Wednesday, February 5, 2014

Postkort til Berlin



Sakaris Stórá og Ingun í Skrivarastovu eru á veg til Berlin við stuttfilminum, Vetrarmorgun, og tá mann skal við á ta háttvirdu filmsstevnuna, Berlinaluna sigur tað seg sjálvt, at pressutilfarið má vera í ordan, og tað er tað. Her omanfyri er eitt postkort, sum kann býtast út, umframt brot burtur úr einum faldara, tíverri ber neyvan til at lesa áhugaverda innihaldið, tað blívur nakað smátt her á blogginum. Tað verður spennandi í Berlin og ynskt verður bæði filmi og filmsfólki alt tað besta. 

Perman á faldaranum

Heilsan frá leikstjóranum




(KP)


Ásmundur Poulsen PHOTO i Glostrup Kunstforening






Hørte I Havets Aandedrag 
gennem Leernes Sang i den dalende Dag. 
En Stund er vort Liv ved Havets Bred, 
Havets Liv varer evigt ved. 


Billedet af mænd og drenge i færd med at slå græs i bygden Bøur i modlys er på én gang dystert og livsbekræftende og giver associationer til William Heinesens fine digt, Høbjærgning ved havet, hvor efterårets høst er den konkrete anledning til eksistentielle tanker om menneskelivets flygtighed i forhold til havets evige bevægelse. Billedet er blandt de 37 sorthvide fotografier, som den færøske fotograf Ásmundur Poulsen har fotograferet og fremkaldt, og som udstilles i Glostrup Kunstforening fra den 8.- 26.februar. Fernisering er lørdag 8.februar klokken 14-16 i Glostrup Fritidscenter, Christiansvej 2, 2600 Glostrup. Fotografen døde for syv år siden, det er hans datter, Kinna Poulsen, der har sammensat udstillingen, som oprindelig afholdtes i Steinprent i Tórshavn og som var en af de udstillinger, der blev fremhævet som en af de interessante udstillinger i foregående år i årbogen Ny dansk kunst, udvalgt af billedkunstner Claus Carstenen, der bl.a. mener om fotografen, at han: "..har lavet nogle helt utrolige billeder, der i den grad fanger tiden og stemningen. På udstillingen var der især ét, der vakte min opmærksomhed. Billedet viser en benzintank, i regnvejr, efter mørkets frembrud. Det er taget i Tórshavn engang i tresserne, men med de parkerede biler og neonskiltene, som jo er urbilleder på modernitetens indtog i provinsen, kunne det ligeså godt være et sted i midtvesten i USA. På et andet fotografi er der en dreng, der står og holder en måge i sine arme. Der er noget af den samme poesi og fornemmelse af tab over det billede, som i Ken Loach´s pillefilm Kes - selv om sammenligningen er lidt bagvendt, idet fotoet er taget før filmen blev lavet." Ásmundur Poulsen (1931-2007) var fra bygden Eiði på Færøerne, men boede det meste af sit liv i Tórshavn. Han var selvlærd fotograf og startede som amatør, men arbejdede i mange år som professionel fotograf og udgav bl.a. postkort, samt en serie bøger, "Færøerne i billeder". Han arbejdede som lejlighedsfotograf, tog billeder i forbindelse med alle tænkelige begivenheder; bryllup, konge- og dronningebesøg, skibsdåb, indvielse af bygninger og broer, fødselsdage osv. Hans samlede værk er omfattende, da det i alt drejer sig om knap halvtreds års arbejde. Flere af hans billeder er brugt i bøger og i internationale tidsskrifter, eksempelvis i National Geographic. De udstillede billeder er primært landskabsbilleder og portrætter, men der er også billeder fra kongeligt besøg og andre historiske begivenheder. Katalog med billeder og kort tekst kan købes på udstillingen. 
















(KP)

Tuesday, February 4, 2014

Tankar um deyðan, entropi og eitt listaverk


 
Komin um miðjan aldur, eru tankar um deyðan hvørki óhugsandi ella ókendir, so eg tók mær ikki tyknir av herðindinum av brádligari stúran sunnukvøldið, við tankan um ta lagnuløtu, tá alt heldur uppat. Tankin slóg meg meðan eg starandi inn í køliskápið um nátturatíð royndi at konsentrera meg um at finna pálegg upp á breyð. Meðan kaffið rann niður ásannaði eg við einum lítlum kuldaskjálvta hvussu væl mær dámar at liva og hvussu illa mær dámar tankan um ikki at práta, ikki at flenna, ikki at skriva, ikki at spáka, ikki at klemma, ikki at liva. Tá eg so hevði fingið mær sess framman fyri sjónvarpið, mátti eg skifta rás fleiri ferðir, tí í øllum filmunum var tað onkur, sum doyði, og tá eg seinni lá í songini og stardi út í náttarmyrkrið, var eg farin at ímyndað mær kuldan og tøgnina í grøvini. Tá mátti eg líkasum reisa meg upp, tendra ljósið og undrast. Sjálvt um andlátslistin í døguratíðindunum sýnist endaleysur fyri tíðina, so plagi eg ikki at hugsa so nógv og so leingi í senn um deyðan. Og sitandi har á songarstokki lætnaði tað brádliga, tí tá kom eg í tankar um upprunan til hesa deyðakvøl. Tað var eitt listaverk ella rættari tað ER eitt listaverk, sum øll kunnu  uppliva inni í Skálanum í Norðurlandahúsinum, og sum eitur COMMUNITY. Heili tríggjar framsýningar eru at síggja í Norðurlandahúsinum hjá ávikavist Steinprenti (Outi Heiskanen, Anna Seppälä og Ilona Rai), Titu Vinther og Terike Haapoja, hetta er í sambandi við "Land í eygsjón", sum hesa ferð setir Finnland á breddan. Vit hava kanska hoyrt reklamuna fyri tiltakið hjá Jákupi Veyhe við finskari herðing, eg haldi forrestin tað er fyrstu ferð, tann maðurin hevur gjørt nakað, sum eg ikki haldi vera stuttligt. Eg haldi reklamuna vera eitt sindur flóvisliga - og tað hevur kanska eitt lítið sindur við altjóðagerð at gera, kann hugsast.

Áhugaverdu listaframsýningarnar í Føroya heitasta (tey meina helst fjálgasta) Norðurlandahúsi lótu upp í gjár og longu áðrenn upplatingina var høvið at hoyra fyrilestur hjá finsku listakvinnuni, Terike Haapoja. Fyrilesturin var ein avbjóðing hjá okkum hálvdeyvu, men eg spílaði oyruni út tað eg var ment, tí tað snúði seg um list og vísindi, og her vóru fleiri sjónarmið, sum vóru áhugaverd og inspirerandi, um eg ikki taki undir við teimum. Listakvinnan legði út við at staðfesta stóra týdningin, sum list og mentan hava í samfelagnum og greiddi síðan frá hvussu listin altíð hevur verið treytað av kapitalistiskum spælireglum - eisini nýggja antimaterialistiska listin verður tvørt at siga handlað fyri milliónir. Síðani ídnaðarkollveltingina hava vit við okkara antropocentrisku heimsfatan reduserað djórini at vera reinar søluvørur, sjálvt um tey eru sosialar verur eins og menniskju - hvat um vit sóu menningina frá perspektivinum hjá fenaðinum og tóku ábyrgd av okkara planet? Hetta er ikki fyrstu ferð, tílík sjónvarmið eru frammi í Føroyum, fleiri útlendsk listafólk, kanska serliga tey, sum búgva og virka í stórbýunum hava tílíkar hugsjónir og arbeiða listarliga við teimum í antikapitalistiskum, prosessorienteraðum listaverkum. Vit hava eisini upplivað hetta rákið áður í listasøguni eitt nú í seksti- og sjeytiárunum t.d. hjá kenda landart listamanninum Robert Smithson, og hjá amerikansku listakvinnuni Lee Lozano og danska listamanninum Peter Louis Jensen, síðstnevndu tóku avleiðingarnar og hildu heilt uppat við at framleiða verk. Í dag kann tílík list sjálvandi fatast sum ein reaktión í mun til heimsumfatandi umhvørvistrupulleikar, til fíggjarkreppuna og sum stikni til alt fíggjarkervið og samfelagsskipanina orsakað av kreppuni og ósmædnu framferðini hjá bankunum.

Á veg inn í framsýningarskálan hongur ein kunnandi seðil, har greitt verður frá, at installatiónin COMMUNITY er bygd upp av fimm videoprojektiónum og av ljóði. Projektiónirnar vísa filmar niður á rund plaetau í framsýningarrúminum, filmarnir eru tiknir upp við hitaleitandi, infrareyðum kamera og í filmunum síggja vit hvussu djór kølna aftan á deyðan. Í prosessini hvørvur myndin spakuliga meðan kroppurin letur frá sær hita alt í meðan áskoðararnir, sum savnast kring installatiónirnar gerast partur av gongdini. Í framsýningarrúminum síggjast filmar av smáum og størri djórum, sum kølna og so hvørt sum hvør filmur er uppi, byrjar hann av nýggjum. Framsýningin broytir tessvegna allatíðina skap. Listakvinnan tekur støði í entropi, ið verður nýtt sum mát fyri óordan í eini skipan við orku ella informatión. Entropi lýsir gongdina til alsamt størri ólag í alheiminum. Allar skipanir hava kós móti øktum entropi, munurin millum verandi støður og eindir hvørvur so líðandi. Hugtakið verður nýtt innan vísindi og í eini samtíðarlist, sum miðsavnast um prosessir, er hugtakið næstan sjálvsagt. Í kunningini til framsýningina ljóðar tað heldur enn ikki hættisligt: Tá vit doyggja hvørvur munurin millum okkum og okkara umhvørvi. Vit geva burtur ta orku, sum er neyðug fyri at uppihalda lívinum, vit missa greiða skapið á kroppinum og til seinast verða vit dust. Vit síggja hvussu hetta hendir fyri onnur, men ikki okkum sjálvi; deyðin rakar altíð onkran annan. Í eini tíð við veðurlagsbroytingum og hópframleiddum ídnaðarvørum burtur úr djórum og øðrum handilsvørum síggja vit hvusu entropi og deyði verða sameind við kapitalistiska búskapin. Tess skjótari vørurnar rotna, tess effektivari verður kapitalumfarið. Men hóast villingarsjónina um endaleyst avkast frá vørunum, vendist gongdin ikki, sum lógin um entropi spáar. Einstaklingar og djórasløg hvørva.


Komin inn í myrkrið í Skálanum tók eg meg í at hugsa, at eg skuldi ynskt at sloppið at sæð framsýningina í einum meira opnum lendi, tvs. uttan at hava hoyrt fyrilesturin frammanundan, tí hatta gerst ov dogmatiskt ella umhvørvisfrelst fyri meg til at vera list. Áðurnevndi kunningarlepi, sum er uppsligin á hurðina til framsýningina er nøktandi, tí hetta er í grundini ikki torført at skilja. Í myrkrinum tykjast ljóssirklarnir dekorativir, bláir, reyðir, orange, gulir og grønir alt eftir hvar tey ymisku djórini eru í køliprosessini eftir deyðan, og tey rundu ljósskapini góvu mær sorgblítt hugasamband við gamlar science fiction filmar ella til eina framførslu hjá Daft Punk. Suðandi ljóðið í høllini skiftir alt eftir hvar tú ert stadd í framsýningarrúminum og fyrikemur næstan heimligt, eg haldi tað er tí, at tað minnir um vind. Eg stóð eina løtu og lurtaði og hugdi meðan reyði liturin hvarv og eg veit ikki hvussu nógv eg fekk burtur úr tí, men tað gjørdi eg helst allíkavæl, kundi eg staðfesta av bláa andvekrinum um náttina. Í klárum dagsljósi gerst fagnaðurin meira eintýddur og sannførdur, eg ætli mær niðan aftur at uppliva framsýningina í friði og náðum og uttan ferniseringsrokan, meðan eg fegnist um at hava ein stovn sum Norðurlandahúsið, sum megnar at veita føroyingum tílíkar upplivingar av samtíðarlist í heimsklassa, framsýningin var jú at síggja á Venezia Biennaluni í summar! Eg fegnist eisini um, at Norðurlandahúsið hevur fólk sum Inger Smærup Sørensen (mín medredaktør her á listablogginum), sum megna at taka ímóti, miðla og skipa fyri framsýningum av hesum slagnum.


(KP)

Monday, February 3, 2014

3 x finsk list - myndir og røða













Eg vil bjóða vælkomin til myndlistarliga partin av finsku vikuni í Norðurlandahúsinum. Eg vil takka tykkum øllum fyri, at tit eru her. Tað er ein gleði at kunna deila listina við tykkum. Og so vil eg takka Norðurlandahúsinum, sum eg haldi gevur okkum øllum nakað sera týdningarmikið við at hyggja út í heim, og við at vísa okkum, hvussu nógvir møguleikar rúmast í listini. Tit gera, at her verður hægri til loftið. Tað eri eg sera takksom fyri.


Men, her eru eisini onnur til staðar, sum eg gjarna vil takka, og tað verður á enskum, so tey øll skilja tað.


Dear artists


We are very proud and happy to be able to present no less than three exhibitions today, and glad that,  thanks to you, the visual arts are playing such a big and strong role in this festival.

So thank you. Thanks to the Lithographic Workshop Steinprent and their exhibiting artists: Outi Heiskanen, Anna Seppälä and Ilona Raipala, warm thanks to Tita Vinther and finally our special thanks to Terike Haapoja.

Questions arise, when we are so lucky as to experience great art. Questions concerning human beings as species of nature, part of a whole rather than individuals may arise, when we are experiencing Tita Vinther’s magnificient sail, which is woven from human hair, but seems to weave together an endless number of stories, associations and meanings, through its motif, its structure and form, and its use of emptiness and fullness. Just as questions concerning the forces of nature, and human battle against these forces may arise, when we are experiencing one of Anna Seppälä’s poetic pieces, in which trees or birds appear in barren human made environments with countless rhythmic rows of houses and monotonous patterns of synthetic stone and glass. 

Some of these questions reappear in Terike Haapoja´s installation “Community” that treats the concept of entropy. Entropy is for instance described as the degradation of the matter and energy in the universe to an ultimate state of inert uniformity and as the degree of disorder, randomness, uncertainty and chaos in a system.  


In “Community” we witness and become part of the death of a horse, a calf, a dog, a cat and a bird. We see how their body heat falls and vanishes, we experience how they slowly fade and finally and irreversibly disappear into their surroundings – just as we, being part of the same ecosystem, the same community as this horse, this calf, this dog, this cat and this bird, will fade and disappear into our surroundings, when we die.

Terike Haapoja make these invisible facts visible, she puts into aesthetic form the concept of entropy, and finds artistic possibilities in  letting us taking part in a community. She lets technology, nature, art, science, politics and environmental ethics meet, and thereby she gives us the possibility to question the focus of society on individuality, on “us” and “them”, on production and overproduction, to question how we treat the environment and exclude fellow beings. And for that we are very thankful.


So thanks, once again, Terike Haapoja, as well as Tita Vinther and Steinprent. 

(IS)

Avdúkan


Listarliga prýðingin av hølunum hjá Vinnuframa verður avdúkað fríggjardagin 7. februar millum kl. 17 og 19. Tá verður eitt heilt serliga tiltak við tónleiki frá Absent Silver King, disking við Sakaris, upplegg frá listafólkunum og yrkingaupplestur.

Seinastu mánaðirnar hava Jón Sonni Jensen, Ludvík á Brekku, Haldis Olsen, Bárður Dal Christiansen og Ólavar S. T. Thorsteinsson - fimm ung evnarík føroysk listafólk - arbeitt av øllum alvi at prýða nýggja stóra eksperimentariuminum hjá Vinnuframa. Hølini skulu brúkast til øll møgulig granskingarseseminar, íverksetaraskeið, verkstovur og ráðstevnur. Tey fimm listafólkini hava prýtt tjúgu stórar skilaveggir, sum kunnu setast saman á óendaliga nógvar mátar og alla tíðina skapa nýggj rúm í rúminum og geva ólteljandi møguleikar fyri visuellum íblástri. Vinnuframi letur á henda hátt list og gransking møtast og skapa eitt rúm, har menning og nýhugsan kunnu kveikjast, tí var tað eisini natúrligt at velja ung listafólk at pryða rúmið.

Øll eru vælkomin fríggjadagin 7. februar millum kl. 17 og 19 í Vinnuframa, Hoyvíksvegur 51 í Havn.

Sunday, February 2, 2014

Heimslist í Havn




Í dag klokkan fimm letur framsýningin hjá Terike Haapoja upp, og eg gleði meg sum ein smágenta. Tað er sjáldsamt, at vit hava høvi at uppliva heimslist í Havn. Framsýningin, vit fara at uppliva í dag, var at síggja í Venesia á Biennaluni í fjør summar og nú er hon her í Norðurlandahúsinum í Havn, og tað er í sær sjálvum fantastiskt. Listakvinnan hevur fyrilestur klokkan fýra og bæði fyrilestur og framsýning eru ókeypis og fyri øll. Eg seti eitt link inn til ein film frá Biennaluni, men installatiónslist skal sjálvandi upplivast í sjálvum framsýningarrúminum og hesa ferð hava vit møguleikan! 









(KP)


Saturday, February 1, 2014

Bárður Jákupsson - myndir frá ferniseringini



Í gjár læt upp framsýning hjá Bárði Jákupsson í Listasavni Føroya, nógv fólk vóru samankomin í Listaskálanum, Nils Ohrt, stjóri helt upplatingarrøðuna og Kristian Blak spældi eina kompositión, sum hann hevur gjørt til eitt verk hjá Bárði Jákupsson.





























(KP)

Friday, January 31, 2014

Tvey børn fødd sama dag...



Sjálvt um kjak ofta kann vera ógvusligt er tað sjáldan eg blívi so illa við av at lesa eitt lesarabræv sum, tá eg í Sosialinum í dag las løgna álopið hjá Agga Niclasen á navngivnan føroyskan transpersón, sum í djarvari grein í PRE hevur greitt frá um seg sjálva (!!!) og um stríðið at náa fram til ein kvinnuligan samleika, eitt stríð, sum hevur verið tess harðari enn tað kundi og átti júst av tí, at samfelagið hevur so ilt við at góðtaka transkynd. Agga Niclasen skrivar: "Hetta er sjálvsást, tá hon er allarringast. At forlanga, at almenningurin skal umtala teg sum "kona" bert tí tú sigur, at tú ert ein, ber á brá av sjúkligum áhuga fyri sær sjálvum...". Hon kann ikki umtala seg sum konu, heldur Agga, tí hon er ikki ein kona, men ein maður og hetta kynsliga óskil er eftir øllum at døma nakað, sum plágar Agga Niclasen nógv. Agga Niclasen hevur áður verið eftir LGBT Rørsluni fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar og friður verið við tí, men ómetaliga ódámligt er at fara eftir einum einstøkum persóni sum tað verður gjørt í dagsins Sosiali. Sosialurin mátti ikki troysta sær at prenta tílíkt persónsforfylging. Eg skrivi henda blogg í samhuga við øll transkynd, bæði tey djarvu, um eru komin út, og tey, sum ikki tora, tí tey eru bangin fyri reaktiónum av tí slagnum, sum kann lesast í Sosialinum í dag. Eg skrivi eisini bloggin, tí øll høvi til at sýna fram list hjá Grayson Perry, eru góð.


Grayson Perry er bretskur transkyndur listamaður, sum eisini er listakvinnan Claire, ið fekk Turner heiðurslønina fyri 11 árum síðani. Vasin hjá Grayson/Claire ovast í blogginum eitur Two children born on the same day og tað sipar til dupulta samleikan hjá Grayson Perry og til stríðið fyri at sleppa vera tað sum mann er. 



http://www.dailymail.co.uk/news/article-203571/Transvestite-wins-Turner-Prize.html

http://www.etik.dk/artikel/520033:Prioritering-i-sundhedsvaesenet--Laegeuddannelse-aendrer-syn-paa-transkoennede






(KP)

Thursday, January 30, 2014

Nýggjur filmur hjá Rammatik í uppskoti til altjóða virðisløn.





Nýggjasti filmurin Karmok hjá filmslistaduoini Rammatik við Rannvá Káradóttir & Mariannu Mørkøre er í uppskoti til Besta Altjóða Stuttfilm á Glasgow Short Film Festival, umframt Besta Eksperimentella Stuttfilm á Minimalen Kortfilmfestivall í Tróndheimi.

Stuttfilmurin Karmok er úttikin millum 255 filmar til at kappast um besta norðurlendska film í Tróndheimi, 12.-16. mars 2014. Umframt Karmok eru 6 aðrir filmar úr Svøríki, Danmark og Finnlandi við í kappingarbólkinum fyri eksperimentellan film. Á Glasgow Short Film Festival er Karmok við í altjóða kappingarbólki fyri stuttfilmar. Har eru 35 filmar í bólkinum.

Sera stórur áhugi er fyri verkunum hjá Mariannu Mørkøre og Rannvá Káradóttir. Prísvinnandi filmslistaduoin Rammatik skal sýna fram á 5 filmsfestivalum, 2 kappingum og einari biennalu komandi 2 mánaðarnar.

Rannvá & Marianna starvast og búleikast í London. Í løtuni eru tær báðar í Føroyum í samband við nýtt verk, ið skal sýnast fram á Nordic Fashion Biennale í Frankfurt, 21.mars - 22.juni 2014. Talan er um eina filmsinstallatión. Í samband við fyrireikingarnar siga tær báðar: “Vit gleða okkum at sýna fram eitt verk, ið er heldur øðrvísi enn tað, vit plaga at gera." Talan er um eina filmsinstallatión, har dentur verður lagdur á, hvussu filmur kann upplivast.

Umframt biennaluna, verða filmarnir eisini sýndir á 5 altjóða filmsfestivalum. Fyrsta sýningin verður í New York, tann 31.januar. Sýnt verður á hesum filmsfestivalum:
31.jan - 4.feb     42nd Dance on Camera Festival, New York (US)
13.-16.feb           7th Glasgow Short Film Festival (UK)
15.-22.feb           Papay Gyro Nights 2014 Art Festival, Orkney (UK)
12.-16. mars      26th Minimalen Kortfilmfestival, Trondheim (NO)
8.-13.april           Dortmund|Cologne Int. Women's Film Festival, Cologne (DE)

Marianna og Rannvá hava samstarvað í mong ár og settu á stovn Rammatik í 2008. Seinastu árini hava tær arbeitt við einum filmssavni við 8 stuttfilmum. Filmarnir hjá Rammatik hava verið sera væl umtóktir í altjóða høpi við prísum og viðurkenningum. Eitt nú fekk Rammatik heiðursløn fyri filmin Magma á Cinema Nouveau Film Festival í Kanada, og við hesum vann filmurin sær eitt pláss í undankappingini til The Oscars 2013 í altjóða filmkategoriini “Best International Short Film”.



Ein framsýning og ein mentanarcafé


Eg havi júst verið ein svipp í Listasavni Føroya og hugt eftir framsýningini, sum tey eru við at vera liðug at heingja upp. Tað eru málningar og vatnlitamyndir hjá Bárði Jákupsson og tær fari eg at umrøða í beinleiðis útvarpssending í dag. Tað er á mentanarcaféini í Norðurlandahúsinum, sum byrjar nú í dag klokkan fýra, og har verður fult av list, sangur og finsk list, tónleikur osfr. Øll eru vælkomin og liggur ikki fyri at koma niðan, so er lætt at tendra útvarpið.





(KP)