Tuesday, August 2, 2011

Framvegis aktuell eftir 25 ár - Elin Josefina Smith í Smiðjuni


Listin er mín andadráttur

Í komandi viku fer Elin Josefina Smith (f. 1964) at markera, at málarapensilin hevur verið (lívsnerv og) stavnhald tilverunar í heila fjóðringsøld. Hetta við eini framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har hon fer at vísa okkum eitt úrval av nýggjastu verkum sínum, bæði í olju og akvarell.

Elin Josefina Smith, sum hevur útbúgving frá Billedskolen á Jagtvej á Nørrebrúgv, er ikki ókend innan føroyska listaheimin. Við jøvnum millumbilum hava vit havt høvi at fylgja listarligu menning hennara á ymsum framsýningum, bæði í Føroyum og í Danmark, har hon hevur búð og virkað seinastu mongu árini.

Tað er ilt at seta Elina Josefinu Smith í ein myndlistaligan bás. Hennara fjølbrottu myndaevni fevna víða - frá at vera aktuellar samfelagsviðmerkingar til málandi hugmyndaspeglingar.

Í sambandi við framsýning í Merkur í Århus í 2010 lýsti Inger Smærup Sørensen, listasøgufrøðingur, Elina Josefinu Smith soleiðis á Listin:

"Elin Josefina Smith sigur sjálv, at hennara list er eins neyðug fyri hana sum tað at anda. Men listin er eyðsýniliga ikki bert neyðug sum sálarligur ventilur ella likamligur aktivitetur, hon er eisini neyðug sum amboðið, hon kann tulka og viðgera veruleikan við. Henda noyðslan er áhugaverd, tí hon næstan ikki er til í samtíðarlistini. Nógv samtíðarlist er grundað á hugskot ella konsept og viðger sjáldan kenslur og sálarstøður og kanska enn meira sjálvdan samfelagsviðurskifti, politikk, órættvísi osfr. Men listin hjá Elin Josefinu Smith viðger júst hesi evni, tí tað má fyri alt í verðini ikki gerast líkamikið. Við bæði villskapi og kenslusemi heldur hon fast við, at listin skal hava týdning og gevur listini noyðsluna aftur á eksplosivan, sera persónligan, næstan privatan og húðleysan hátt."

Ferniseringin verður fríggjadagin 5. august klokkan 16-19. Framsýningin heldur fram til og við 10. august, hvønn dag kl. 15-19, allar dagar verður góður tónleikur at hoyra undir framsýningini, har Kaj Klein og Henrik Jespersen framføra rútmiskan Worldmusic.