Leygardagin 20. august kemur bókin ”Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki” út. Í tí sambandi er eisini framsýning við grafiskum verkum eftir Hansinu Iversen í Steinprent á Skálatrøð. Í bókini eru brot úr samrøðum, sum Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, hevur havt við Hansinu Iversen seinastu mongu árini. Samrøðurnar geva eitt einastandandi innlit í heimin hjá listakvinnuni og í teir tankar, sum eru støðið undir hennara list. Samrøðurnar leita djúpt inn í tann abstrakta listaheimin og snúgva seg eitt nú um ta undran, sum bylgist í sinninum, tá tú stendur frammanfyri einari mynd eftir Hansinu Iversen. Ì samband við at ”Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki” kemur út almannakunngera vit næstu dagarnar stutt brot úr bókini:
Er myndin liðug í huganum, áðrenn hon fer út í hondina?
Nei, ikki heilt, tað er eitt sindur skiftandi. Tað kann vera nakað eg havi sæð ella kent, men eg minnist ikki rættiliga, hvat tað var. Tað er bæði tilvitað og ótilvitað, og myndir myndast í høvdinum. Litirnar avgeri eg í atelierinum. Kanska havi eg onkran lit og form í høvdinum, meðan eg eri á framsýning ella gangi úti á gøtuni. Tað hvørvur og kemur aftur, og sum frálíður, verður tað kanska til nakað. Ofta byrji eg við gulum og kadmiumreyðum, tí tað er so gott at byrja við. Tann guli kann hvørva, meðan tann reyði kann geva so góða dýpd í aðrar litir, sum koma omaná. Tað fyrsta er øgiliga viðkvæmt, tí tað skal undirbyggja alla myndina- tað avger, um hon kann brúkast ella má kaserast. Tey fyrstu strokini eru frúktiliga avgerandi. Tað er spennandi og nervapirrandi at byrja. Hesar penslarnar havi eg fingið frá Hjördis Haack. Teir skulu vera breiðir og f latir, ikki ov tjúkkir. Nú verður spennandi at royna. Tað er eitt sindur av automatikki í hesum. Eg veit fanin ikki, hvar eg skal byrja.
Ræðist tú tað hvíta løriftið, áðrenn tú skalt byrja?
Nei, yvirhøvur ikki. Eg haldi tað vera ordiliga spennandi, tá eg standi framman fyri tí tóma løriftinum. Eg haldi, at eg veit, hvussu eg skal byrja, eg havi valt hvønn pensil, eg vil brúka, hann má ikki vera breiðari enn hesin her. Pensilsstrokini skulu vera kontrollerað beinanvegin.
Hvussu nógv kontroll hevur tú á tí?
Nokk so nógv. Tað veldst eitt sindur um, hvussu tjúkkan eg blandi litin. Verður tað ov vátt, so loypur tað saman. Er tað turrari, so kontrolleri eg tað betur, serliga kantarnar. Tá eg keypi penslar, hyggi eg eftir, at teir eru harðir og ikki hava ov long hár, so vera strokini betri, eru hárini ov long verða kantarnir ov diffusir.
Skal alt vera stýrt og kontrollerað?
Man byrjar við at vilja stýra tí, og man byrjar við at velja. Eg velji t.d. reytt og ein so breiðan pensil. Geri av at tað skal gerast við strokum, og so byrji eg at gera ein form. Eg fái eina hóming av, hvønn veg tað ber. Eg brúki ongantíð skitsur. Eg máli altíð beinleiðis á løriftið. Í fyrstuni gongur spakuliga áðrenn eg veit, hvar eg skal seta næsta formin. Tá man hevur arbeitt eina tíð, kemur man har til, at málningurin byrjar at taka ræðið. Málningurin leiðir teg fram til næsta stig, og tú ert tikin av ræði. Nógvir málarar tosa um hetta stadiið, har málningurin sjálvur fer at arbeiða, málningurin rópar eftir, ella biður um at verða málaður. Hann mennist meðan tú arbeiðir. Tað er ikki nakað sum stendur liðugt í huganum, áðrenn tú byrjar, hann skapar seg mest sum sjálvan. Málningurin er sjálvandi ikki livandi, men tað kemur hartil, at tú verður stýrd av tí, sum er komið á løriftið.