Tuesday, August 30, 2011

Meistaralig mistøk

All my mistakes have become masterpieces ljóðar ein regla í hjartanemandi vakra og melankolska sanginum hjá Teiti Lassen, sum kom mær til hugs nú eg las nýggju bókina hjá Jóanesi Nielsen og Peter Laugesen. Bókin kundi itið nakað tað sama sum sangurin, tí fleiri av mistøkunum eru meistarlig, umframt vøkur, melankolsk og stuttlig eisini.

Eftirhondini eru fleiri væl eydnað føroysk/donsk yrkingarsøvn komin út og nú kom "Smukke fejltagelser" hjá Jóanesi Nielsen og Peter Laugesen. Tað skilst á danska heitinum og á donsku presentatiónini á bakpermuni, at talan fyrst og fremst er um eina danska útgávu og kanska átti hon bara verið á donskum. Í øllum førum tykist blandingin av donskum og føroyskum yrkingum eitt sindur ørkymlandi, onkrar yrkingar eru á báðum málunum, meðan aðrar bert eru á donskum. Men tá tað er sagt, skal eg skunda mær at siga, at tað er fáum, eg so fegin lati meg ørkymla av sum av teimum báðum, harra Nielsen og harra Laugesen, ið báðir eru yrkjarar av heilt serligum kalibur. Og við tað, at forlagið Torgarð hevur víst seg at vera av tí skynsama slagnum, er heilt vist onkur skilagóð orsøk til tær dansk-føroysku dispositiónirnar í snøggu, lítlu bókini. Sum skilst er heitið á henni tengt at evninum hjá Århus Festuge "Skønne fejl og andre lykketræf" í sambandi við, at teir báðir yrkjararnir skuldu lesa upp yrkingar í Løves Bog- og Vincafé í Århus síðsta leygardag.

Sjálvt um teir eru so mikið ymiskir yrkjarar, Havnarmaðurin og Århusianarin, at lesarin ongantíð ivast í hvør hevur skrivað hvat - eisini í felagsyrkingunum - hómast greiður skyldskapur í teirri grundleggjandi humanistisku lívsáskoðanini, sum merkir yrkingarnar. Yrkingarnar hjá Peter Laugesen eru stuttar, neyvar og kristallklárar staðfestingar, sum hvíla í sær sjálvum, samstundis sum tær lata upp ein ríkan heim av assosiatiónsmøguleikum. Yrkingarnar minna í teirra orðaspæli og øvugtleika eitt sindur um yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen.

Tomme flasker
husker pludselig
hvad de hedder
og hvem der drak
hvad der var i dem

(s.6 í Smukke fejltagelser)


Bilerne ligner
alle sammen
smarte sko

(s.16 í Smukke fejltagelser)

Reglurnar hjá Jóanesi Nielsen eru longri enn tær hjá Laugesen, men tær eru í grundini eisini ómetaliga kompaktar og innihaldsríkar. Tær kunnu vera spennandi, nærverandi, fullar av action og ramasjang sum t.d. tann fantastiska apoteosan av eini byrjanaryrking í mánalýsibókini, har Gud sendir sín einborna til Onglands í tarvaskapi. Ein yrking hjá Jóanesi Nielsen kann vera undirhaldandi sum ein heil skaldsøga, full av áhugaverdum karakterum og hendingum og mostrum.

Min moster Judith havde de største patter
runde som antennekupler
tog imod beskeder fra hunløver
ørkenrotter
sæler der muntert springer over breddegraderne
en lykkelig paddedyrsforening
med Judith på præsidentposten...

(s.25 í Smukke fejltagelser)

Summar av felagsyrkingunum ljóða meira av Jóanesi Nielsen enn Peter Laugesen, t.d. tann um sangarinnuna miklu í Savage Rose.Yrkingin hevur heitið Ugganarorð:

Eg væntaði at Anisette brotnaði
tá hon misti mannin
ella eldur kom í hana
undir hasum øgulig hárburðinum
kann alt henda.
Møguliga fóru starar at elta hana
hildu hana vera ein mjáan mammupíl rýmdan úr skógini.
Kanska fór okkurt veingjað beist at leingjast eftir hennara føgru
gimsteinaeygum
lata onkrum høvdingafugli tey sum prýði um hálsin.

Tá hon syngur um veturin
skilja glerpípurnar at yndisleikin er stokkutur.
Vársangurin fær løstaðar harrar at raka skeggstaparnar og lata
seg í reina skjúrtu.
Junirøddin ber av.
Áh! Eg elski hennara kviku dansandi føtur
støvið undan iljunum rekur gjøgnum lukkuligar býarnætur
fær skraddarans kviku hond at baldýra rósur á slitin pløgg.

Eg trúði at hon brotnaði tá maðurin doyði.
Tað gjørdi hon helst eisini.
Sum tey flestu er hon sett saman við lími, teymum og teknistiftum
ein skroypiligur figurur
við eini rødd sum knúsar glas.
(s.47-48 í Smukke fejltagelser)

Hugtakið Sufisma verður brúkt um islamska mystikk og spiritualitet, sum snýr seg um takksemið menniskjans mótvegis Allah. Ein tann besta yrkingin í bókini er ein felagsyrking hjá Laugesen & Nielsen. Hon eitur SUFI og tað er ikki til at siga hvussu nógv hon hevur við sufismu at gera, men í øllum førum snýr hon seg um minnið um eina spirituella og sera gløgga mostir:

Mostir stendur í dýrd úr eini aðrari tíð.
Hon sær eggini hjá sniglunum.
Tey liggja undir steininum og piprast
í anarkisins drúgva vetri.

Hví byggja kirkjur, sigur mostir,
á tí vakra steininum tú finnur.
Lat hann liggja.
Lat hann syndra sandrákið í vindinum.

Peter Laugesen og Jóanes Nielsen: Smukke fejltagelser.

62 síður, 129 kr . Forlaget Torgard.
(KP)