Saturday, August 6, 2011

Kenslubornar myndir í Smiðjuni

Fríggjadagin 5.august læt upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við myndum hjá Elin Josefinu Smith og góðum tónum frá Kaj Klein og Henrik Jespersen. Elin Smith er ikki ókend innan føroyska listaumhvørvið, tí hon hevur málað og teknað í mong ár. Hennara listarliga karriera hevur kanska ikki verið so snórabein sum hjá onkrum øðrum, men vit hava áður upplivað myndir hjá henni, ið hava boða frá sterkum listagávum.

Elin Josefina Smith hevur gingið á Billedskolen á Jagtvej í Keypmannahavn har t.d. eisini Øssur Johannesen og Jensina Olsen hava gingið. Stílurin í myndunum hjá Elin kann kanska plaserast onkrastaðni millum, kubismu, fauvismu, litríka naivismu og outsider art, men Elin J.Smith er ikki so at seta í bás. Hon er fyrst og fremst sín egna. Har er einki pátikið við hennara myndum, sum tessvegna eru herliga reinsaðar fyri at royna at líkjast list. Hon er so mikið original, at eg minnist ein annan originalan listamann (sum eigur yrkingarnar á hennara fína ævinleikakalendara) stúra fyri, at hon fór at missa seg sjálva burtur, tá hon skuldi byrja á Billedskolen á sinni. Men Elin Josefina Smith er enn egin. Myndirnar eru ymiskar og nógvar teirra tykjast merktar av einum upprunaligari, næstan primitivari megi við ógvusligum pensilsstrokum, sum tíðum ikki uppføra seg sum vóru tey partur av einum málningi, men sum meira minna um upprunakendar tekningar við pensli á lørift. Hesir málningar eru ekspressivir, kenslubornir og kærleiksfullir sum miðsavnaðar sinnistøður av gleði, sorg, stuttleika og sálarneyð. Framsýningin varir til týsdagin, opið er hvønn dag frá klokkan 15.00 til 19.00 í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Jan Andersson tók fotomyndirnar.
















































(KP)

Friday, August 5, 2011

Tíðindaskriv: Silja Strøm í Galerie Focus

Fríggjadagin 5. august kl. 16 til 18. letur ein framsýning við verkum hjá Silju Strøm upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Silja Strøm er 24 ára gomul og útbúgvin á The Glasgow School of Art. Hon hevur fingið sera gott ummæli frá listaskúlanum í Glasgow og sagt verður at Silja Strøm er verd at halda eyga við. Verkini eru prent, tekningar og málningar. Silja setur saman figurar t.d. fólk, dýr og ting frá filmi, bókum, bløðum og so framvegis og gevur tí eitt annað úttrykk – eina illusjón av einari forteljan og rørslu. Silja Strøm hevur m.a. sýnt fram í Skotlandi, Eysturríki og ymsa staðni í Føroyum,

Framsýningin verður opin til 9. august, leygardagin kl. 16 til 18, mánadagin og týsdagin kl. 15 til 18

Á Listablogginum hava vit fleiri ferð skrivað um Silju Strøm, m.a. her: http://listinblog.blogspot.com/2011/06/silja-strm-i-listarligum-undanvindi.html
 
 

Thursday, August 4, 2011

Nýggjar tíðir hjá Listafelagnum

Listafelagið varð stovnað í Keypmannahavn tann 23. mars í 1941

Listafelag Føroya hevur og hevur havt stóran týdning fyri føroyska list. Listafelagið eigur Ólavsøkuframsýningina, sum hevur fingið nógv fólk her á landi at geva listini gætur. Listafelagið er millum størstu innkeyparar av list her á landi og tað er orsakað av teirra arbeiði, at vit yvirhøvur eiga eitt listasavn. Tey gera og hava gjørt ótrúliga nógv gott fyri listina og uttan tey vóru vit illa stødd.

Um hugsað verður um stóra leiklutin hjá Listafelagnum er ikki lætt at siga tað, sum stendur greitt, tá vit hesa tíðina á árinum ganga inn á gólvið í Listasavni Føroya til árligu Ólavsøkuframsýningina. Men kenslan av at stíga inn í eitt listasavn og har síggja verk, ið ikki hoyra heima á einum listasavni er so mikið sterk, at gongd verður sett á hugsanir, sum als ikki kunnu ignorerast.

Í grundini snúgva hesir tankar seg ikki í so stóran mun um sjálva Ólavsøkuframsýningina, ið av sonnum er ein góð og hugnalig hevd og sum júst hevur sín hevdvunna rætt at vera til. Tað vóru fólk í Listafelagnum, ið skapaðu Listasavnið og sum eisini hava grundað Ólavsøkuframsýningina og á júst hesi framsýning hava okkara bestu listafólk sýnt fram á fyrsta sinni og luttikið í áravís. Samstundis sum tey bestu listafólkini missa áhuga fyri Ólavsøkuframsýningini og Listasavnið verður professionaliserað og alt fleiri framsýningarmøguleikar eru hjá teimum, sum leggja lív og sál í listina uttan at gerast yrkislisstafólk, fær Ólavsøkuframsýningin alsamt minni týdning. Men sjálvt um framsýningin í grundini ikki hoyrir heima á einum listasavni og hennara tilverugrundarlag gerst alsamt minni, haldi eg ikki, at vit eiga at lata Ólavsøkuframsýningina falla. Hon er eitt symbol fyri søguna hjá savninum, hon varir bert eina viku og hon er týdningarmikil fyri mong. Harafturímóti eri eg vís í, at vit skulu taka teir tankar, sum framsýningin setur í gongd, í álvara.

Tætta sambandið millum Listafelag Føroya og Listasavn Føroya er natúrligt og hevur umframt Ólavsøkuframsýningina havt nógv gott við sær, men tíðin er við at fara frá hesum. Listafelagið er enn involverað í at seta í starv savnsleiðaran, tey hava ein lim í nevndini og tey verk, sum Listafelagið keypir, gerast partur av savninum hjá Listasavni Føroya. Tá vit um vónandi ikki ov langa tíð fáa eina museumslóg í Føroyum, verða hesi verk museumsverk og savnið fær ábyrgdina av at varveita tey í allar ævir. Við allari virðing fyri Listafelagi Føroya má staðfestast, at tey heilt einfalt ikki hava serkunnleikan til tess at meta um hesar stóru og fyri føroyska list sera týdningarmiklu spurningarnir. Haraftrat kompliserar tætta sambandið millum Listafelagið og savnið gongdina at almannagera savnið sum part av Søvnum Landsins. Tætta sambandið millum Listafelag og Listasavn, sum hevur verið fruktagott er sostatt við at bremsa yrkisgerðina hjá Listasavninum.

Orðið amatør kemur úr latíni, amare, at elska. At vera amatør er ikki nakað negativt, tað er tvørturímóti sera fínt at leggja kærleika og tokka í at skapa. Innan listina merkir tað at vera amatør ella at arbeiða á amatørstøði als ikki tað sama sum, at listin ikki er góð. Tað merkir bara, at listin ikki er tað, man livir av, at man ikki hevur ta útbúgving, tann serkunnleika og tær royndir, sum gera ein føran fyri at taka tær størstu avgerðirnar. Ikki bert egna vegna, men vegna listina og fólksins vegna - mentanararvin ikki um at tala. Listafelag Føroya eigur stóra tøkk uppiborna fyri tað arbeiðið, tey sum amatørar hava gjørt fyri listina her á landi, fyri listasavnið og fyri at hava hjálpt okkara listafólkum og skapað áhuga, kærleika og tokka til listina

Eg harmist ikki um, at tíðin er farin frá tætta sambandinum millum Listafelag Føroya og Listasavn Føroya. Tvørtur í móti gleðist eg um, at okkara listasavn í framtíðini verður rikið á heilt annan hátt, at vit eru á veg inn í eina nýggja tíð við listarligari góðsku og etiskt forsvarligum museumsrakstri í samsvari við altjóða museumslóg. Og eg fari at gleða meg til, at Listafelag Føroya finnur nýggjar uppgávur, tí eg eri vís í, at felagið enn fær gjørt nógv gott fyri listina. Felagið fer altíð at vera ein umráðandi partur av søguni hjá savninum og fer altíð at varveita eitt samband av onkrum slag við savnið - møguliga fer eisini Ólavsøkuframsýningin at halda áfram. Men greitt er, at sambandið millum Listasavn Føroya og Listafelag Føroya ikki kann vera so tætt sum tað er í løtuni.


(IS)

Wednesday, August 3, 2011

Ólavsøkuframsýningin 2011


Jóannes Lamhauge


Ole Wich

Sunnvá Dahl Rasmussen og Svanna Carlsson

Ole Wich

Ole Wich

Astri Luihn

Mikkalina Norðberg

Jón Magnus Joensen

Ellindur Egilstrøð

Randi M.Gunnarsdóttir

Ingi Joensen


Anna Maria Nyby

Ludvík Breckman


Ólavsøkuframsýningin



John av Reyni



Eivindur í Gongini


Øssur Mohr

Beinta á Torkilsheyggi


Sigrun Gunnarsdóttir

Helena Maria Guttesen

Heiðrik á Heygum

Ditte M. Joensen

Jón Sonni Jensen

Astrid Mac Donald


Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir


Durita Pætursdóttir Hansen

Astrid Mac Donald

Jón Sonni Jensen


Vit á Listablogginum hava verið okkum ein svipp í Listasavninum og hugt eftir Ólavsøkuframsýningini, har vit fingu íblástur til sjálvar at vera eitt sindur kreativar (UHA!). Nú vita vit sjálvandi ikki hvussu úrvalsmøguleikarnir hava verið hjá sensurnevndini, men teir hava helst verið avmarkaðir. Í øllum førum ber til hjá øllum at staðfesta, at lidna úrslitið er átøkt eini sprøklutari amatørframsýning við nøkrum fáum ymisháttaðum glottum, ið høvdu verið lættari at fingið eyga á í eini sterkari heild. Eg veit ikki um áhugi yvirhøvur er fyri tí, men ein máti til tess at fáa heildina betri er at vera meira aktiv og uppsøkjandi og royna at fáa onkur av teimum mongu góðu føroysku listafólkunum til at senda inn. Á henda hátt kundi framsýningin verið lyft upp á eitt hægri støði, sum aftur kundi havt við sær positiv ringárin, at alsamt fleiri listafólk fingu hug at taka lut í traditiónsríku Ólavsøkuframsýningini. Tað sær í grundini út til, at onkur listafólk hava verið eggjað til at senda inn í ár og at flest teirra eru útlendsk. Í øllum førum eru fleiri av listafólkanøvnunum í ár íslendsk m.a. Auður Arna Oddgeirsdóttir og Kristín Sigurðardóttir. Við á framsýningini eru 33 Luttakarar, sum sýna fram tilsamans 98 verk. Listafelag Føroya hevur í ár biðið ungu listafólkini Jóhan Martin Christiansen og Anniku á Lofti um at velja út. Framsýningin er opin inntil sunnudagin 7.august. 

(KP)



Tuesday, August 2, 2011

Framvegis aktuell eftir 25 ár - Elin Josefina Smith í Smiðjuni


Listin er mín andadráttur

Í komandi viku fer Elin Josefina Smith (f. 1964) at markera, at málarapensilin hevur verið (lívsnerv og) stavnhald tilverunar í heila fjóðringsøld. Hetta við eini framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har hon fer at vísa okkum eitt úrval av nýggjastu verkum sínum, bæði í olju og akvarell.

Elin Josefina Smith, sum hevur útbúgving frá Billedskolen á Jagtvej á Nørrebrúgv, er ikki ókend innan føroyska listaheimin. Við jøvnum millumbilum hava vit havt høvi at fylgja listarligu menning hennara á ymsum framsýningum, bæði í Føroyum og í Danmark, har hon hevur búð og virkað seinastu mongu árini.

Tað er ilt at seta Elina Josefinu Smith í ein myndlistaligan bás. Hennara fjølbrottu myndaevni fevna víða - frá at vera aktuellar samfelagsviðmerkingar til málandi hugmyndaspeglingar.

Í sambandi við framsýning í Merkur í Århus í 2010 lýsti Inger Smærup Sørensen, listasøgufrøðingur, Elina Josefinu Smith soleiðis á Listin:

"Elin Josefina Smith sigur sjálv, at hennara list er eins neyðug fyri hana sum tað at anda. Men listin er eyðsýniliga ikki bert neyðug sum sálarligur ventilur ella likamligur aktivitetur, hon er eisini neyðug sum amboðið, hon kann tulka og viðgera veruleikan við. Henda noyðslan er áhugaverd, tí hon næstan ikki er til í samtíðarlistini. Nógv samtíðarlist er grundað á hugskot ella konsept og viðger sjáldan kenslur og sálarstøður og kanska enn meira sjálvdan samfelagsviðurskifti, politikk, órættvísi osfr. Men listin hjá Elin Josefinu Smith viðger júst hesi evni, tí tað má fyri alt í verðini ikki gerast líkamikið. Við bæði villskapi og kenslusemi heldur hon fast við, at listin skal hava týdning og gevur listini noyðsluna aftur á eksplosivan, sera persónligan, næstan privatan og húðleysan hátt."

Ferniseringin verður fríggjadagin 5. august klokkan 16-19. Framsýningin heldur fram til og við 10. august, hvønn dag kl. 15-19, allar dagar verður góður tónleikur at hoyra undir framsýningini, har Kaj Klein og Henrik Jespersen framføra rútmiskan Worldmusic.






Monday, August 1, 2011

Vakurleikin og fjølmiðlabeistið

Sorgarleikurin í Noregi gerst onkursvegna ítøkiligur og kenst enn meira nívandi, nú øll tey 79 myrdu skulu jarðast, hvør í sína grøv. Á myndum í fjølmiðlunum smíla og strála tey móti okkum, øll hesi, sum ikki sluppu at vera til, av tí at eitt annað menniskja vildi hava ans frá somu fjølmiðlum. Á sama hátt sum í grundini øll menniskju, vóru tey myrdu einastandandi, høgt elskað og saknað, tey vóru í besta aldri - ikki á nakran hátt moldarklár ella mett av døgum.

Eisini í terrormálum tala myndirnar til okkum við teirra ríka, nuanseraða máli. Portrettmyndin sigur okkum søguna um eina unga, fegna gentu, sum bæði dugir at vera glað, men sum sanniliga eisini kann vera avgjørd og forsin. Hon hevur myrkt, livandi, sítt hár við strípum, stórt smíl og fína karaktermikla nøs. Eyguni lýsa av humor og lívi. Ólavsøkudag jarðaðu tey hesa ungu kvinnuna. Hon æt Bano Rahshid og var kurdisk. Saman við familju síni flýggjaði hon til Noregis úr Irak í 1996. Hon var limur í Nesodden Arbeidernes Ungdomsfylking (AUF) og hevði ætlanir um at lesa løgfrøði og um at halda fram innan politikk, so at hon í norska stórtinginum m.a. kundi arbeiða parlamentariskt fyri kurdum og fyri Kurdistan. Hetta var alt av ongum, Bano Rashid er deyð 18 ára gomul, skotin til tess, at ein uppmerksemissjúkur mordari kundi sleppa í fjølmiðlarnar.

11.september fyri tíggju árum síðani talaðu myndirnar til okkum á sama hátt. Mitt í "Beverly Hills 90210" fór sjónvarpsmyndin brádliga at flykra og inn sveimaðu myndir av brennandi háhúsum. Tað tók eina løtu áðrenn eg fataði, at hetta ikki var nakar actionfilmur, at hetta vóru beinleiðis myndir frá CNN úr New York og eg fari ongantíð at gloyma lemjandi kensluna av hjálparsloysi, tá eg fataði, at hesir elasmáu prikkarnir, sum fóru flúgvandi niður eftir síðunum á brennandi bygningunum, vóru livandi menniskju. Sama kenslan gjørdi um seg, tá tað gekk upp fyri mær, at teir flótandi prikkarnir í sjónum kring Utøya vóru menniskju, sum desperat royndu at svimja inn á meginlandið.

Dissonans, antitesa og oxymoron eru ymisk sløg av mótsetningsfigurum, sum verða brúktir til tess at fremja ávísan spenning innan listina. Kingo brúkti sum kunnugt antitesuna í sálmunum um gleði og sorg á himni og á jørð. Baudelaire var ein sannur meistari til at finna uppá óvæntaðar samansetingar, hetta sæst eitt nú í heitinum á hansara kendast verki "Les fleurs du mal", sum tvinnar saman blómur og óndskap ella sjúku. Kubrick brúkti yndisligan tónleik í dystopisku lýsingini av psykopatinum og Beethovenfjepparanum Alex í "A Clockwork Orange". Bæði filmurin og elektroniski tónleikurin hjá Wendy Carlos høvdu stóra ávirkan, tá eg sá filmin á fyrsta sinni, serliga tematónleikurin, sum er grundaður á "Music for the Funeral of Queen Mary" hjá Henry Purcell. Hjartanemandi vakur, friðsælur og hátíðarligur tónleikur, sum er fullkomiliga í andsøgn við tær ljótu harðskaparsenurnar, tá bølmennið Alex verður bukað og næstan druknar. Men tað var eisini skelkandi uppliving í myrkrinum í Havnar Bio á sinni, tá tað gekk upp fyri okkum, at tann dárandi Milady, vinkona tann eina musketerin, var eitrandi ónd og enn kann sameiningin av óndskapi og vakurleika eyðsýniliga koma óvart á.

Meðan hugburðurin í verkinum hjá Kubrick er grundleggjandi antitotaliterur, kunnu vit ikki siga tað sama um plakatina við teirri ljóshærdu, smílandi gentuni. Gentan er yndislig, ljóshærd við flættum, smílið er yndisligt, tennirnar eru snórabeinar og orsøkin til, at vit alt fyri eitt fata myndina sum verandi av tí ónda, er nazisymbolið á bússuni. Harumframt er okkurt við tí klistruta søta heroiserandi stílinum, sum beinanvegin vekir okkara illgruna um ein pallsettan idyl, sum skal sannføra okkum um eitthvørt.

Sum vaksin nútíðarmenniskju og royndir myndalesarar eru vit neyvan so einoygd, at vit  halda vakurleika vera nakran garant fyri góðsku ella at andskræmiligheit hinvegin er samlík tí ónda. Huburðurin til útsjónd er altíð bygdur á okkara egnu mentanarskaptu ideal um hvat er vakurt ella ljótt. Júst tí havi eg ógvuliga ilt við at skilja góðvarnið, sum ger seg galdandi, tá fólk undra seg yvir, at ein maður við so vøkrum eygum sum Osama Bin Laden kann vera eitt sovorðið bakbeist, ella ein so snotiligur ungur maður sum tann norski yvirgangsmaðurin kunnu fáa seg til at fremja so ljótar illgerðir sum tær í Oslo og Utøya.

Yvirgangur livir av fjølmiðlum, meðan fjølmiðlar í øllum førum fyri ein part liva av yvirgangi - uttan fjølmiðlar hevur yvirgangur onga slagkraft og vit eru brúkararnir, sum í ómettandi forvitni taka í móti. Yvirgangsfólk í dag vita av hvussu storan týdning myndirnar hava, men ikki er hetta nakað nýtt. Onnur bølmenni í søguni hava sanniliga eisini verið greið yvir effektivu styrkina í visuellum propagandatilfari, t.d. Joseph Goebbels, propagandaministari í Nazi-Týsklandi - fyri nú bara at nevna ein av teimum mongu. Serfrøðingar meta, at tann 32 ára gamli norski yvirgangsmaðurin var inspireraður av ræðuligu skúlaskjótingunum, sum hava verið í USA og Finnlandi. Í áhugaverdari grein í Informatión metir Mikkel Bolt Rasmussen, listsøgufrøðingur á universitetinum í Keypmannahavn um hópdrápsins fagurfrøði, sum hann heldur vera bæði óruddiliga og heldur barnsliga:  "Det iøjnefaldende ved såvel Breivik som skoleskyderne og de islamistiske London-terrorister er graden af selviscenesættelse og den cut and paste-mæssighed, der er over aktionerne og propagandaen: Drengeværelseagtige referencer til korstog, soldater og en masse potente symboler fra videospil, film og andre populærkulturelle udtryk. I den forstand er de alle børn af deres tid". Og tað er júst hesin barnsligi dámurin, sum kennist eyka syndarligur í sorgarleikinum. Hetta eru onkursvegna smádreingir, sum spæla kríggj og sum hava ein óluksáligan tørv á, at vit geva teimum ans og sum samstundis tykjast hava ilt við at skilja í millum spæl og veruleika. Teir taka myndir av sær sjálvum meðan teir gera seg upp við vápnum osfr. Tað sonevnda manifestið hjá norska yvirgangsmanninum ber júst sama brá av copy paste og av einoygdum pseudovísundaligum eygleiðingum.


Tann fyrsta myndin, sum varð almannakunngjørd av norska hópdrápsmanninum vísur ein ljóshærdan, eygagóðan ungan mann við vøkrum ljósabláum eygum, sum poserar eins og ein vermammuligur dreymur at sjá. Við myndunum av Breivik við byrsu og í uniformi við deydningahøvdi á arminum, koma vit møguliga eitt vet nærri veruleikans asosiala og óbúna manni við supermankompleksum, sum spælir kríggj. Myndin av handtikna yvirgangsmanninum saman við einum løgreglumanni vísir ein bleikan, órakaðan mann, sum við sær sjálvum hevur avgjørt at síggja væl nøgdur út, men nú er tað sum líkist hann brádliga Pink úr "The Wall" í dreymsjónunum av sær sjálvum sum nýnazistiskur diktator. Pink vantar eisini eina faðirfyrimynd eins og Breivik, men bíða nú eitt bil. Áðrenn vit koma for gott í gongd við lummapsykologiini mugu vit minnast til teir mongu dreingirnar og gentirnar, ið so ella so hava manglað ein faðir, uttan at tey fyri tað gjørdist hópdrápsmenn. Vit duga sum sagt væl at lesa myndir og týða tær alla tíðina, tó oftast uttan at gera okkum greitt hvaðani assosiatiónirnar og konnotatiónirnar stava. Í hesum førinum kenna vit eftir massiva fjølmiðlaáhugan andlitið á norska yvirgangsmanninum og vita hvat hann hevur gjørt. Tessvegna sambinda vit hann við óndskap á sama hátt sum vit eisini óavvitandi sambinda symbol og myndir úr triðja ríkinum við tað ónda.

Tað var als einki hetjuligt ella super yvir illgerðini, tá 77 ósek og óvápnað menniskju, summi teirra børn, vórðu tikin av døgum. Ei  heldur var tað spæl og tað merkja tey mongu, sum í hesum døgum fylgja teirra kæru til gravar. Einasti glottin í øllum ræðuleikanum eru almennu reaktiónirnar í Noregi. Eitt nú vísir reaktiónin hjá norska forsetismálaráðharranum óvanligt format. Her eru ongar primitivar cowboylótir ella hevndarhóttanir at hoyra. Jens Stoltenberg noktar at fara niður á tað støðið, men talar heldur um opinleika, kærleika og um tolsemi. Hetta er tað besta, hann kundi gjørt og neyvan er tað av tí, at hann noktar at síggja í eyguni møguligar trupulleikar í einum fleirmentanarligum samfelagi. Í einari av mongu røðunum seinastu vikuna segði hann: "Vårt svar er mer demokrati, mer åpenhet og mer humanitet. Men aldri naivitet". Ein onnur hetja í eftirspælinum er Kim Heger, dómari, sum ikki er serliga við uppá at fóðra tað slevandi fjølmiðlabeistið. Í øllum førum var fyrsti rættarfundurin í Oslo hildin fyri læstar dyr og yvirgangsmaðurin slapp ikki at vera í sínum fína uniformi í rættinum sum ætlað. Hervið verður eftirspælið ikki heilt sum Breivik ætlaði og sum hann eisini skrivar um í sínum manifesti.

Onkursvegna eru vit fjølmiðlar og fjølmiðlabrúkarar í eini tvístøðu viðvíkjandi uppmerksemistørvandi hópdrápsmonnum sum Breivik, tí sjálvandi má tað ikki enda við eini sensurstøðu og angiststuðlandi tøgn, har tað verður teskað um gerningarnar hjá honum "who shall not be named". Men samstundis hava bæði fjølmiðlar og brúkarar ábyrgd við opinleika, kærleika og tolsemi at upplýsa og á einum seriøsum støði viðgera ræðuleikan, so at tað gerst greitt fyri øllum júst hvussu meiningsleysur og óglamurøsa óhetjuligur hann er.



(KP)