. Tí á sama hátt sum damubløðini ikki megna at vísa hvussu fantastiskar damur í grundini eru, megna føroysku fjølmiðlarnir heldur ikki at vísa hvussu fantastiskir føroyingar í grundini eru.

Vit hava fingið ein public service sáttmála og hann skal haldast. Mentanin er ikki eitt hol í einum osti, sum Kringvarpsleiðslan greiðir frá, hon er sjálvt undirstøðið hjá frálíku menniskjunum, sum vit eru og tað er við hesum í huga vit skulu førast fram. Vit vilja ikki longur finna okkum í at verða fatað sum innistongdir, resigneraðir smáborgarar við eini mystiskari trongd til danskt undirhald.

(IS)

Saturday, September 24, 2011

List í almenna rúminum


Stuðul til list er nyttuleyst. Tað er dýrt, nyttar onki og kastar onki av sær til samfelagið. Enn ein byrða til skattgjaldaran. Hetta man mangt listafólk og mangur politikari hava hoyrt frá fólki, sum í fullum álvara taka undir við hesum tonkum. Men er tað nú so einfalt...

List gevur framdrift
At stuðul skal latast til list vísa flest allir norðurlendskir politikarar í gerðum, og tað vistu fortíðar stórmenn eisini; tí list skapar trivnað og er á mangan hátt samfelagsgagnlig. Hóast list ikki letur seg mála við málibandi, so hava fleiri nútíðar kanningar bent á, at list er beinleiðis drívmegi fyri búskaparvøkstri.

Men at list skuldu vísa seg at vera so ovurhonds samfelagsgagnlig, tað vardi ikki fyrrverandi finska ráðharran í arbeiðsmálum,Tarja Cronberg. Hon fekk ein serfrøðingabólk at lýsa, hvønn týdning list hevur fyri mentanargeiran. Og tað var ikki hissini úrskurður: at myndlist er tann grundgransking, ið gevur framdrift í allan kommerciella og kreativa geiran.

Hin eksperimenterandi hugsanin og ævigt endurnýggjandi listin trýstir frameftir. Hon skapar menning í kreativa vinnu, antin tað snýr seg um at binda troyggjur, prýða veggir, ella gera eitt nýtt telduforrit. Samfelagsvirði við list og mentan kann ikki gerast upp í pengum. Eitt samfelag við yvirflóð er fátækt uttan list og skapandi mentan!

Kreativídnaðurin nógvar vakstrarmøguleikar
Myndlist er tað sama fyri kreativa geiran, sum tøknilig og náttúruvísindalig gransking er fyri vinnulívið og ídnaðin. Tað meinar Bjarne Werner Sørensen, formaður í Billedkunstnernes Forbund í Danmark. Og myndin úr Finnlandi sæst eisini aftur í búskaparligum frágreiðingum hjá ES. Ein teirra er Frigørelse af de kulturelle og kreative industriers potentiale frá apríl 2010. Henda vísir á, at mentanar- og kreativi geirin er ein av teimum týdningarmestu búskaparligu rakstrarmáttunum í Europa. Har verður m.a. sagt, at mentanar- og kreativídnaðir hava stórt vakstrarpotentiali og standa fyri 2,6% av BTÚ í ES.

Í Finnlandi kom eisini fram, at samstundis sum listin er so avgerandi táttur í samfelagnum, so hava listafólk ilt við at breyðføða seg. Hesi listafólkini, ofta myndlistafólk, fáa ikki part av tí meirvirði, tey sjálv skapa í samfelagnum. Dagliga stríðið at yvirliva ger tað trupult at fremja listarliga virki. Tí øll list er nevniliga ikki sølubar -tað er listarligi veruleikin. Og harafturat er góð list sjáldan egnað at kopiera. Hinvegin fáa onnur frá listini og kunnu umseta til stór virðir t.d. sniðgeving, listahandverk, byggilist, filmsgerð, móta- og telduídnaður.

Listastuðul er ikki sosialhjálp
Stórídnaðurin hevur longu sæð drívmegina og fyrimunirnar, listini hevur við sær. Stjórin fyri Dansk Industri, Lars B. Goldschmidt, hevur ofta víst á, at kappingarførleikin á globala marknaðinum er tvinnaður saman við skapandi listini. Hann tvinnar vinnulív og myndlistina saman og sigur, at “Den skabende dannelse, som ligger i billedkunsten, er vigtig i forhold til de kompetencer, vi har brug for i erhverslivet. På det globale marked hedder det forny eller forsvind.” Og hann sigur eisini, at “billedkunstens udøvere [træner] det sublime håndværk. Det er gennem kombinationen af håndværk og kreativitet, at man kan skabe det, som virksomhederne skal tjene penge på i fremtiden«.

Stuðul til list er hvørki sosialhjálp ella byrða, men íløga og viðurkenning av virðismiklum arbeiði, ið kemur felagsskapinum til góðar. Og tí er tað, politikarar skulu stuðla list. Og tí skulu teir keypa list.

Og so er at minnast til, bæði hjá politikarum og privatum stuðlum: Listin skal onki, heldur ikki stuðlaða listin. Hon er fræls og eigur á ongan hátt at verða stýrd!

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi


Ein yrking


Eitt ynski

Av okkara sólskygdu verð
ynski eg mær bert ein havabonk
har ein ketta sólar sær...
Har hevði eg sitið
við einum brævi í barmi,
einum einasta lítlum brævi.
Soleiðis sær mín dreymur út...



Yrking: Edith Sødergran.
Týðing: Ebba Hentze. Prentað í Vencil 1/2006 s.29


(KP)

Friday, September 23, 2011

Tíðindaskriv: Per Arnoldi


Per Arnoldi hevur eyga á Føroyar. Og Føroyar hava eygu fyri einum persónleika í listaheiminum. Einum listamanni, sum er kátur, greiður og vísir innlit sum fáur. Ein myndamakari og orðalistamaður í senn.


Øll list er samskifti, men summi listaverk eru tað meira enn onnur. Tað er tann listin, sum nærkast sniðgeving og tískil hevur ein ávísan boðskap ella hevur ávísa ávirkan til endamáls.

Í hesum ríki millum fría list og list við einum endamáli hevur danski listamaðurin og sniðgevin Per Arnoldi arbeiðsøki sítt. Og her rørir hann seg við kønum fínleika, dugnaskapi og eldhugi.

At list er samskifti fyri Arnoldi, vísir seg eisini í virki hansara sum listamiðlari og íðin luttakari í orðaskiftinum um list: vitandi, skemtandi, hittinorðaður.

Arnoldi er best kendur sum plakalistamaður: Alkøna og hugvekjandi syntesa hansara av mynd og orðum í máttmiklum og ógloymandi plakatum er í heimsklassa. Somuleiðis eru arkitektonisku litsetingar hansara á altjóða stigi.

Friðarligari er um málaran og myndahøggaran Arnoldi, men myndlistin er týdningarmikil sum royndarstova hjá øllum hinum, og eisini í henni valdar herðing, vakurleiki og avlopsmegi.

Tað er í hesum, at tætta samband Arnoldis við altjóða minimalismuna er greiðast, men andin hoyrir til amerikansku popp-listina. Arnoldi sameinir “less is more” við “yes is more” í eini hægri eind.

Framsýningin í Listasavni Føroya frá 23.9. til 6.11. 2011 vísir eitt úrval av bestu plakatunum eftir Per Arnoldi frá 1970-árunum og fram til í dag saman við málningum, skuðrmyndum og leirlist frá seinnu árunum.

Til framsýningina kemur ein myndprýdd bók út við greinum eftir Nils Ohrt, savnsleiðara, og Mikael Wivel, dr.phil..


Vinaliga
LISTASAVN FØROYA

Thursday, September 22, 2011

Til lukku við mentanarheiðurslønunum




Nú fyri løtu síðani vórðu M.A.Jacobsens heiðurslønarvinnararnir kunngjørdir á eini samkomu í Müllers Pakkhúsi og staðfestast kann, at vit á listablogginum als ikki høvdu kollgitt í okkara royndum at spáa um hvørjir móttakararnir mundu vera..

Tilsamans tríggjar virðislønir vórðu latnar í ár.

Heiðurslønin til yrkisbókmentir fór til Nicolinu Jensen Beder fyri bókina Seyður Ull Tøting. Hon fekk ikki verið til staðar, men dóttirin takkaði fyri hana.

Heiðurslønin fyri mentanaravrik fór til Jógvan Isaksen fyri hansara útgávuvirksemi. Hann var heldur ikki í Havn, men systir hansara las upp eina heilsan frá honum, har hann nýtti høvið at sláa eitt slag fyri Jens Paula Heinesen, sum hann viðmældi øllum at lesa. 

Barnamentanarheiðurslønin varð latin Føroya Symfoniorkestri og formaðurin Pól Jákup Thomsen takkaði og segði seg rørdan av, at tað júst skuldi vera barnamentanarheiðurslønin, sum symfoniorkestrið fekk.





Okkum er sýndur tann óheiður...


Myndin omanfyri er eitt snappsjott tikið fyrr í dag av teirri bilsnu, nærum óunniligu reaktiónini hjá teimum báðum dámunum á listablogginum, tá tað endiliga gjørdist teimum greitt, at tær heldur ikki í ár teljast millum mentanarvirðislønarmóttakararnar í Müllers Pakkhúsi. Verkfall og eksil eru møguligar avleiðingar, men áðrenn tær báðar fóru heim at turka tárini og at umhugsa støðuna, var tíðindaskriv sent fjølmiðlunum, sum byrjar við hesum orðum: "Okkum er sýndur tann óheiður aftur í ár ikki at fáa mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens, sum vit annars høvdu roknað við at fingið...."


Tað er Tórshavnar kommuna, sum letur mentanarvirðisløn M.A.Jacobsens saman við Barnamentanarheiðurslønum á almennari samkomu í hósdagin 22.september 2011 klokkan 17 í Müllers Pakkhúsi í Havn. Tilsamans tríggjar virðislønir verða latnar í ár. Tvær virðislønir verða latnar í navni M. A. Jacobsens, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Ein Barnamentanarheiðursløn verður latin. Frá byrjan kundu ein ella tvær M. A. Jacobsenvirðislønir verða latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2009 og fýra ár fram eru Rigmor Dam, Erling Isholm og Jákup Jacobsen vald av býráðnum. Hini eru Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin Svend Højgaard.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimildar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, valdar av býráðnum og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Tá Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin 22.september vera eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Kelda: http://www.torshavn.fo/

Monstrið, sum ger alt grønt






Hendan myndin er tikin í januar í stóra atelierinum hjá Claus Carstensen í Keypmannahavn, báðar tær uttastu myndirnar eru við á framsýningini, sum í løtuni hongur í Norðurlandahúsinum og fleiri variatiónir av sama myndevni eru eisini at síggja í Steinprenti (sí myndina ovast og niðast). Eg havi ta niðastu myndina hangandi við songina og sonur mín sigur (við eygum sum rundatorn), at hon ímyndar "monstrið, sum ger alt grønt". Í kataloginum KLAKSVIKAFFÆRER stendur soleiðis skrivað um tær myrku myndirnar: 

"...Í nøkrum krunkasvørtum myndum við heitum sum Gorgonize now! (Hatebreeder) kannar listamaðurin myndamálið hjá heavymetalbólkum, sum hann hevur funnið í kultbókini hjá David Ekeroth Swedish Death Metal. Við áhuganum, sum hann hevur fyri tí grumma og ræðuliga og fyri mótmentanum í samfelagnum, er áhugin fyri heavymetalmentanini sjálvsagdur, ikki minst við tað, at heavy metal myndamál og ikonografi er eitt slag av low class ella anti-mentan. Tungmálmsrokkur snýr seg sum kunnugt um negativar kenslur av ótta og øði og úttrykkið er ofta dapurt og aggressivt sum vit her í Føroyum hava upplivað tað í framførslum hjá Hamferð og SIC. Heavy metal ikonografiin tykist í grundini næstan barnslig í sínum ágrýtni eftir at provokera og skelka við skrokkum og blóði, pentagrammum, øvugtum krossum og øðrum fananskapi, sum letur í hold okkara innasta ótta. Samstundis er hetta grumma og óseka dreingjakamarsuniversið ómetaliga hugtakandi, serliga tá tað riggar sum tað t.d. ger í óhugnaliga maskuspælinum hjá amerikanska tungmálmsbólkinum Slipknot. Tungmálmsmyndirnar hjá Claus Carstensen við maskukendu andlitunum, sum við óndum ella tómum eygum stara illbønandi út móti áskoðaranum eru á sama hátt sum tónleikurin hjá Slipknot eins og svørt hol av negativari orku..."





Wednesday, September 21, 2011

MA! Tað er spennandi!

hósdagin verður avdúkað hvør fær ársins emmur. Tað er rithøvundurin, bókavørðurin, lærarin og mentamaðurin Mads Andrias Jacobsen, sum leggur navn til virðislønirnar, sum Tórshavnar Kommuna letur á hvørjum ári og tit kunnu kalla meg Mass um ársins virðislønarvinnarar ikki eita Sólrun Michelsen, Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir fyri ávikavíst stuttsøgusavnið "Rottan" og fyrsta bind av teirri nýggju stóru bókmentasøguni. Tað veri teimum hjartans væl unt, um so verður og vit rokna sjálvandi eisini við, at vit sjálvar verða heiðraðar fyri Listabloggin (forstandi meg ikki uppá, at tey enn ikki hava ringt, telefonin liggur her á borðinum púra klár og eg havi ringt til mín sjálva fleiri ferðir fyri at kekka um nakað bagir, men hon riggar altso). Harumframt hevur Sissal Kampmann í denn grad uppiborið virðislønina fyri hennara fína debutsavn "Ravnar á ljóðleysum flogi". Tvær barnabókmentaheiðurslønir verða latnar og tær kundu t.d. farið til Veiða vind verkætlanina (Janus á Húsagarði og Rakel Helmsdal) og ta nýggju Ævintýrarferðina hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø. Forrestin eru ætlanir frammi um at seta á stovn eina norðurlendska barnabókavirðisløn og tað er uppá tíðina.  Virðislønarhandanin er almenn og gongur fyri seg í Mullers Pakkhúsi í Havn hósdagin 22.september klokkan 17. Limir í nevnd M.A.Jacobsens eru:    Rigmor Dam, Erling Isholm og Jákup Jacobsen vald av býráðnum. Hini eru Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin Svend Højgaard. 


MA! Tað er spennandi!!!


PS: Í veruleikanum verða bert 3 virðislønir latnar í ár, bara ein barna og eingin føgur bókmenta fær virðisløn og tað er løgið...

http://www.snar.fo/alfroei/alfroei/rithoevundar/jacobsen_m_a/
http://listinblog.blogspot.com/2011/06/rottukattar-in-mente.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/04/ein-sterk-nyggj-yrkjarardd.html
http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=3076
http://www.information.dk/279453

Tuesday, September 20, 2011

Til lukku Annfinnur



Í dag eru 70 ár síðani, Annfinnur í Skála varð settur her á fold til tess at taka sær av føroyska málinum. Tað er sjálvandi at taka ov rívan til at siga so og alt ov einfalt eisini, men satt er tað, at føroyska málið hevur fyllt nógv í hansara hugaheimi og at tað enn fyllir og at Annfinnur hin vegin eisini hevur gjørt føroyska málinum mun. Hetta síggja vit fullvæl prógvað við orðabókunum, sum í sær sjálvum eru eitt megnaravrik, men eisini við søgubókunum og fantasybókunum, sum hann hevur fingið frá hondini. Annfinnur í Skála starvast í Studentaskúlanum í Hoydølum, har hann í nógv ár hevur verið lektari í søgu, enskum og fornaldarfrøði. 

Hann er tað slagið, sum í roynd og veru altíð skrivar og sum altíð arbeiðir við onkrum handriti ella onkrari grein og so kenna vit Annfinn í Skála sum ein sera gløggan, speiskan, men eisini rættiliga sjálvspeiskan og gálgaskemtiligan Havnamann. Kanska er tað av hesi orsøk og av tí, at hann í grundini er rættiliga sjálvatfinningarsamur, at nógv av tí sum hann skrivar ikki verður givið út, men vit loyva okkum at vóna, at eitt nú tann fína og skemtiliga barnabókin, sum hann hevur skrivað um Djarvoygda drekabana og Gullhár prinsessu og sum er "Ótrúlig, ja, rætt og slætt púra ófatilig og sera, sera óhugnalig og ódámlig ævintýrsøga, ætlað ljótum, óreinum, óskikkiligum, ófittum og ólýdnum børnum.." fer at koma út. Hiðani ynskja vit Annfinni hjartaliga til lukku á hansara 70 ára føðingardegi við hjartans tøkk fyri tær mongu, stuttligu og áhugaverdu løturnar í hansara fræga selskapi.




Bibliografi


Føroyskt mál og støða tess í hf- og studentaskúlanum (saman við: Jonhard Mikkelsen, Ann Ellefsen, Jógvan Mørkøre og Pól Jespersen): Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1990.
Ensk-føroysk orðabók (saman við: Jonhard Mikkelsen og Zakarias Wang). Stiðin, Tórshavn 1992
Stjórnarskipanarmálið 1946. Keldur til Føroya søgu. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1994
Frá stórkríggi til heimskríggj 1918-1939. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1994
Søga Týsklands 1918-1939. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1994
Donsk-føroysk orðabók. (saman við: Jonhard Mikkelsen, Hanna Jacobsen og Zakarias Wang). Stiðin. Tórshavn 1998
Heimurin forni 1. Hjá dvørgum í Niðafjøllum. Sprotin. Tórshavn 2000
Heimurin forni 2. Ferðin til Zambora. Sprotin. Tórshavn 2000
Føroysk-ensk orðabók (saman við: Jonhard Mikkelsen. Sprotin). Tórshavn 2008
Ensk-føroysk orðabók (saman við: Jonhard Mikkelsen). Sprotin. Tórshavn 2008