
Útvarpið visti fyri løtu síðani at siga, at løgreglan í Chicago leitar eftir teimum, sum hava framt herverk á standmyndirnar hjá Steinunn Thórarinsdóttir, t.e. somu standmyndir, sum vóru við á Summarframsýningini hjá Norðurlandahúsinum og sum fleiri ferðir vórðu vandaliseraðar her í Havn. Chicago Tribune greiðir nú frá, at tað er ein trettan ára gamal drongur, ið stendur aftanfyri herverkið ella tað, sum hann sjálvur helst kallar fyri "taggingina" av standmyndunum.
http://www.chicagotribune.com/news/local/breaking/chi-police-boy-13-behind-grant-park-tagging-20140407,0,5181516.story
(KP)