Listafelagið varð stovnað í Keypmannahavn tann 23. mars í 1941
Listafelag Føroya hevur og hevur havt stóran týdning fyri føroyska list. Listafelagið eigur Ólavsøkuframsýningina, sum hevur fingið nógv fólk her á landi at geva listini gætur. Listafelagið er millum størstu innkeyparar av list her á landi og tað er orsakað av teirra arbeiði, at vit yvirhøvur eiga eitt listasavn. Tey gera og hava gjørt ótrúliga nógv gott fyri listina og uttan tey vóru vit illa stødd.
Um hugsað verður um stóra leiklutin hjá Listafelagnum er ikki lætt at siga tað, sum stendur greitt, tá vit hesa tíðina á árinum ganga inn á gólvið í Listasavni Føroya til árligu Ólavsøkuframsýningina. Men kenslan av at stíga inn í eitt listasavn og har síggja verk, ið ikki hoyra heima á einum listasavni er so mikið sterk, at gongd verður sett á hugsanir, sum als ikki kunnu ignorerast.
Í grundini snúgva hesir tankar seg ikki í so stóran mun um sjálva Ólavsøkuframsýningina, ið av sonnum er ein góð og hugnalig hevd og sum júst hevur sín hevdvunna rætt at vera til. Tað vóru fólk í Listafelagnum, ið skapaðu Listasavnið og sum eisini hava grundað Ólavsøkuframsýningina og á júst hesi framsýning hava okkara bestu listafólk sýnt fram á fyrsta sinni og luttikið í áravís. Samstundis sum tey bestu listafólkini missa áhuga fyri Ólavsøkuframsýningini og Listasavnið verður professionaliserað og alt fleiri framsýningarmøguleikar eru hjá teimum, sum leggja lív og sál í listina uttan at gerast yrkislisstafólk, fær Ólavsøkuframsýningin alsamt minni týdning. Men sjálvt um framsýningin í grundini ikki hoyrir heima á einum listasavni og hennara tilverugrundarlag gerst alsamt minni, haldi eg ikki, at vit eiga at lata Ólavsøkuframsýningina falla. Hon er eitt symbol fyri søguna hjá savninum, hon varir bert eina viku og hon er týdningarmikil fyri mong. Harafturímóti eri eg vís í, at vit skulu taka teir tankar, sum framsýningin setur í gongd, í álvara.
Tætta sambandið millum Listafelag Føroya og Listasavn Føroya er natúrligt og hevur umframt Ólavsøkuframsýningina havt nógv gott við sær, men tíðin er við at fara frá hesum. Listafelagið er enn involverað í at seta í starv savnsleiðaran, tey hava ein lim í nevndini og tey verk, sum Listafelagið keypir, gerast partur av savninum hjá Listasavni Føroya. Tá vit um vónandi ikki ov langa tíð fáa eina museumslóg í Føroyum, verða hesi verk museumsverk og savnið fær ábyrgdina av at varveita tey í allar ævir. Við allari virðing fyri Listafelagi Føroya má staðfestast, at tey heilt einfalt ikki hava serkunnleikan til tess at meta um hesar stóru og fyri føroyska list sera týdningarmiklu spurningarnir. Haraftrat kompliserar tætta sambandið millum Listafelagið og savnið gongdina at almannagera savnið sum part av Søvnum Landsins. Tætta sambandið millum Listafelag og Listasavn, sum hevur verið fruktagott er sostatt við at bremsa yrkisgerðina hjá Listasavninum.
Orðið amatør kemur úr latíni, amare, at elska. At vera amatør er ikki nakað negativt, tað er tvørturímóti sera fínt at leggja kærleika og tokka í at skapa. Innan listina merkir tað at vera amatør ella at arbeiða á amatørstøði als ikki tað sama sum, at listin ikki er góð. Tað merkir bara, at listin ikki er tað, man livir av, at man ikki hevur ta útbúgving, tann serkunnleika og tær royndir, sum gera ein føran fyri at taka tær størstu avgerðirnar. Ikki bert egna vegna, men vegna listina og fólksins vegna - mentanararvin ikki um at tala. Listafelag Føroya eigur stóra tøkk uppiborna fyri tað arbeiðið, tey sum amatørar hava gjørt fyri listina her á landi, fyri listasavnið og fyri at hava hjálpt okkara listafólkum og skapað áhuga, kærleika og tokka til listina
Eg harmist ikki um, at tíðin er farin frá tætta sambandinum millum Listafelag Føroya og Listasavn Føroya. Tvørtur í móti gleðist eg um, at okkara listasavn í framtíðini verður rikið á heilt annan hátt, at vit eru á veg inn í eina nýggja tíð við listarligari góðsku og etiskt forsvarligum museumsrakstri í samsvari við altjóða museumslóg. Og eg fari at gleða meg til, at Listafelag Føroya finnur nýggjar uppgávur, tí eg eri vís í, at felagið enn fær gjørt nógv gott fyri listina. Felagið fer altíð at vera ein umráðandi partur av søguni hjá savninum og fer altíð at varveita eitt samband av onkrum slag við savnið - møguliga fer eisini Ólavsøkuframsýningin at halda áfram. Men greitt er, at sambandið millum Listasavn Føroya og Listafelag Føroya ikki kann vera so tætt sum tað er í løtuni.
(IS)