Monday, August 15, 2011

Verði ljós og ljós varð




Tá Gud skapaði heimin, føldi hann seg fram og eksperimenteraði við ymiskum hugskotum. Ljósið vísti seg at vera eitt av teimum góðu hugskotunum: Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum. Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.

Soleiðis kunnu vit ikki longur loyva okkum at fara tilvildarliga við almenna rúminum. Vit kunnu ikki longur loyva okkum at lata tilvildina ráða og tí hava Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya gjørt eina sonevnda ”master plan”. Orðið masterplan er ikki tikið úr donskum, sum ein skuldi hildið, nú fyrsta stig í masterplanini inniber gigantiskar ljósmastrar, sum skulu lýsa á meginpartin av suðurstreymoynni, tá danskir ljósserfrøðingar síðst í mánaðinum hava góðkent tær tøkniliga. Nei, orðið masterplan kemur úr enskum og tað er ikki eins lætt at fata. Tí á enskum vísur orðið masterplan til eina gjøgnumhugsaða ætlan fyri t.d. ein bý. Ein ætlan, sum tekur støði í og fyriheldur sær til proportiónirnar og estetisku virðini í býnum, til funktionalitetin og alt tað, ið er relevant at meta um, tá markantar broytingar eru fyri framman.

Men okkurt má vera gingið galið við masterplanini. Kanska eru nøkur stig lopin um, kanska hava tey gloymt at spyrja serfrøðingar. Í øllum førum líkist Gundadalur nú onkrum frá einum vánaligum science fiction filmi eftir at ein rúmdarinnrás hevur oyðilagt jørðina. Og sum tað so ofta verður tikið til í tílíkum filmi er tað ”nowhere to hide”. Mastrarnar síggjast úr hvørjum herðashorni í øllum býnum og tað er júst aðrastaðni í býnum ella uttan fyri býin, at tað av álvara gerst greitt hvussu stóra misskiljing talan er um. Ljósmastrarnar eru heilt einfalt úti av proportión við restini av Havnini.

Tað snýr seg ikki um at vera trúgvur mótvegis renesansuhugmyndini um at lata listina og arkitekturin fylgja proportiónunum í Guds skaparaverki. Tað er heldur ikki fyri at fasthalda einari elskuligari, idylliskari og gamaldags ímynd av okkum sjálvum og sig nei til alt nýtt og djarvt. Ella tí at modernaði veruleikin ikki skal vísa andlit í søguliga býnum.

Tað er tí, at vit skulu gera okkum ómak. Vit skulu satsa og vera djørv. Men vit skulu vera neyv. Vit skulu menna arkitekturin, listina og tey urbanu elementini í almenna rúminum. Men vit skulu leggja okkum eina við, at byggja vit háhús í hesum býnum, skal tað vera av tí, at tað snýr seg um góðan arkitektur. Skulu vit prýða býin við list, skal tað vera tí tað snýr seg um góða list. Skulu vit seta inn urbanar lutir sum t.d. risa ljósmastrar, skal tað vera grundað á fyrilit. Bæði akitekturur, list og urbanar verkætlanir miseydnast onkuntíð, men tað ger minni, um til ber at síggja neyvleika, at onkur hevur gjørt sær ómak og hevur roynt at skapa nakað umráðandi. Hetta hendir tíverri alt ov sjálvdan og tað er greidliga ikki soleiðis í hesum føri.

Tað eru tey, ið halda, at Gud skapaði jørðina út frá eini masterplan. At talan var um eina gudaborna ætlan og intelligent design. Ein sannroynd er tað, at tað í dag er fótbóltgudurin, sum skapar okkara umhvørvi og tað eru UEFA og FIFA, ið hava valdið á ljósinum.

(IS)