Monday, April 14, 2014

Avtala við Osbjørn Jacobsen Arkitektar



Eysturkommuna skrivaði tann 10. apríl undir sáttmála við Osbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f. um byggingina av nýggja býráðshúsinum.

Osbjørn Jacobsen Arkitektar koma at tekna, projektera og hava eftirlit við allari byggingini vegna kommununa. Nýggja býráðshúsið kemur at standa á Oyruni í Norðagøtu, verður umleið 590 m2, og samlaði kostnaðurin er mettur at verða 12 mió. kr.

Osbjørn Jacobsen er kendur fyri, vegna Henning Larsen Architects, at hava staðið fyri byggingini av stásiligu Harpuna í Reykjavík, ið telist millum 15 teir vakrastu konsertbygningarnar í heiminum. Hann hevur starvast fyri Henning Larsen Architects, ið hava teknistovur kring heimin, síðan 2000.

Á heimasíðuni hjá Henning Larsen Architects sæst, at umframt Copenhagen, Oslo, Istanbul og Hong Kong hevur fyritøkan eisini eina deild í Føroyum. Hetta er nýggja teknistovan, sum Osbjørn Jacobsen lat upp í heyst í Valhøll í Syðrugøtu, ið hevur tætt samstarv við Henning Larsen Architects.

Fýra starvsfólk arbeiða á teknistovuni í Syðrugøtu, og tey eru longu farin í holt við at fyrireika nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu.