Thursday, August 18, 2011

Hansina Iversen - Undurfullur Ræðuleiki



Leygardagin 20. august kemur bókin ”Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki” út. Í tí sambandi er eisini framsýning við grafiskum verkum eftir Hansinu Iversen í Steinprent á Skálatrøð. Í bókini eru brot úr samrøðum, sum Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, hevur havt við Hansinu Iversen seinastu mongu árini. Samrøðurnar geva eitt einastandandi innlit í heimin hjá listakvinnuni og í teir tankar, sum eru støðið undir hennara list. Samrøðurnar leita djúpt inn í tann abstrakta listaheimin og snúgva seg eitt nú um ta undran, sum bylgist í sinninum, tá tú stendur frammanfyri einari mynd eftir Hansinu Iversen. Ì samband við at ”Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki” kemur út almannakunngera vit næstu dagarnar stutt brot úr bókini:




Er ein orginalitetur til, sum kemur innanífrá og er óávirkaður av uttanífrákomandi inspiratión?
Ja, tað var júst tað vit tosaðu um, tá vit høvdu sæð sendingina um paradísfuglanar á Paradísoynni, altso, um estetikkur ella vakurleiki er eitt instinkt ella ein natúrkraft. Á hesari avbyrgdu og friðaðu oynni, liva fuglar, sum prýða reiðrini og holurnar hjá sær. Flestu hannfuglarnir eru prýddir við litføgrum fjaðrum, men hjá einum slagi vóru teir gráir og keðiligir, ongir f lottir litir at reypa sær av. Teir bygdu sær hvolv, líkasum ein pall við hálvtekju, har teir settu saman blomstur og bløð í alskins litum fyri at lokka honfuglarnar til sín. Ein annar fuglur dansaði fyri honfuglunum, og man sá tær koma ein og ein og settu seg á greinar rundan um hann. Sjálvur hevði hann ruddað sær eitt pláss á skógarbotninum, har hann dansaði fyri teimum. Soleiðis eru vit eisini, tað má vera ein grundleggjandi eginleiki.


Inspiratión er eitt heldur ovbyrjað hugtak, er nøkur meining í at tosa um tað?

Inspiratión er møguliga eitt ovbyrjað hugtak, men kortini er tað altíð galdandi. Men kanska ímyndin av inspiratiónini, sum eitt yvirnáttúrligt fenomen, sum alt í einum hersetur kunstnaran og í sama herindi fer at skapa, er ikki sonn og ei heldur galdandi. Inspiratiónin kemur av at arbeiða við listini. Tað er ikki, sum nógv halda, at tað knappliga sigur pling, og so rennur tú inn at mála, tí nú er andin yvir tær, og restina av tíðini málar tú ikki. Nei, inspiratiónin kemur í meðan tú arbeiður. Um tú ikki arbeiðir, kemur einki.