Tuesday, October 1, 2013

Fáið listarliga sólviðgerð í Steinprenti


Hendan fína hondkoloreraða blóman vaksur úr steini niðri í Steinprenti á Skálatrøð, har hon er partur av einari gulari framsýning, sum undirritaða hevur kuraterað. Og er mann við at fáa eitt akutt herðindi av sólmangul, er einasta rætta viðgerð at fáa í Steinprenti, har gulu prentini lýsa upp høli og sál. Fríða Matras Brekku eigur blómumyndina. 




(KP)