Í døgunum 26. apríl til 2. mai 2014 fáa føroyingar enn eina ferð
ein forkunnugan møguleika at vera vitni til føroyska filmslist,
soleiðis, sum hon skal njótast.
Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen fara enn eina ferð kring alt landið at sýna 8 nýggjar føroyskar filmsframleiðslur.
Ferðaætlanin sær soleiðis út:
26. apríl - Havnar Bio
27. apríl - Royndarhúsið í Nólsoy
28. apríl - Atlantis Bio í Klaksvík
29. apríl - Depilin í Skálavík
30. apríl - Seglloftið á Tvøroyri
1. mei - Miðvágs skúli
2. mei - Løkshøll í Runavík
Fólkið handan filmarnar er eitt
fjølbroytt úrval av bæði væl etableraðum listafólki við drúgvum royndum
innan fakið, eins og blaðungum aspirantum, sum stremba eftir at gera seg
galdandi á stóra løriftinum.
Skráin, ið kvøldini hava at bjóða, sær út sum fylgjandi:
True Love - Heiðrik á Heygum
Eg - Nóllywood '13
Paint - Nóllywood '13
Ljós - Daniel Jensen
Munsch - Jónfinn Stenberg
John - Julia í Kálvalíð
Eina - Andrias Høgenni
Vetrarmorgun - Sakaris Stórá
Allar sýningar byrja kl. 20:00, og atgongumerki fáast fyri 90,-
Sýningarnar í Havnar Bio, Atlantis Bio & Løkshøll verða settar til
sølu á netinum. Atgongumerki hini støðini kunnu keypast ein tíma undan
sýning.