Wednesday, April 16, 2014

Út at taka dreymsins eplir upp



Bergur Djurhuus Hansen

Hetta eru bara gerandisligar eygleiðingar og viðmerkingar til nakrar yrkingar í frálíka savninum “Leyvið haldi eg/Løvet tror jeg”, sum Tóroddur Poulsen gav út fyri stuttum. Útgreiningar um yvirskipað evni o.s.fr. hava ikki áhuga her. Vit byrja í neðra við einstøkum og einføldum yrkingum.

Til okkara skundmiklu dagar – sum eru fullir í leysum hugsanum, løttum sannleikum, meiningum, leiðbeiningum og boðskapum – kemur henda frískliga yrkingin frá Tóroddi:

Vindurin 
hevur ongan
boðskap 
tí trívist eg
so væl
í illveðri


Ein stutt yrking um bara at vera (uttan at vera nakað ávíst) og um at yrkja. Vit kundu sagt sum Gertrude Stein um rósuna, at illveður er illveður er illveður. Tað ber tó ikki til als ongar meiningar at hava og ongantíð yvirhøvur hava nakran boðskap at bera fram. Við hvørt verða vit tvingaði til at taka støðu fyri ikki at verða gjørd til einkis. Ein yrking byrjar:

Fjøllini mótmæltu
krøvunum
um skuggaleysar 
dagar


Ein onnur yrking er um tey, sum leita og leita, men ikki hava evnini at skilja tað, tey finna. Tað ræður um at fáa eyga á tað einfalda:

Tey grava og grava
og finna eina lítla skeið
og tey grava
og meira og meira
grava tey
og finna eina skál
og aftur grava tey
og grava og grava
og finna ein kopp
og til síðst finna tey meg
sum ikki brúkar sukur í kaffi


Yrkingin fær okkum at hugsa um Oehlenschläger: “De higer og søger i gamle bøger”. Her ræður tó ikki um at finna gullhorn, men ein yrkjara, sum drekkur svart kaffi. Her er einki hátíðarligt. Úr tí einfalda og ítøkiliga – beint her og nú – sprettur listin. Myndin við at grava (og grava og grava) er ikki óvanlig í yrkingum. Ein tann kendasta yrkingin um at grava er helst “Digging” hjá Seamus Heaney: “Between my finger and my thumb/The squat pen rests/I’ll dig with it”. At yrkja er eisini at grava, og yrkjarin kann leita eftir sær sjálvum í einari yrking, og bókmentagreinarin kanska leitar eftir sær sjálvum, men finnur yrkjaran ella øvugt.

Yrkingarnar hjá Tóroddi eru hugsanir um okkum og okkara tíð og – fyrst og fremst – rannsóknir í okkara máli og okkara málnýtslu. Tær gera málið nýtt og frískt, og tað treingir til. Einki málsligt grugg er í yrkingum frá Tóroddi (hóast tær snúgva seg um okkara grugguta lív). Tær eru sum klárt brennivín. Hjá Tóroddi eru eingir litríkir sjussar (og hann brúkar sum nevnt ikki sukur í kaffi). Hann tekur “dreymsins eplir” upp. Veingjaðir hestar er tvætl.

At yrkingasavnið kemur út á bæði føroyskum og donskum er ein staðfesting av, at Tóroddur hevur búð í Danmark í nógv ár og við tíðini hevur fingið ikki so fáar lesarar í Danmark. Tóroddur er fyrst fremst yrkjari úr Føroyum, ella kanska rættari: hann er úr Varðagøtu í Havn. Men hann livir í øðrvísi umhvørvi nú, og hann má læra seg at liva eitt lív við ongum steinum at tiga saman við. Hann má læra seg, sum hann skrivar, “eina nýggja tøgn”. Og tað er ikki lætt fyri ein mann úr gróthøggaraætt.