Wednesday, April 16, 2014

Søgulig verkætlan í Norðagøtu


Meðan tað aðrastaðni í landinum verður fundast og tosað og prátað og býarplanlagt í eina óendaligheit uttan at so øgiliga nógv hendir ítøkiliga við t.d. miðbýnum í Klaksvík, Musikkskúlanum ella einum nýggjum Tjóðpalli, tykist Eysturkommuna fús at kasta seg út í dygdarverkætlanir. Tað skiltist á øllum brøgdum fyrr í vikuni, tá Eysturkommuna boðaði frá, at avtala er gjørd við heiðurslønta arkitektin Ósbjørn Jacobsen Arkitektar (- partur av Henning Larsen Architects). Eg havi spurt Ósbjørn Jacobsen hvussu verður, og hann tykist sera spentur uppá verkætlanina. Tað er jú rættiliga serstakt - um ikki søguligt - at ein kommuna byggir eitt býráðshús, tað vanliga er, at kommunan flytir inn í ein bygning, sum er bygdur til eitt annað endamál. Osbjørn Jacobsen Arkitektar skulu tekna, projektera og hava eftirlit við allari byggingini vegna kommununa. Nýggja býráðshúsið skal standa á Oyruni í Norðagøtu, verður umleið 590 m2, og samlaði kostnaðurin er mettur at verða 12 mió. kr. Hetta eru sjálvandi nøkur heilt onnur tøl enn tá vit hyggja at kostnaði og stødd av Hørpu í Reykjavík (sí leinkið undir myndini), sum Ósbjørn Jacobsen og Henning Larsen Architects vórðu heiðraðir við Mies van der Rohe heiðurslønini fyri í fjør. Men ein minni bygningur kann væl enda við at verða spennandi í vakra umhvørvinum í Norðagøtu. Fýra starvsfólk arbeiða á teknistovuni í Syðrugøtu, og tey eru longu farin í holt við at fyrireika nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu. Vit gleða okkum!












(KP)