Wednesday, August 10, 2011

Fremmandgjørdir fáblar í fokus


Framsýningin hjá Silju Strøm í Galerie Focus læt aftur í gjár og má hvør tann, sum ikki sá hana, iðra seg øgiliga. Tí tað er ikki á hvørjum degi, høvið býðst at fylgja menningini hjá einari ungari listakvinnu, sum er so sjáldsama væl gávað og sum samstundis er so mikið intelligent sum Silja Strøm. Sjálvt um hon longu hevur funnið ein haldgóðan myndlistarligan formul, vágar hon sær á ótroddar leiðir, sum neyðugt er í eini menningargongd, har tú ert noydd til at tora at gera skeivt, skalt tú koma víðari. Í summum myndum kombinerar listakvinnan sítt figurativa myndamál við eitt meira abstrakt formelt myndamál av flatum og geometriskum ella øðrum mynstrum. Hendan sameining er ikki uttan trupulleikar og gevur eina óruddiligari heild og tað er gott, tí hon er dømi um framfýsni og møguleikar.

Vit kenna aftur forfínaða, feminina myndamálið í hennara mytologi- og ævintýrkendu myndum, í blýantstekningum og málningum við neyvt teknaðum figurum, sum eru partvíst avskeplaðir ella sum onkursvegna tykjast illa til passar, fremmandgjørdir í myndarúminum, har teir eru settir. Og teir tykjast veruliga settir inn í eitt umhvørvi eins og eitt slag av modernaðum, heldur ófrættakendum dukkulisum. Myndirnar eru detaljeraðar við ymisrættaðum signalum, sum vísa aftur í tíð, men sum samstundis tykjast modernað. Meðan umhvørvið er flatt, dekorativt og í støðum tivoliserað við fagurlittum ballónum og baðibóltum, eru figurarnir ofta meira introvertir og álvarsligir á at líta, eins og teir eru meira klassiskt teknaðir. Summir av djórafigurunum kundu stavað frá onkrari vakrari, gamlari uppslagsbók, meðan onkur av teimum menniskjalíku figurunum kundi havt sín uppruna í onkrum mótablaði.


Kollasjukendar myndir ganga eyðvitað í onkran mun út uppá endurnýtslu av tilfari, sum verður sett inn í ein nýtt høpi og sum á henda hátt skapar eina nýggja søgu. Myndirnar hjá Silju yðja av søgum, sum tó ikki lættliga lata seg upp. Áskoðarin fær kanska fatur á einum ferili av syrgiliga ella stuttliga huglagnum og psykologiska spenninginum, men eftirsum eingin kronologi er og eingin kend skipan av narrativa universinum er til staðar, verður útsøgnin sera sveimandi og tá ber til at fáa eina nýggja søgu burturúr hvørja ferð hugt verður eftir myndini.

Myndirnar eru eins og modernaðir fáblar uttan nakra endaliga niðurstøðu ella moral. Men onkursvegna tykjast teir androgynu figurarnir einsamallari og minni tilvitaðir enn djórini. Djórini sýnast sum heild meira ektað og heil enn tey menniskjalíku, sum eru deform og fremmandgjørd, men eisini nakin og viðbrekin. Kenslan av verfremdung er yvirhøvur rættiliga dominerandi, tá tú hyggur at myndunum hjá Silju Strøm, eisini í máliháttinum, sum í støðum insisterar uppá tað ljóta og brongluta. Havandi í huga, at verfremdungshugtakið upprunaliga stavar frá Bertholt Brecht og hansara anti-aristotelesku leiklist, so eru vit kanska á beinari leið - í øllum førum tykjast myndirnar hjá Silju Strøm rættiliga teatralskar. Leiklistarliga ætlan Brechts gekk í stóran mun út uppá at gera áskoðaran tilvitaðan. Í staðin fyri kritikkleyst at verða drigin inn í eina undirhaldandi, mimetiska hendingagongd, skuldi áskoðarin aktiverast av listini til sjálvur at taka støðu.

Hóast Silja Strøm als ikki er samfelagsatfinnandi í síni list sum Bertholt Brecht, fylgir hon við í tí, sum fyriferst í samfelagnum. T.d. stavar myndakeldan til fantastiska motivið av manninum við plastfløskum á høvdinum frá myndum í The Guardian av mótmælisfólkum í Cairo, ið vilja hava Hosni Mubarak frá og sum sjálvi hava gjørt sær hjálmar úr allahanda tilfari til verju móti at verða steinaði og sligin. Fotomyndirnar bera fram ein merkiliga lívsjáttandi boðskap um herligasta kreativitet mitt í harðskapi og kaos, sum Silja Strøm dugir at brúka á sjálvstøðugan  hátt í sínum myndum.








Eg skilti á Marionnu Norðoy í Galerie Focus, at framsýningin hjá Silju Strøm er partur av einum framsýningarátakið við ungari list í fokus, har trý listafólk skulu sýna fram í gallarínum í Lambagerði 1. Verkætlanin er sera spennandi, men eg haldi allíkavæl, at framsýningarnar vara heldur stutt. Silja Strøm hevði framsýning frá 5.-9.august. Bárður Dal-Christiansen sýnir fram frá 12.-16.august og Bárður Oskarsson hevur framsýning frá 19.-23.august. http://www.galeriefocus.com/













(KP)