Wednesday, October 30, 2013

Norðurlandaheiðurslønardagur


Í dag er norðurlendskur heiðurslønardagur og vit eru øll so spent at vita hvør fer at vinna. Kim Simonsen tók samanum tey nomineraðu í gjár og í kvøld fara vit at fylgja við í sjónvarpinum. Sjálvandi hevði tað verið fantastiskt at vunnið, men eg giti, at øll listafólkini eru fegin um at vera nominerað, tí tað er ein heiður í sær sjálvum. Vit ynskja teimum øllum góða eydnu og eitt herligt gallakvøld.

Eivør er ein av teimum innstillaðu, og í gjár kom ein nýggj video av sanginum Far away. Hann er á fløguni "room", sum varð ummæld her á blogginum:

http://listinblog.blogspot.com/2012/08/eitt-monument-yvir-tilverunnar-sorg-og.html







(KP)