Wednesday, August 17, 2011

Prýðing fyri milliónir



Fyrradagin varð størsta byggiætlan í søguni hjá Tórshavnar Kommunu, Skúlin á Argjahamri tikin í nýtslu og í gjár vóru vit og upplivdu hálovaða útsýnið úr skúlanum við egnum eygum og tað er av sonnum stórbært. Vit nýttu sjálvandi eisini høvið at skoða sjálvan skúlan og fyrst og fremst hugdu vit at stóru prýðisverkætlanini hjá Astri Luihn, sum við 1,5 % av byggikostnaðinum man vera millum størstu, alment fíggjaðu listarligu verkætlanir her á landi. Latið okkum fyrst og fremst frøast um hesa avgerðina hjá kommununi at brúka hálvtannað prosent uppá list og vóna, at tað verður góðu listini at frama.

Tað kann ikki sigast annað enn, at vit við prýðingini í Skúlanum á Argjahamri hava fingið nógv verk fyri pengarnar, men 2-3 milliónir eru sjálvandi eisini svimlandi upphæddir í føroyskum listahøpi. Nýggi skúlin er fullur av verkum, eitt nú er fitt av teimum ljósu myndunum, sum Astri Luihn sýndi fram í Listasavninum í fjør á framsýningini "Alt tað sum hevur fuglaflog" partur av prýðingini á Skúlanum á Argjahamri. Eg havi sum so ikki broytt meining um málningarnar, síðan ummælið við yvirskriftini "Marengs", men málningarnir hóska frægari í eini reint dekorativari funktión enn teir gjørdu á framsýning í Listasavninum. Umframt málningarnar, sum eru vardir av glasrammum, eru eisini standmyndir, glasmálningar og fleiri sløg av relieffi partar av prýðingini og staðfestast má, at prýðingin av sonnum er fjølbroytt. -Ja, í grundini er stílurin so mikið skiftandi, at tað sær út sum um, at fleiri hava verið um prýðingsuppgávuna; drøg av stílinum í verkum hjá Tróndi Patursson, Guðrið Poulsen og Hansinu Iversen koma til hugs, tá tú gongur runt og hyggur, meðan okkurt tykist meira ella minni anonymt. Best er altíð at hyggja við egnum eygum, men vit seta nakrar myndir inn her.     








Ráðgevarafyritøkurnar at standa fyri verkætlanini vóru valdar eftir einari prekvalifikatiónsrundu. Yvirskipaða hugskotið við bygninginum er »hamarin, fláirnar og løgini«. Løg kann verða tað jarðfrøðiliga, hæddirnar, brúkið ella vitanin. Í miðjuni gongur gjógvin ígjøgnum løgini, sum kann ímynda læring, flokstrin og undirvísingarpartar. Gjógvin sker seg gjøgnum løgini og avdúkar og eggjar til at nema sær kunnleika í einum fluttari merking. Gjøgnum gjónna gongur høvuðstrappan, sum eisini er ímyndin av tí stigvísu læringini. Tá ið tú ert komin niðan á, ber eisini til at skoða inn yvir býin og út í heimin. Samlaði kostnaðurin við øllum er mettur til 199 milliónir krónur. Ráðgevararnir eru: MAP arkitektar – tekning og projekteringsleiðslu. LBF ráðgevarar – berandi konstruktiónir og el. MEL/PBC ráðgevarar – hvs, ventilatión og sprinkling. Høvuðsarbeiðstøkuna og projektleiðsluna hevur byggifelagið Articon. Undirveitarar eru: Demich – hvs, ventilatión og sprinkling. Install – el. Inntakt – takelementir. Skúlin er tvísporaður frá 1-9 flokk. Haraftrat er frítíðarskúlin í skúlanum. Bygningurin er skipaður í fýra eindir, og teir tríggir undirvísingarpartarnir eru í hvør síni eind við felagsøki bæði til lærarar og næmingar. Í tí fjórðu eindini er m.a. dupult fimleikahøll. Skúlastovurnar eru allar á ovastu hædd. Teir yngstu næmingarnir eru í bygninginum, sum er í einari hædd og vendir móti skúlagarðinum og haganum. Tey eru tætt við uttanumøkið. Á henda hátt verður uttanumøkið partur av dagliga virkseminum bæði í skúlatíð og frítíðarskúlatíð. Meðan tey minstu børnini hava umhvørvið tætt við, hava teir eldru næmingarnir havsbrúnna sum mál og mið. Skúlin á Argjahamri er 6.600m² til støddar. Á miðhæddini eru fakhølir, fimleikahøll, umsiting og námsfrøðiligur tænastudepil. Á niðastu hædd eru heilsufunktónir og starvsfólkarúm. Í skúlanum ganga næmingar úr 1. upp í 9. flokk. Skúlaárið 2011/12 ganga 301 næmingar í tilsamans 17 flokkum í Argja skúla. Lærararnir eru 31. Kelda: http://www.torshavn.fo/ 














































(Myndir IS Tekstur KP)