Skelkandi at síggja tær fýra ljósmastrarnar verða reistar í Gundadali.
Stutt síðan luttóku flestir býráðslimir annars á arkitektadegi í Norðurlandahúsinum undir heitinum: “Millum Kongaminnið og kitsj”, har ljós varð varpað á býarúm her og aðrastaðni. Her sótu tey so við eygum so stórum sum tekoppum og nikkaðu til útsagnir sum : “Vi skal tilbage til mennesket”. “Hvorfor er de nye bygninger så døde og livløse?”.
Jú, býir verða deyðir og lívleysir, tá slík skrímsl sum hesar ljósmastrar verða reistar í einum grønum dali, sum hevur orð fyri at vera besta veðurpláss í Føroyum. Hesar mastrar eru gjørdar til stadion, ið rúma 40.000 fólkum og eru ikki egnaðar til okkara pinkulingastadion til 5 – 7000 fólk.
At flutt tær inn á Svangaskarð, sum onkur skjýtur upp, nyttar heldur einki. Umhvørvisoyðileggingin hevði verið ov stór.
Um vit hyggja eftir, hvat tey hava aðrastaðna, síggja vit (t.d. í Belfast), at mastrarnar har ikki koma nær í námind av hesum í Havn, og at pástanda, at vit NOYÐAST at hava tær, er at blaka torvmold ella tað, sum verri er í eyguni á okkum borgarum.
Íbúgvarnir í Gundadali og í nýggja býlinginum Poul Juulsgøtu hava keypt sær hús undir følskum fyritreytum. Tey hava aldrin í verðini ímyndað sær at fáa nakað so ljótt sum hesi misfostur fyri eygunum restina av lívinum. Hvar eru býararkitektarnir í hesum máli? Eru teir blindir, ella eru teir tiknir av ræði?
Úti í verðini hendir tað meir enn so, at arkitektonisk misfostur verða tikin burtur aftur og seld sum gamalt jarn, eitt dømi er stóra svarta og deyða húsið mitt á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Í fleiri ár oyðilegði hetta hús eitt vakurt gamalt býarrúm, og tí bleiv húsið eftir nógv høvuðbrýggj tikið niður í fjør og beint burtur.
Tórshavnar býráð hevur oyðilagt Gundadal EINA ferð, og tað er nóg mikið. Hesin góði dalurin við prýðiligum listarverkum fer í næstum at verða bygdur út við skilagóðum bygningum og ítróttarfasilitetum, og tað er at fegnast um.
Takið tí nú hesar ræðuligu mastrar niður, tær fara ongantíð at rigga her, seljið tær sum tilfar til skipasmíð ella annað og fáið okkum vakurt og gott ljós á Tórsvøll í staðin.
Oddvør Johansen