Tuesday, April 15, 2014

Um at skriva sangir




Teitur Lassen 

Síðstu nátt sovnaði eg ikki. Í staðin hugdu eg at eini dokumentarsending, ið tóktist áhugaverd. Hon snúði seg um Stephen Sondheim og um sangskriving. Løgið at skriva sangir í samfull 22 ár uttan at granska Sondheim. Kanska er tað tí hann skrivar sangleikir og mær hevur ongantíð dámt sangleikir. Mínir fordómar siga mær, at sangleikir eru vánaligir og koyra uppá tann lægst møguliga tónleikaliga felagsnevnaran. Men eg veit, at tað at taka støðu frammanundan er skeivt og óbúgvið og í grundini hevur The Sound of Music havt størstu ávirkan á meg í sambandi við, at eg gjørdist sangskrivari. Teir, ið skrivaðu leikin vóru Richard Rogers og Oscar Hammerstein, sum var mentor hjá Stephen Sondheim og stjúkpápi hansara. Tá eg var lítil plagdi The Sound of Music at verða brúktur sum dadda hjá mær og systir mínari. Hesin sangleikurin er ein frálæruligir gongutúrur í hvussu mann skrivar sangir. - Ert tú sangskrivari, far so og lær teg hesar sangirnar alt fyri eitt. Tað kann samanberast við, at ein sum ætlar at gerast kokkur lærir grundleggjandi eginleikarnar um hita, suppu og risotto. 

At síggja dokumentarsendingina minti meg um nøkur grundleggjandi ting viðvíkjandi sangskriving, sum Stephen Sondheim lýsir á sera gávumildan hátt. Tað er eingin loyna, at tað, sum eg havi lært á so mangan hátt er tað sama sum Oscar Hammerstein lærdi tann fimtan ára gamla Stephen Sondheim, tá hesin presenteraði hann fyri síni fyrstu roynd at skriva ein sangleik

Í stuttum:

Ver persónligur.

Ver greiður yvir tínar ætlanir.

Ein sangur skal hava eina byrjan, eina miðju og ein enda. Vit mugu vera eitt nýtt stað, tá sangurin er av.

Tú kanst halda, at ein sangur av sær sjálvum dettur av himni. Tú letur eyguni aftur, andar inn ta køldu luftina og angan av kaffi, letur alt koma til tín og niður í tín fyllipenn. Har fert tú skeivur, tú droymir. Tú mást arbeiða nógv harðari enn hatta, har má altíð vera ein forðing. Tú veitst hvat tey siga, at har er “einki fair tennis uttan eitt net” (Kurt Vonnegut).

Ein tann mest ørkymlandi og sjálvsagdi spurningurin, tú kanst spyrja ein sangskrivara er “Hvat kemur fyrst, lagið ella orðini?". Hjá mær er svarið sera einfalt: - hvørki! Tað er hugskotið, sum kemur fyrst. Tú ert betri fyri við at fara ein meditativan gongutúr heldur enn at gera ljóð við røddini ella klaverinum. Tú mást fyrst vita hvat tú vilt siga. Tað besta, ið kann koma burturúr av at ýla-at-mánanum-í-eina-diktafon er, at tú kemur at kenna teg sjálvan, tína rødd og tónleik eitt sindur betri. Um tú vilt skriva ein sang, skjóti eg upp, at tú longu tá kennir teg sjálvan og tína lívsfatan. Tað er hiðani, tú skapar títt lag og orð og setur tað saman við tí, sum tú vilt greiða heiminum frá. Um tú einki hevur at siga, ver so stillur og lat vera við at skriva ein sang. Tú verður bara í døpurhuga av hesum. Kennir tú teg ikki kláran at skriva ein sang um alt universið, skriva so ein sang um pennin í hondini ella um húsið, sum tú ert í. Skriva um tað, tú veitst. Og halt fram við at gera tað aftur og aftur túsund ferð inntil tað kenst eins vanligt og sjálvsagt fyri teg sum sjálvur andadrátturin. Lat tað miseydnast aftur og aftur.

Nakað annað, sum Oscar Hammerstein greiddi fimtan ára gamla Sondheim frá í dokumentarsendingin er áhugavert: "Lat vera við at herma. Hermir tú ikki, ert tú longu 90% framman fyri øllum øðrum". Títt hægsta mál er at skriva sangin, sum bara tú kanst skriva. Eg elski at fortelja eina søgu um ein pápa við døgurðaborðið. Ímynda tær, at tú hevur ein vin heima til døgurða fyri fyrstu ferð. Pápi tín fortelur eina av sínum anekdotum, sum familja og vinir hava hoyrt eina millión ferðir. Tað kann vera, at tú rullar við eygunum og krympar tærnar, men tú fert at ynskja at hoyra hesa søguna aftur. Kanska er hon um dagin, tá hann møtti mamu tíni ella um hina ferð, tá hann lærdi okkurt týdningarmikið ella hevði eina góða uppliving. Hetta er ein av hansara bestu sangum. Tú kundi bókstaviliga skriva hetta niður og byrja at syngja tað. Hetta hevði havt eina byrjan, eina miðju og ein enda. Hetta hevði havt meining og poeng og hevði verið einastandandi. Hetta kundi leitt teg inn í ein heim har tú kanst reika frítt og fata. Og so hevur tað rættar intentiónir, pápin vil geva frá sær okkurt, sum hann hevur lært í lívinum. Hetta er ein sangur, sum er smíðaður og formaður so, at hann er fullkomin.

Ein fín allýsing av tónleiki er hendan, “Tónleikur er eitt stað. Og tað er eins veruligt sum Chicago, Indianapolis ella býurin, sum tú býrt í. Og tá tú kennir staðið, kanst tu fara hagar" (Philip Glass). Á mínari ferð í royndini at fata sangir og sangskriving eri eg komin fram til okkurt, sum eg kalli fyri fascinatiónsfasuna. Tá tú byrjar við at spæla tónleik eru nógv einstøk pláss sum av sær sjálvum geva tær nógva motivatión og brennievni. Spenningurin av at spæla við í einum orkestri. Uppdagingin av akkordum og harmonium. At fara í upptøkuhølið. Leikluturin, eyðkennini og týdningurin hjá bassregistarinum. At framføra framman fyri livandi áhoyrarum og ávirka hvussu tey hava tað. Skriva eina perfekta reglu í tínum sangi. Síggja títt navn á eini plakat í býnum. Hoyra tín sang í útvarpinum. Undranin yvir groove, rytmu, formi, klangi og intonatión. Tað eru óendaliga nógv støð, har tú kanst steðga, læra og undrast á vegnum. Og tú fert altíð at møta nýggjum hugtakandi støðum, óansæð hvussu drúgv ferðin hjá tær hevur verið. Tá tú ert mitt í at skriva tín sang er tað relevant at spyrja teg sjálvan. Hvat geri eg? Skrivi eg mín sang beint nú ella læri eg bara um akkordir ella klaverið? Eri eg bert við at læra ta mystisku F moll tónaartina? Hevði tað kanska verið betri at granska F moll tónaartina ein annan dag fyri at læra hennara møguleikar at kenna undir øðrum umstøðum? Í hesu løtu skuldi tú kanska farið frá klaverinum og skriva sangin á eitt pappír ístaðin og hugsa um hvat tú í grundini ert við at siga.

Eg haldi, at endamálið altíð er at skriva ein sang, sum kann verða spældur uppá eitthvørt instrument innan øll tónleikasløg. Mín definitión uppá ein perfektan sang er “Til lukku til tín.” Fyrimyndarligt um tað ber til at spæla tín sang við gaffil og tallerki. Ella enn betri; um sangurin er framúr góður, kanst tú lýsa hann fyri einum vini við einum einstøkum setningi. Tá eg skrivi ein sang saman við øðrum sangskrivarum fái eg ofta kensluna av, at vit í størri mun semjast um tónleikagenrur og framførðslu enn skriva ein sang. Hetta er vanliga tað, sum hendir, tá tú ikki veitst hvønn ella hvat sangurin skal til, tá tú ikki hevur nakran ávísan persón ella pall at venda hann til. Tað er snilt at læra at greina hvat ið veruleikanum gongur fyri seg. Hvat tað er, sum myndar eina útseting, at spæla gittara og syngja vakrar harmoniir og hvat er týdningarmikil sangskriving og at definera kjarnan í sanginum. Hetta er orsøkin til, at eg haldi tað vera snilt at komponera sangin so greidliga, at til ber at framføra hann við gaffil á borðisk, at sangurin ikki er treytaður av einum ávísum ljóði, rødd ella útseting. Hetta kemur alt aftaná, lat okkum rópa tað fyri triðja ella fjórða part. Um tað var eitt, sum tónasmiðir kundi lært lógarsmiðir, politikarar og handilsmenn er tað júst hetta at presentera eitt hugskot á pappíri, sum fær øll at spæla saman við somu kós samstundis sum tað ljóðar frálíkt. Tónasmíð er sum at geva góða leiðbeining. Tað vísir tónleikarum og lurtarum hvussu tú kemur hiðani og hagar á besta hátt. 

Tú ert í grundini ein arkitektur, men  brúkar flestir av tínum arbeiðstímum við at vera timburmaður meðan tú byggir tað forbannaða tingið. - Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, heldur Sondheim í dokumentarsendingini, at yrkingar og sangtekstir ikki er tað sama. Í tónleiki hevur tú bara tann eina møguleika fyri at hoyra regluna og tí krevst, at hon verður fatað alt fyri eitt. Vit hava ikki sama marglæti sum bókmentirnar, har tú kanst fara aftur og lesa yrkingina umaftur. Sangteksturin má siga alt í einari reglu og verða framdur við rættari tíðartilpassing. Vit kunnu nú finna okkum á markinum av tónleikasløgum millum hvat ein musicalsangur er og hvat hann ikki er, men satt er, at eg rokni við, at allir sangskrivarar vita hvat Sondheim tosar um her. Tað er avgjørt endamálið, tá tú skrivar ein setning, ið skal syngjast. Ein sangleikur má haraftrat altíð hava visuel atlit, sum mugu takast til pall, ljós, søgu og búnar. Tað er ikki sama uppliving bara at lurta eftir ljóði við afturlætnum eygum eftir eini upptøku. Men óansæð hvat og hvussu, so er úttrykk nakað individuelt og tað skal vera upp til tín hvussu tær dámar at kommunikera. Tú veitst hvat tú hevur at geva.

Teitur, Keypmannahavn, várið 2014



Týðing: KP