Hendan fyllir tretivu ár í ár, eitt yrkingarsavn, ein gruggut og døkk bók við fýrsarabrá og ungdómsyrkingum, men ein bók, ið sum heild ber seg væl eisini í dag. Botnfall er fyrsta bókin í einum tí týdningarmesta føroyska ritverkinum, sum er verkið hjá Tóroddi Poulsen. Tove Askham gjørdi permumyndina. Hjartaliga til lukku við einari bók, sum gjørdi mun.
(KP)