Thursday, April 17, 2014

Torbjørn Olsen tulkar líðingarsøguna





Tá danska Bíbliufelagið fyri nøkrum árum síðani gav út eina myndprýdda versión av Nýggja testamenti, valdu tey at brúka altartalvuna í Vík, parafrasuna hjá Torbirni Olsen frá 1996 av heilagu kvøldmáltíðina hjá Leonardo da Vinci til permumynd á prýðiligu bókini. Hervið varð staðfest, at Torbjørn Olsen er millum týdningarmestu religiøsu málararnar í kongaríkinum og á ein hátt kunnu vit siga, at hansara koloristiski og ekspressivi máliháttur er sum skaptur til at lýsa líðingarsøguna. Torbjørn Olsen (f.1956) er framúrskarandi koloristur, sum hvørki ræðist primerar ella sekunderar litir, og sum fegin brúkar skínandi gult saman við lýsandi violettum, og bjartasta blátt saman við gløðandi reyðum og orange.




Á sama hátt sum ein annar stórur føroyskur koloristur, Ruth Smith, krevur Torbjørn Olsen eisini at hava myndevnið framman fyri sær, meðan hann málar. Tá hann hevur livandi modellir framman fyri sær, hendir beinanvegin ein rúgva í málningunum. Hann hevur síðan 1996 málað seks altartalvur, tær flestu til kirkjur í Danmark. Í hesum sambandi hevur hann fingið bróðurin, grafikaran Marius Olsen og ymisk vinfólk at standa fyri sær í teimum ymisku bíbilsku leiklutunum, meðan hann málar. Í altartalvuni í Vík síggjast sostatt fleiri kend andlit millum lærusveinarnar, m.a. Hanus G.Johansen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Árni Dahl, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen osfr. og sjálvt um steinprentsavbrigdini eru rættiliga frí í mun til tær málaðu altartalvurnar, kenna vit eisini her persónarnar aftur frá føroyskum mentanar- og listalívi. - Torbjørn Olsen hevur einaferð sagt mær, at honum dámar ikki at verða nevndur bókmentaligur málari ella at verða fataður sum ein illustrator, ið málar søgur hjá øðrum. Hann hevur stóra virðing fyri teirri stóru uppgávu, sum tað er at mála altartalvur og setur seg fyrst væl inn í avvarðandi tekst í Bíbliuni, sum hann síðani tulkar myndaliga. Hann er í Danmark í løtuni í sambandi við avdúkingina av nýggjastu altartalvuni í Jyllandi. 


Tað var Í 2005, at hann setti sær fyri at gera nøkur steinprent við støði í altartalvumálningunum og um páskirnar verða hesi verkini at síggja í kjallaranum í Hoyvíkar Kirkju. Turkisbláa lýsingin av heilagu kvøldmáltíðini verður framsýnd saman við blóðreyðu krossfestingini og dramatisku, døpru gravarmyndini, sum fær vónríkt perspektiv av myndini av ivandi Tummasi, sum stingur ein fingur inn í sárið hjá tí upprisna til tess at vissa seg um, at tað veruliga er Jesus. Harumframt verða eisini sýnd fram nøkur støðuprent og royndarprent, har dentur verður lagdur á at vísa arbeiðsprosessina hjá listamanninum.



Sum ein og hvør áskoðari kann vissa seg um í Hoyvíkar kirkju, eru myndirnar hjá Torbirni Olsen ongantíð ivaleysar illustratiónir av søgum hjá øðrum, men sjálvstøðug verk, ið bera brá av listasøguligum og sálarfrøðiligum innliti, listarligum virtuositeti og eini universalari rúmligari humanismu við einum serligum plássi fyri menniskjansligum veikleikum. Í hansara myndum verður bíbilska frásøgnin tulkað til eina ekspressiva, listarliga søgu, sum ofta tykist snúgva seg um iva. Framúrskarandi myndin av Kristusi í grøvuni lýsir t.d. greidliga ein persón, ið er steindeyður. Stóra hondin liggur púra lívleys á skák í forgrundini, har hon skapar dynamiska mótvekt til tann deyða kroppin. Støðan er alt annað enn avklárað, alt kann henda, áskoðarin í um hann nakrantíð fer at vakna aftur? Ivin er menniskjaligur og grundleggjandi og líðingarsøgan er full av ivaløtum, ið tala til iva listamansins um sjálva ta listarligu skapanina.

Torbjørn Olsen hevur gjørt altartalvur í hesum kirkjum:
1996 Haldórsvíkar Kirkja
2000 Miðvágs Kirkja
2003 Øster Skerninge Kirkja Fyn
2006 Sunds Kirkja Jylland
2011 Snejbjerg Kirkja Jylland
2014 Thorum Kirkja Jylland




(KP)