Friday, April 4, 2014

Ein protestsangari í Vestmanna og tankar um avlopsmat og uppafturhitað


Í gjárkvøldið vóru vit til konsert hjá danska sangaranum og sangskrivaranum Arne Würgler. Hann framførdi m.a. ein rørandi krígsmótmælissang, sum var skrivaður út frá sjónarhorninum hjá einum av teimum hermonnum, sum hava verið í Afghanistan og sum ikki megna at liva eitt normalt lív aftaná ræðuleikarnar, teir og tær hava upplivað. Tekstin hevði Arne Würgler sett til vakra lagið, sum Carl Nielsen gjørdi, og sum vit kenna frá sanginum "Solen er så rød". Vit hoyrdu eisini eina áhugaverda, men eitt sindur rustaða versión av sanginum um Lykken, einaran vesturi í Vágunum, sum bygdi einastandandi outsiderlistaverkið Lykkenborg.

Í byrjanini var tað næstan sum umbar Arne Würgler fyri sjálvan reyðleikan, tann agiterandi partin av skránni. - Eg plagdi at vera protestsangari, greiddi hann næstan umberandi frá, - eg var ein av teimum, sum stóðu uttan fyri Christiansborg og mótmæltu. At meta út frá framførsluni í gjár, so mótmælir og agiterar hann enn, hann fær neyvan latið vera. -Tey, sum eru rík, skulu verða ríkari, tey, sum einki eiga, skulu eiga minni. Fleiri av sangunum høvdu hetta sama gamla temaið, sum Billy Holiday sang um í God bless the child. Í einum landi sum okkara við flatskatti og byrjandi oligarki tykist temaið merkiliga aktuelt í hesum árum. Protestsangarin sang onkra kærleiksvísu, men eisini her merktist vreiðin um valdsharrana órættvísi. - Nú fara vit aftur í sjeytiárini hugsaði eg sjálv eitt sindur umberandi, tá hard core slagsangir sum Avanti Popolo og Bella Ciao saman við Reyða Wilfred, sanginum um órímiligu viðurskiftini hjá lærlinginum eina løtu litaðu Vektarabúðina knallreyða, men tað var sum fekk sjálvur reyðleikin relevans og aktualitet. Hesir sangirnir um solidaritet og javna komu jú beint aftan á, at vit áhoyrarar, borgarar í Føroyum, høvdu hoyrt í útvarpinum um okkara eldri medborgarar í Vági, sum vegna sparingar skulu eta upphitaðan mat í vikuskiftinum. Nú er Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi er ikki nakar protestsangari, men indignatiónin yvir sosiala órættvísið minnir um, tá hann skrivar:

Meðan fáir føroyingar gerast ríkari og ríkari og fáa bjóðað allar hugsandi sømdir frá sitandi landsstýri, fær tann vanligi føroyingurin til dømis boðið teir kostir, at gjalda til egna pensjón og at gjalda ein brandskatt av hesum til tess at fíggja lættar hjá teimum, ið eru best fyri. Hartil eru boðini: At meðan eitt alt minni tal av fólki í Føroyum fær stórar fíggjarligar lættar og framíhjárætt til vald landsins og ognir, so skal sparast hjá teimum, ið hava bygt alt grundarlagið undir føroysku vælferðini. Teimum, ið tørva røkt og ein manssømiligan gerandisdag, eru støðugt rakt av sparingum og umleggingum hetta samgonguskeiðið. Og nýggjastu boðini eru, at búfólkið á Hamragarði í Vági, har frammanundan niðurskurðir eru farnir fram í vaktum og starvsfólki, enn ikki skulu fáa eina líkinda máltíð í vikuskiftunum. Tey skulu eta avlopsmat og uppafturhitað. Slíkar umstøður eiga á ongan hátt at tolast. Og slík framferð reisir allar grundleggjandi spurningar um politikk landsstýrisins, nú tey uttan nøkur rættindi til borgaran og uttan nakra fígging, leggja eldraøkið út til kommunurnar við møguleika fyri privatiseringum av tænastum. Tað fer sjálvsagt at gera tað møguligt hjá teimum, ið nógvan pening eiga, at keypa sær góðar umstøður, meðan tað vanliga fólkið verður at liva við niðurpíning og verri umstøðum.

-Jú, løtan var av fjálg, nostalgisk og hugnalig í gjárkvøldið í Vektarabúðini í Vestmanna, og óansæð um málið við Hamragarði vísir seg at vera ein lokalur leiðsluspurningur, sum Annika Olsen gjørdi vart við í Degi og Viku í gjár, er sosial indignatión og mótmæli relevant og hugvekjandi í mun til galdandi umstøður í okkara samfelag beint nú.

Vektarabúðin er sera hugnalig



Vakri pallurin


Arne Wurgler framførir


Fólk lurta




(KP)