Wednesday, August 17, 2011

Bárður Oskarsson í Galerie Focus



Fríggjadagin 19. august kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Bárður Oskarsson upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn

”Í skaldsligu og samstundis hóttandi verkunum hjá Bárði Oskarssyni er kroppurin í brennideplinum. Verkini tykjast at hoyra til tað heimspekiliga rákið, ið verður rópt fænomenologi, har einasti møguleikin hjá menniskjanum at skilja heimin er við kroppinum. Menniskja er í heiminum sum ein kroppur, og kann tí einans skilja seg sjálvt kropsliga. Hóast tað í verkunum hjá Bárði Oskarssyni er kroppurin sum er ein vegur til ásannan, er hann eisini knýttur at eini langari røð av øðrum týdningum. Tí hjá Bárða Oskarsyni er mannakroppurin ikke eitt støðugt fyribrigdi, hann broytist alla tíðina, avlagast og avskeplast. Hann er groteskur.

Bárður Oskarsson víðkar hesa menniskjafatan eitt sindur, tá hann gevur sínum grotesku mannakroppum blíðkandi drøg og letur skaldskapin trína fram. Tí hóast mannakroppurin er í brennideplinum í verkunum hjá Bárði Oskarssyni, er mannakroppurin ikke einans ein røð av kropsfunktiónum og eitt savn av kropsvætu, húð, hári og neglum. Kroppurin er eisini grundarlagið fyri menniskjaligum kenslum, vónum, dreymum og øllum tí, vit nú hava.”

Inger Smærup Sørensen í bókini ”Livandi List”

Framsýningin verður opin til 23. august, leygardagin kl. 16 til 18, mánadagin og týsdagin kl. 15 til 18