Júst heimkomin úr Dublin, býnum við teimum hundrað kirkjunum og túsund pubbunum, siti eg og hugsi um hugtakandi myndina hjá Diego Velazquez, sum hongur á írska tjóðlistasavninum. Hon eitur Emmaus og er eitt tað fyrsta verkið, sum spanski barokkmeistarin Velazquez málaði. Myndin er av eini arbeiðsgentu, sum stákast í køkinum, men sum samstundi sær út til at vera uppsteðgað meðan hon gáar eftir onkrum, sum gongur fyri seg inni í stovuni. Vinstrumegin í myndini sæst ein mynd í myndini, eitt op inn til stovuna og tað er altso her, at tað heilaga gongur fyri seg. Bíblian sigur, at tveir lærusveinar vóru í Emmaus nakað uttan fyri Jerusalem, teir sótu til borðs við einum ókendum manni og vórðu brádliga greiðir yvir, at hetta var teirra meistari, Jesus Kristus, sum var komin aftur frá teimum deyðu. Lýsingin av undrinum í Emmaus er eitt sindur serstøk. Meðan gentan og køkslutirnir eru neyvt málaðir við trídimensionalari rúmd og djúpd, tykist lýsingin av Jesusi skitskukend, fløt, órealistisk og næstan ólikamlig sum roynir málarin at leggja dent á tað yvirnátúrliga, tað óskiljandi undurfulla við hendingini. Í Dublin sóu vit eisini eitt meistaraverk hjá Caravaggio, tað er myndin av tá Jesus verður tikin í Getsemane, sum er ein av bestu myndunum hjá Caravaggio. Italski málarin málaði eisini undrið í Emmaus og hevur sum Velazquez lagt dent á kyrrlutalýsingina av frukt og mati á borðinum. Men figurarnir hjá Caravaggio fylla meira og tykjast meira likamligir.
Í gjár fekk eg myndir av spildurnýggu altartalvuni hjá Torbirni Olsen, sum vit skrivaðu um herfyri. Hon er í Thorum í Jyllandi og avmyndar eisini undrið í Emmaus. Tá vit nú hava hugt eftir hvussu teir gjørdu í barokktíðini er áhugavert at bera nýggju myndirnar saman við teimum gomlu. Sterku, reinu litirnir hjá Torbirni siga okkum beinavegin, at hetta eru modernistiskar myndir. Í staðin fyri at arbeiða við myrkrinum og illusiónini sum Caravaggio og Velazquez og skapa dramatiskt palljós í clair obscur, er ljósið í sjálvum litunum hjá Torbirni Olsen. Hann brúkar grundlitirnar, reytt, blátt og gult, men arbeiðir somuleiðis tilvitað við kirkjulitunum, mótsetninginum millum gult og violett. Torbjørn Olsen hevur eisini ofta eitt slag av einari mynd í myndini. Tað er vindeygað í atelierinum, sum í hesari myndini sæst sum ein lýsandi gulur fýrkantur, sum figurarnir verða settur á. Figurar, borð, hendur, klæði og andlit, alt lýsir í hesi nýggju altartalvuni hjá Torbirni Olsen, sum er tann sætta í røðini av altartalvum, sum vælumtókti málarin hevur málað.