Tað er ikki av tilvild at staðsetingin av nýggja Musikkskúlanum er undir liðini av størstu mentanarstovnum landsins, Kringvarpinum og Norðurlandahúsinum. Her eru nógvir fyrimunir og samstarvsmøguleikar bæði á fakliga, námsfrøðiliga og praktiska økinum.
Byggiverkætlanin er sera væl fyrireikað, har farið hevur verið niður í allarminstu smálutir fyri at fáa ein so góðan skúla sum til ber.
At Tórshavnar Musikkskúli hevur prógvað sínar fakligu dygdir er onki at ivast í.
Nú er tað upp til Tórshavnar Kommunu at vísa sínar.
Tórshavnar Musikkskúli
Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn sum ein royndarætlan í 1981. Trý ár eftir, í 1984, varð lógin samtykt og sett í gildi, og leiðari varð settur at hava fakligu og námsfrøðiligu ábyrgdina. Lokið prógv frá musikkonservatorium, ella onnur hægri útbúgving innan tónleik krevst fyri at undirvísa á Musikkskúlanum.
Land og kommuna gjalda hvør sína helvt til læraralønir, og Tórshavnar kommuna gevur umframt tað, eitt eykaískoyti til virksemið á skúlannum.
Sum er, eru lærarakreftirnar soleiðis býttar: uml. 80 % av frálæruni er í klassiskum ljóðførum, og uml. 20 % í rútmiskum ljóðførum. 37 lærarar arbeiða á Tórshavnar Musikkskúla, har størsti parturin av lærarafjøldini eisini arbeiðir á øðrum musikkskúlum kring landið.
Frálæra er í ljóðførisspæli, størri og smærri samanspæli og bókligum fakum (teori, hoyrilæra, søga v. m.).
Høvusbygningarnir hjá Tórshavnar Musikkskúla eru Skúlin á Frúutrøð og Skansastova (gamla Djónastova). Umframt hesar, fer undirvísing fram á øðrum stovnum og privat.
Tónleikamiðnám
Tónleikamiðnám varð sett á stovn í 2005, sum ein trý-ára grundútbúgving í tónleiki, fyri at geva evnaríkum næmingum møguleika til at nema sær størri kunnleika innan tónleik, sum fyrireiking til hægri tónleikalestur, og til tey sum vilja royna seg sum yrkistonleikarar. Tónleikamiðnám á Tórshavnar Musikkskúla hevur nú í sløk 10 ár verið eitt kraftverk fyri ungar tónleikarar kring landið, og má metast at hava staðið sína royndartíð sum ein seriøsur lærustovunur. So at siga øll sum hava lokið Tónleikamiðnám eru virkin á tónleikapallinum, og fleiri hava eisini valt hægri lestur innan tónleik uttanlands.
Skúlin er í støðugari menning, við lærarakreftum sum eru væl fyri fakliga og námsfrøðiliga. Størsti parturin av lærarafjøldini eru virknir tónleikarar umframt lærarayrkinum, og er hetta ein styrki fyri skúlan og frálæruna.
Ongantíð hevur virksemið verið størri enn just nú, og nógvar síður kundu verið skrivaðar, um sagt skuldi verið frá stóra tónleikavirkseminum á Musikkskúlanum.
Lærarar, foreldur og næmingar bíða nú spent, og vóna at skjótt verður avgreitt, so vit kunnu fáa nøktandi umstøður til at menna eitt tað ríkasta mentanarvirksemi í Føroyum.
Rógvi á Rógvu
Lærari á Tórshavnar Musikkskúla