Monday, August 15, 2011

Verði ljós og ljós varð




Tá Gud skapaði heimin, føldi hann seg fram og eksperimenteraði við ymiskum hugskotum. Ljósið vísti seg at vera eitt av teimum góðu hugskotunum: Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum. Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.

Soleiðis kunnu vit ikki longur loyva okkum at fara tilvildarliga við almenna rúminum. Vit kunnu ikki longur loyva okkum at lata tilvildina ráða og tí hava Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya gjørt eina sonevnda ”master plan”. Orðið masterplan er ikki tikið úr donskum, sum ein skuldi hildið, nú fyrsta stig í masterplanini inniber gigantiskar ljósmastrar, sum skulu lýsa á meginpartin av suðurstreymoynni, tá danskir ljósserfrøðingar síðst í mánaðinum hava góðkent tær tøkniliga. Nei, orðið masterplan kemur úr enskum og tað er ikki eins lætt at fata. Tí á enskum vísur orðið masterplan til eina gjøgnumhugsaða ætlan fyri t.d. ein bý. Ein ætlan, sum tekur støði í og fyriheldur sær til proportiónirnar og estetisku virðini í býnum, til funktionalitetin og alt tað, ið er relevant at meta um, tá markantar broytingar eru fyri framman.

Men okkurt má vera gingið galið við masterplanini. Kanska eru nøkur stig lopin um, kanska hava tey gloymt at spyrja serfrøðingar. Í øllum førum líkist Gundadalur nú onkrum frá einum vánaligum science fiction filmi eftir at ein rúmdarinnrás hevur oyðilagt jørðina. Og sum tað so ofta verður tikið til í tílíkum filmi er tað ”nowhere to hide”. Mastrarnar síggjast úr hvørjum herðashorni í øllum býnum og tað er júst aðrastaðni í býnum ella uttan fyri býin, at tað av álvara gerst greitt hvussu stóra misskiljing talan er um. Ljósmastrarnar eru heilt einfalt úti av proportión við restini av Havnini.

Tað snýr seg ikki um at vera trúgvur mótvegis renesansuhugmyndini um at lata listina og arkitekturin fylgja proportiónunum í Guds skaparaverki. Tað er heldur ikki fyri at fasthalda einari elskuligari, idylliskari og gamaldags ímynd av okkum sjálvum og sig nei til alt nýtt og djarvt. Ella tí at modernaði veruleikin ikki skal vísa andlit í søguliga býnum.

Tað er tí, at vit skulu gera okkum ómak. Vit skulu satsa og vera djørv. Men vit skulu vera neyv. Vit skulu menna arkitekturin, listina og tey urbanu elementini í almenna rúminum. Men vit skulu leggja okkum eina við, at byggja vit háhús í hesum býnum, skal tað vera av tí, at tað snýr seg um góðan arkitektur. Skulu vit prýða býin við list, skal tað vera tí tað snýr seg um góða list. Skulu vit seta inn urbanar lutir sum t.d. risa ljósmastrar, skal tað vera grundað á fyrilit. Bæði akitekturur, list og urbanar verkætlanir miseydnast onkuntíð, men tað ger minni, um til ber at síggja neyvleika, at onkur hevur gjørt sær ómak og hevur roynt at skapa nakað umráðandi. Hetta hendir tíverri alt ov sjálvdan og tað er greidliga ikki soleiðis í hesum føri.

Tað eru tey, ið halda, at Gud skapaði jørðina út frá eini masterplan. At talan var um eina gudaborna ætlan og intelligent design. Ein sannroynd er tað, at tað í dag er fótbóltgudurin, sum skapar okkara umhvørvi og tað eru UEFA og FIFA, ið hava valdið á ljósinum.

(IS)

Sunday, August 14, 2011

Dennis Agerblad sings Tóroddur Poulsen

3.september verður nýggja fløgan hjá Dennis Agerblad alment givin út. Fløgan eitur "Dennis Agerblad sings Tóroddur Poulsen Málhøvd / Sproghoved". Talan er um eina sera áhugaverda dupultfløgu, har Málhøvd er heitið á føroysku versiónini, meðan Sproghoved er danska versiónin. Dennis greiðir frá, at verkætlanin byrjaði við, at hann gjørdi lag til eina yrking hjá Tóroddi, sum eitur "Lending". "Tí hon var bygd upp av versum og vers 2 stóð í kursiv sum um tað var eitt niðurlag. Eg sendi lagið til Tórodd Poulsen og spudi um hann hevði fleiri yrkingar sum vóru uppbygdar á sama hátt, tí tað var lætt at gera tónleik til og syngja. -Hetta er forbannað gott, helt hann. Honum dámdi tað altso væl og hann helt, at allar hansara yrkingar kunnu syngjast. -Áh ja sjálvandi tonkti eg og byrjadi at gera fleiri løg. Eg spældi hetta fyri vinum í Danmark, sum hildu, at tað ljóðaði feitt, -men hvat syngir tú um? Síðani sang eg tað inn á donskum og soleiðis bleiv tað til ein dupultfløgu...".



Á tí fyrstu musikkvideoini, sum Dennis Agerblad hevur gjørt til hesa verkætlanina, hevur hann kombinerað niðurlagið úr donsku og føroysku versiónina av yrkingini "Flaggið". Dennis Agerblad arbeiðir í løtuni uppá 4 videoløg til Málhøvdfløguna, har "Flaggið" var tað, sum var fyrst liðugt. Tutl gevur fløguna út og Tunga musiK, sum plátufelagið hjá Dennis Agerblad eitur, gevur út download av tónleikinum.http://www.tungamusik.dk/


Á fløguni eru hesi løgini:

1. Vælkomin

2. Flaggið

3. Dun

4. Tað sama sum eg

5. Málhøvd

6. Tit sum duga at floyta

7. Hipp og hopp

8. Blómur

9. Lending

10. Ást

11. Góða morgun

12. Vón

http://www.dennisagerblad.dk/

www.facebook.com/dennisagerblad

www.youtube.com/dennisagerblad


flaggið hongur og veittrar í vindinum
hvat skuldi tað annars gjørt
ein slíkan dag sum í dag
tá trøini leggja seg sjálvboðin niður til jarðar
og bilarnir koyra á bláman
so førararnir kunnu kenna seg sum fiskar
og royna tann spennandi taran og algurnar
áðrenn teir aftur slepp sær upp á turt
og koma inn í stovun hjá mær
at verma seg framman fyri ovninum
sum eg havi kynt upp við øllum mínum bókum
um dreymar og dreymatýðingar
og borðinum har á eg skrivaði yrkingar um tað
sitandi á tí stólinum sum eg havi gloymt
til eg einaferð aftur vakni
og skal út at taka flaggið niður úr vindinum

Tóroddur Poulsen. Á síðu 7 í Morgunbókini

(KP)




Saturday, August 13, 2011

SUMMARLISTIN - Georgia o´Keffe

Summarið er farið at halla, so her kemur ársins síðsti táttur í røðini Summarlistin. Í dag fagna vit einari sjáldsamari amerikanskari listakvinnu, Georgiu o´Keeffe, sum livdi frá 1887 til 1986. Hon málaði blómumyndir, sum eru so mikið sansaligar, at tær næstan tykjast erotiskar, men sjálv helt listkvinnan lítið um, at myndir hennara vórðu yvirtulkaðar tann vegin. Hennara myndir eru ovurvakrar sum sublimar visiónir. Sjálvt um tær eru figurativar blómumyndir, eru tær so nógv meira enn tað, og sjálvandi er tað alt ov avmarkandi og platt bert at tulka tær út frá tilvildarligu myndevnisligu líkheitini millum blómuskap og kvinnukyn. Filmurin, sum vit seta inn niðast, kann viðmælast!










(KP)

Friday, August 12, 2011

Kvium

Í dag letur upp ein áhugaverd framsýning við verkum á pappíri hjá kenda danska listmanninum Michael Kvium. Kvium er ein av mastodontunum í danskari list, kendur fyri síni ógvisligu myndevni og elskaður fyri sín dugnaskap. Eg havi altíð havt eitt veikt punkt júst fyri hansara pappírsverkum, tí tey eru merkt av einum serligum ansi fyri tilfarinum og einari serstakari poesi, so eg gleði meg at síggja framsýningina.


Í fororðinum í tí danska og týska framsýningarkataloginum stendur:

”Ser vi det vi tror, eller tror vi det vi ser – eller er der noget helt tredje på spil? Ser vi i virkeligheden kun det, vi ønsker at se? Michael Kvium stiller spørgsmål til os mennesker: hvem er vi, hvad er vi, og hvordan er det vi behandler hinanden? Eksistentielle, evigtgyldige spørgsmål som han stiller i et klart og præcist formsprog. Han holder spejlet op foran os, om vi kan lide det eller ej. Kviums billeder kommer man ikke uden om.”


Inge Dybbro/Kastrupgårdsamlingen



(IS)




Listaframsýning við Bárður Dal Christiansen

Í Galerie Focus - Lambagerði 1 - Tórshavn
EXCERPTS FROM MY DIARY -


Fernisering fríggjadagin verður í Galerie Focus 12. august kl. 16 - 18, har Fróði Hansen og Bogi Á Borg koma framvið og spæla nøkur løg.

Opið leygardagin 13. august 16 - 18, týsdagin 16. og mikudagin 17. august kl. 15 - 18.

Bárður Dal Christiansen (f. 04-04-1985) er ein ungur havnamaður ið er staddur í Keypmannahavn. Við hansara svarta humor og sterku litum, hevur Bárður longu fingið viðurkenning og undirtøku.

Sum ein av stovnarunum av Scrub.Art, bleiv fyribrygdi “Street Art” varpa út í Føroyum. Scrub.Art er ein lítil listabólkur mannaður av Bárður Dal Christiansen og Ólavur S.T. Thorsteinsson. Aftaná eitt væleydna “live show” á G! Festivalinum 2007 bleiv Scrub.Art kent kring Føroya land. Við Scrub.Art hevur Bárður arbeitt við lýsingarátøkum, húsaprýðing, stuðulstiltøkum og mangt, mangt annað.

Bárður er ein sera virkin listamaður. Hann er ein av yngstu limunum hjá Føroysk Myndlistafólk og hevur verið við á fleiri framsýningum í Listaskálanum og Norðurlandahúsinum. Hansara verk eru ofta ofta grundaði á einum teksti ella í samsvar við heitinum. Við sterkum litum og skemtligum frásøgnum, roynir Bárður ofta at snarra tað vakra og reella til nakað svart og skemtiligt. Bárður er í løtuni staddur í keypmannahavn við damuni Fríðu, og dóttrini Juliu Rósu.

Thursday, August 11, 2011

Dimma avdúkar






Vóru vit perfidar og smáligar kundu vit fingið nógv forargilsi burtur úr týsdagsdimmuni, har tað verður avdúkað, at tað er Tróndur Patursson, sum hevur gjørt Nólsoyarpáll í Vágsbotni og at tað er Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt kvinnustandmyndina við Keypsamtøkuna í býnum. Tá høvdu vit helst eisini av handahógvi brokka okkum um raðfestingina av mentanartilfari í fjølmiðlunum og teirra almennu vitan sum heild og kanska kundi mann enntá gjørt sær beinleiðis dælt av hesum listarliga dimmubummara og háða vantandi forstáilsið fyri serfrøðingavitan í okkara samfelag. Men lukkutíð eru vit hvørki perfidar ella smáligar her á listablogginum, so vit lata okkum lynda við stillisliga at staðfesta, at Nólsoyarpáll sjálvandi er listaverk hjá Hans Paula Olsen og at Andrias Andreassen hevur gjørt kvinnustandmyndina. Her eru nakrir tekstir um teirra verk:

Hans Pauli Olsen (1957)



Hans Pauli Olsen er okkara størsti núlivandi myndahøggari, hann er gávaður við einum fantastiskum ansi fyri rúmi og formi. Her eru nakrar hugleiðingar um hansara verk.

Ein eygleiðing festir seg við viðurskiftini millum tað hvílandi, tað berandi og tað borna, sum eru grundleggjandi reglur í tí klassisku rúmfatanini, og eisini er tað grundleggjandi í verkunum hjá Hans Paula Olsen. Hóast Hans Pauli Olsen nýtir hesar klassisku viðtøkur, brýtur hann tær eisini. Knappliga er okkurt har, ið stingur út undan, okkurt sum stingur út í rúmið, okkurt har ov nógv verður gjørt av ella verður broytt. At upploysa bygnaðin á henda hátt er áhugavert, tí tað vísir, hvussu samansett okkara fatan av tí rúmliga veruleikanum er. Tá ið tær fysisku lógirnar ikki verða hildnar, soleiðis sum tað ofta sæst í verkunum hjá Hans Paula Olsen, haldi eg, at hann vísir okkum eitt slag av úrdrátti av okkara sjónligu upplivingum av veruleikanum. Sjónligar upplivingar, sum verða órógvaðar av, at vit flyta okkum, meðan vit hyggja, at vit hyggja úr ymsari frástøðu o.s.fr.

Eg havi eina aðra eygleiðing, ið viðger uttasta lagið á standmyndini. Hans Pauli Olsen arbeiðir sera spennandi við sínum yvirflatum. Ofta sæst modelleringin væl og fingramerkini hjá listamanninum koma sera væl til sjóndar, eins og vilja tey minna okkum á, at standmyndin er mannagjørd. Úrslitið verður sjálvandi, at alt eftir um yvirflatin er sløtt ella ruflut, so broytist ljósið eftir tí og haraftrat ber til hjá listamanninum at royna seg við ymsum tilfari við ymiskari taktilari góðsku, tilfar sum er ymiskt at nerta við. Ójavni yvirflatin tykist eisini at táma markið millum standmyndina og rúmið uttanum, og tað ger okkum óviss um, hvar standmyndin endar og hvar veruleikin byrjar.

Eg havi eisini lagt til merkis, at standmyndirnar hjá Hans Paula Olsen spæla sær við tann tveydimensjonala flatan. Um vit hyggja at summum standmyndum úr einum ávísum sjónarhorni, kunnu tær tykjast at vera ein heilur flati. Í nøkrum standmyndum hevur hann teknað við fingrinum í yvirflatan og bendir uppfatanina á henda hátt til ta tveydimensjonalu teknilistina. Og í øðrum standmyndum arbeiðir Hans Pauli Olsen við óítøkiligum hugtøkum sum skuggum og spegilsmyndum, sum á ein hátt eisini eru ein flati. Eg giti, at tá Hans Pauli Olsen ger tveydimensjonal fyribrigdi trídimensjonal, sum jú er júst tað øvugta av tí kubistisku meginregluni, er orsøkini helst, at listamaðurin vil vísa, at standmyndin er ein heilaspuni. Standmyndin sigst vera nærri veruleikanum enn myndin, men er í roynd og veru eins stórur heilaspuni, og tað vísir Hans Pauli Olsen okkum, tá hann kemur við sínum tilvísingum til flatan.



Andrias Andreassen (1957)



Myndhøggaralistin er ikki eins vanlig list sum málningalistin her á landi, og fleiri hava gitt um, hví so man vera. Vanligasta hugsanin er, at í einum landi við so vøkrum fjøllum torir listafólkið ikki at kappast við Guds skaparverk. Eg taki ikki fult undir við hesi hugsan, tí so áttu listamálararnir á sama hátt sum myndahøggararnir at víst eyðmýkt mótvegis náttúruni. Og ta eyðmýkt hava listamálararnir als ikki. Mín hugsan er meira grundað á tann veruleikan, at orsøkin heldur man vera, at tað at evna eina standmynd er ein tyngri, longri og dýrari arbeiðsgongd enn at mála. Tí eri eg ikki heilt vís í, at tað í veruleikanum eru so fáir myndhøggarar her í landinum, um vit samanbera okkum við onnur lond. Tað eru bara so nógvir listamálarar her í landinum. Áðrenn eg sigi tað vera ósatt, at myndhøggararnir vísa ein størri eyðmýkt mótvegis náttúruni enn listamálararnir, má eg beinanvegin siga, at myndhøggararnir ikki knýta seg so beinleiðis til náttúruna, sum listamálararnir gera. Í hvussu so er hevur Andrias Andreassen ongantíð landslagið sum motiv, ístaðin snúgva verk hansara seg nærum einans um menniskjað. Og ikki einans her brýtur hann frá sínum starvsfeløgum innan myndlistina.

Tí meðan listamálarar í hansara ættarliði nærum einans arbeiða við einum ekspressivum skapanarhátti, arbeiðir Andrias Andreassen við einum heldur strongum, klassiskum sniði.

Andrias Andreassen endurgevur tað fullkomna, klassiska, fyrimyndarliga menniskjað. Verkini eru figurar í hvílandi, nátúrligari støðu, ofta í tí klassiska kontraposto, har figururin hvílir á øðrum beininum og boyggir hitt beinið eitt sindur, so figururin fær eyðkenda hallið í mjødnini og økslini. Andlitini í standmyndunum vísa ongar kenslur, men heldur ein serligan, tignarligan frið. Sjálvt um standmyndirnar hjá Andriasi Andreassen sjálvandi eru nútíðar tulkingar av tí klassisku siðvenjuni, so lúka allar hansara standmyndir tey klassisku krøvini, um at alt skal vera anatomiskt rætt, og at harmoniur, javnvág og friður skal valda.

Tí er tað ein sjálvsagt at spyrja, hvat hesar klassisku meginreglur hava at bjóða okkum í dag. Og tað er rættiliga einfalt at svara. Tær klassisku meginreglurnar hava nøkulunda tað sama at bjóða okkum í dag, sum tær høvdu á døgum Platons. Tær bjóða okkum skilvísi í okkara tilveru, og tær bjóða okkum frið og harmoni í einum fløktum heimi. Tí sambært Platon gevur stev, samsvar, lutfall og harmoni okkum eina fatan av skilinum í heiminum. Vit kunnu ásanna skilvísið, tað sanna og tað góða og ikki at gloyma, vit kunnu fáa skil á okkara egnu hugsanum. Og tað man jú vera eins neyðugt og viðkomandi hjá nútíðar menniskjum, sum tað var fyri menniskju í gamla Grikkalandi.




(IS)

Wednesday, August 10, 2011

Fremmandgjørdir fáblar í fokus


Framsýningin hjá Silju Strøm í Galerie Focus læt aftur í gjár og má hvør tann, sum ikki sá hana, iðra seg øgiliga. Tí tað er ikki á hvørjum degi, høvið býðst at fylgja menningini hjá einari ungari listakvinnu, sum er so sjáldsama væl gávað og sum samstundis er so mikið intelligent sum Silja Strøm. Sjálvt um hon longu hevur funnið ein haldgóðan myndlistarligan formul, vágar hon sær á ótroddar leiðir, sum neyðugt er í eini menningargongd, har tú ert noydd til at tora at gera skeivt, skalt tú koma víðari. Í summum myndum kombinerar listakvinnan sítt figurativa myndamál við eitt meira abstrakt formelt myndamál av flatum og geometriskum ella øðrum mynstrum. Hendan sameining er ikki uttan trupulleikar og gevur eina óruddiligari heild og tað er gott, tí hon er dømi um framfýsni og møguleikar.

Vit kenna aftur forfínaða, feminina myndamálið í hennara mytologi- og ævintýrkendu myndum, í blýantstekningum og málningum við neyvt teknaðum figurum, sum eru partvíst avskeplaðir ella sum onkursvegna tykjast illa til passar, fremmandgjørdir í myndarúminum, har teir eru settir. Og teir tykjast veruliga settir inn í eitt umhvørvi eins og eitt slag av modernaðum, heldur ófrættakendum dukkulisum. Myndirnar eru detaljeraðar við ymisrættaðum signalum, sum vísa aftur í tíð, men sum samstundis tykjast modernað. Meðan umhvørvið er flatt, dekorativt og í støðum tivoliserað við fagurlittum ballónum og baðibóltum, eru figurarnir ofta meira introvertir og álvarsligir á at líta, eins og teir eru meira klassiskt teknaðir. Summir av djórafigurunum kundu stavað frá onkrari vakrari, gamlari uppslagsbók, meðan onkur av teimum menniskjalíku figurunum kundi havt sín uppruna í onkrum mótablaði.


Kollasjukendar myndir ganga eyðvitað í onkran mun út uppá endurnýtslu av tilfari, sum verður sett inn í ein nýtt høpi og sum á henda hátt skapar eina nýggja søgu. Myndirnar hjá Silju yðja av søgum, sum tó ikki lættliga lata seg upp. Áskoðarin fær kanska fatur á einum ferili av syrgiliga ella stuttliga huglagnum og psykologiska spenninginum, men eftirsum eingin kronologi er og eingin kend skipan av narrativa universinum er til staðar, verður útsøgnin sera sveimandi og tá ber til at fáa eina nýggja søgu burturúr hvørja ferð hugt verður eftir myndini.

Myndirnar eru eins og modernaðir fáblar uttan nakra endaliga niðurstøðu ella moral. Men onkursvegna tykjast teir androgynu figurarnir einsamallari og minni tilvitaðir enn djórini. Djórini sýnast sum heild meira ektað og heil enn tey menniskjalíku, sum eru deform og fremmandgjørd, men eisini nakin og viðbrekin. Kenslan av verfremdung er yvirhøvur rættiliga dominerandi, tá tú hyggur at myndunum hjá Silju Strøm, eisini í máliháttinum, sum í støðum insisterar uppá tað ljóta og brongluta. Havandi í huga, at verfremdungshugtakið upprunaliga stavar frá Bertholt Brecht og hansara anti-aristotelesku leiklist, so eru vit kanska á beinari leið - í øllum førum tykjast myndirnar hjá Silju Strøm rættiliga teatralskar. Leiklistarliga ætlan Brechts gekk í stóran mun út uppá at gera áskoðaran tilvitaðan. Í staðin fyri kritikkleyst at verða drigin inn í eina undirhaldandi, mimetiska hendingagongd, skuldi áskoðarin aktiverast av listini til sjálvur at taka støðu.

Hóast Silja Strøm als ikki er samfelagsatfinnandi í síni list sum Bertholt Brecht, fylgir hon við í tí, sum fyriferst í samfelagnum. T.d. stavar myndakeldan til fantastiska motivið av manninum við plastfløskum á høvdinum frá myndum í The Guardian av mótmælisfólkum í Cairo, ið vilja hava Hosni Mubarak frá og sum sjálvi hava gjørt sær hjálmar úr allahanda tilfari til verju móti at verða steinaði og sligin. Fotomyndirnar bera fram ein merkiliga lívsjáttandi boðskap um herligasta kreativitet mitt í harðskapi og kaos, sum Silja Strøm dugir at brúka á sjálvstøðugan  hátt í sínum myndum.








Eg skilti á Marionnu Norðoy í Galerie Focus, at framsýningin hjá Silju Strøm er partur av einum framsýningarátakið við ungari list í fokus, har trý listafólk skulu sýna fram í gallarínum í Lambagerði 1. Verkætlanin er sera spennandi, men eg haldi allíkavæl, at framsýningarnar vara heldur stutt. Silja Strøm hevði framsýning frá 5.-9.august. Bárður Dal-Christiansen sýnir fram frá 12.-16.august og Bárður Oskarsson hevur framsýning frá 19.-23.august. http://www.galeriefocus.com/













(KP)

Tuesday, August 9, 2011

Síðsti kjansur at síggja framsýningina hjá Silju Strøm



Framsýningin hjá Silju Strøm í Galerie Fous letur aftur í dag og má hvør tann, sum ikki hevur sæð, iðra seg um tað ella taka sjeymílastivlarnar á nakkan og renna yvir í Galerie Focus í Lambagerði 1. Framsýningin letur aftur klokkan seks í dag. Framsýningin verður ummæld her á blogginum seinni.

(KP)

Síðsti dagur hjá Elin í Lítluvík


Hesin yðjandi málningurin hongur á framsýningini hjá Elin Josefinu Smith í Smiðjuni í Lítluvík. Í dag er seinasta høvið at uppliva framsýningina, sum vit skrivaðu um fyrradagin:
 http://listinblog.blogspot.com/2011/08/kenslubornar-myndir-i-smijuni.html Afturvið myndunum í Lítluvík spæla Kaj Klein og Henrik Jespersen. Teir verða eisini at hoyra á Glade Hjørn í Tutl hósdagin.










(KP)

Monday, August 8, 2011

Bræddur firvaldur


Har eru fleiri spennandi bøkur á útgávuskránni hjá Mentunargrunni Studentafelagsins í heyst. Umleið fyrsta september kemur nýggja skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen, sum mong munu gleða seg at lesa. Eisini kemur nýggj krimi hjá Jógvani Isaksen í røðini um Hannis Martinsson, umframt yrkingasavnið "BRÆDDUR FIRVALDUR" við undirheitinum "51 ljóð til tøgnina", sum Tóroddur Poulsen hevur skrivað.

Sambært heimasíðuni http://www.ms.fo/ víkir nýggja savnið rættiliga fitt frá meginpartinum av undanfarnu skrivingini hjá høvundanum; "Sjálvandi eru yrkingarnar persónligar, men á ein meiri almennan og stiliseraðan hátt. Lykilin er helst undirtittulin, sum boðar frá, at tekstirnir snúgva seg um tómleikan millum orðini, um hesi millumrúm, sum orðaleys bera alt innihaldið. Men her eru eisini yrkingar við paradoksalum orðingum og við niðurstøðuni, at tú sleppur ongantíð burtur úr tínum uppvøkstri,"

Við yrkjarans loyvi endurgeva vit eitt av teimum 51 tagnarljóðunum her:

fyrst
eitt blunk
síðani
siga okkurt
sum um
eina løtu
stendur
á pappírinum
um vónina
sædda
frá kavaflykruni
beint áðrenn
hon lendir

S.10 í Bræddur firvaldur hjá Tóroddi Poulsen



 
(KP)

Sunday, August 7, 2011

Barbara í Gongini - avantgarde í DR K

Í eini sending um avantgarde og móta verður samrøða við Barbaru í Gongini í kvøld á DR K:

Modeugen NU: Er moden blevet avantgarde?

07. august 2011 kl. 21:00 på DR K Modeugen er slut og vi kigger tilbage på dette års store tendens – nemlig avantgarde. Der er i år langt flere avantgardistiske styles på catwalken sammelignet med tidligere år. Modeugen NU følger et af dansk modes helt store avantgarde-talenter (og en modeuge-debutant) Dennis Lyngsøe under hans show på Rådhuset og snakker med ham om tankerne bag årets kollektion, og hvorfor Danmark – ifølge ham – trænger til mere avantgarde og mindre mainstream. Danske kvinder mangler stadig lidt mod. Men hvad skal vi almindelige dødelige shoppere bruge avantgarde-moden til? Kan man gå på arbejde iført kunst eller skal vi blot lad os inspirere. Den etablerede avantgardistiske designer Barbara í Gongini laver både show-tøj og stang-tøj og hun demonstrerer i sit showroom, hvordan man kan bibeholde noget af avantgardens grænseoverskridende energi i en basic tøj-linje, der kan sælges til den (mere) almindelige forbruger. Barbara í Gongini mener stadig at danske kvinder mangler lidt mod i forhold til at ville købe avantgarde. Hvorfor er avantgarde lige nu? Mød også modeksperten Chris Pedersen og trendforsker Maria McKinney-Valentin, som giver deres bud på, hvorfor avantgarden appellerer lige nu.

Silja í fokus!


Silja Strøm sýnir fram í Havn í hesum døgum í Galerie Focus, sum er í kjallaranum hjá Marionnu Norðoy í Lambagerði 1. Eg havi ikki sæð framsýningina, men eftir fotomyndum at døma, heldur hon tí høga støði, sum næstan av sær sjálvum tykist fylgja Silju Strøm og tí hon ger. Spell, at strukturtapet er á vegginum og at ljósið ikki er betri í framsýningarhølinum, men  hetta meti eg bert út frá fotomyndunum frá framsýningini. Onkur av framsýningargestunum helt, at ljósið er gott. Meir um hetta, tá eg havi sæð framsýningina. Fyribils eru her myndir, sum Jan Andersson tók á ferniseringini fyri Listabloggin og tøkk fái hann fyri tað.




















(KP)