Vit hava skrivað um tað áður her á listablogginum, onnur hava skrivað um tað sama og í grundini liggur í sjálvari hesi vónleysu sammeting millum list og ítrótt ein ímynd um at fólk sum heild í størri mun fata ítrótt enn list - ítróttin er likamlig og heilsugóð og tað er list ikki, tí hon er andalig og fær okkum at hugsa ella hvat? Listamaðurin og rektari á jútska listakademinum í Århus, Jesper Rasmussen skrivar um list og ítrótt í eini klummu í kunsten.nu og hann byrjar við hagtølum. Sambært nýggjastu kanningini hjá danska kulturministeriunum hava millum 35 og 40 % av danum vitjað eitt listasavn ella eina framsýning í minsta lagið eina ferð um árið í tíðarskeiðnum frá 2004 til 2012 og hetta eru tøl, sum allir danskir mentamálaráðharrar taka í álvara. Í mun til, at allir danskarar rinda fyri søvnini, eru ov fá, sum brúka tey. Jesper Rasmussen heldur ikki, at danska prosenttalið er so vánaligt og hann undrast á hví ítrótt í somu mentanarkannin verður mett at vera fólkslig har listasøvn verða meta at vera "sera eliter". Jesper Rasmussen vísir á, at í 2012 vóru 3.44 millión vitjandi á donskum listasavnum og bert 1,33 millión áskoðarar til Superligafótbólt. Hann skundar sær at leggja aftrat, at hesi hagtølini skulu viðgerast varliga og væl vita vit av, at tað er ikki altíð, at flest merkir best. Tað, sum ørkymlar Jesper Rasmussen er, at list vanliga verður fatað sum nakað, ið krevur serligar fortreytir og sum tessvegna bara talar til ein avmarkaðan part av fólkinum meðan ítróttin verður mett sum nakað, ið er lætt at fata hjá øllum uttan nakrar serligar fortreytir. Tað fyrra verður fatað sum ein trupulleiki og mett verður, at listin skal fólksliggerast og demokratiserast so nógv sum møguligt meðan tann fólksliga ítróttin kann uppføra seg so elitert sum hon vil, uttan at nakar leggur í tað. Jesper Rasmussen sipar til miðlaviðgerðina av list og ítrótt, sum hann eisini heldur vera merkta av sama lyndi til í listahøpi at greiða frá og allýsa tey vanligastu hugtøkini, meðan prátið í ítróttarsendingum er nógv meira undirskilt, sum um áskoðarin longu veit alt um reglur, teknikk, úrslit, liðskift osfr.
- Aja, øll skulu vit
vera her í sama leypi, sum onkur tók til sum viðmerking til mína atfinning
av næstseinastu In mente sending í útvarpinum, sum eg helt vera grunna og
ov lítið áhugaverda listarliga sæð. Har vóru fleiri, ið misskiltu bloggin og
hildu hann vera eitt negativt, elitaristisk ummæli av leikinum Oliver Twist,
sum undirritaða altso ongantíð hevur sæð. Í staðin fyri at brúka henda dýrmetta
vikuliga In mente tíman til leyst tos um áhugaleik, mátti heldur verið upplagt
at havt samrøðu við luttakararnar í Góðan Morgun Føroyar, helt eg. Og tað gera
tey beint nú í skrivandi stund í GMF, har prát er við leikarar og
leikstjóra í Mýruborg, sjónleikinum, sum verður spældur í Sandoy í løtuni og
tað riggar væl og er áhugavert. Øsing eri eg von við, havi faktist uppí fleiri leypar
av ikki serliga smikrandi lýsingum av mær sjálvari sum listarligum elitarist,
listnazist, bygda- og áhugahatandi Havnasnobb osfr., hesum má eg finna meg í,
tá eg viðhvørt sigi okkurt, sum ikki er jublandi positivt innan eitt øki, sum í
so storan mun er merkt av fagnaðarrópum og hugna sum føroysk lista- og
mentanarmiðling. Men onkuntíð øvundi eg HB´arum og B36´arum, sum kunnu koyra á
ungdómin, rópa og skrála og satsa so elitert, sum tey hava hug til, uttan
nakrantíð at verða skýrd at vera centralistisk elitaristisk reyvarhol. Eg veit
ikki, kanska hevur ítróttin megnað betri at branda seg enn listin, tað er í
hvussu so er óhugsandi, at eitt sindur av lokalum sjónleiki fekk innivist í
3-2. Eg veit av, at ítróttin hevur víðari heimildir enn listin í okkara
samfelagi og eg bleiv mint um tað aftur í áðni í Gundadali av hasum
kolossinum av einum stadion, ið tykist vera av ekstraterrestriellum uppruna,
sum bara vaksur og vaksur og sum nú fullkomiliga blokerar útsýnið í Gundadali út á
Glyvursnes.
http://www.kunsten.nu/artikler/artikel.php?
http://listinblog.blogspot.com/2012/08/itrottarvund.html