Saturday, October 5, 2013

Trygg føroysk listaverk



Síðsta leygardag var eg til starvsfólkadag hjá Tryggingarfelagi Føroya í Norðurlandahúsinum. Eg greiddi frá nøkrum av verkunum hjá Tryggingini og hvussu umráðandi tað er, at samtakið investerar í myndlist. TF eigur fleiri høvuðsverk í føroyskari listasøgu og hetta hevur við sær nógvar fyrimunir, ikki minst tá hugsað verður um, at tryggingin er eitt sínamillumfelag. Fyri listafólkini og føroyska samfelagið er tað týdningarmikið, at stovnar sum Tryggingin keypa list og tryggja at høvuðsverk verða verandi í landinum, og hetta hevur alt uppá longri sikt positiv ringárin fyri landið. Altjóða kanningar hava eitt nú staðfest hvussu týdningarmikil list er fyri eitt samfelag, t.d. verður víst á, at beinleiðis samband er millum góð vinnulig úrslit í Finnlandi og so teirra satsing uppá list og design. Eisini verður mett, at list beinleiðis kann ávirka umhvørvið í mun til t.d. trivnað. Listin er inspiratiónskelda til nýggjar vinklar, perspektiv, innlit og hugskot. Listaupplivingar kunnu broyta okkara máta at eygleiða og meta, hon kann gera okkum øðrvísi klók og á tann hátt kann listin vera umráðandi í mun til innovatión á arbeiðsplássinum. 

Við listabólkinum hjá TF í atelierinum hjá Torbirni Olsen. Eiler Fagraklett er við í bólkinum, hann tók myndirnar.



TF eigur t.d. nógvar ómetaliga góðar myndir hjá Tummasi Arge

Fyrr í tíðini plagdu bæði Tryggingin og bankarnir at vera fastir fúsar á listaframsýningum og tí hava hesir stovnar bygt upp týdningarmikil søvn. Tað er gleðiligt, at TF hevur tikið upp aftur tráðin við einum áhugaðum listabólki (
Barbara á Tjaldrafløtti, Páll Oddur Rubeksen, Dorrit Olsen og Eiler Fagraklett), sum vitjar framsýningar, leitar sær ráðgeving og hevur eyguni opin fyri góðari list. Nýggjasta verkið hevur Torbjørn Olsen nýliga gjørt. 


Tað ímyndar eina nakna, unga gentu, ið situr á einari song og hyggur upp móti ljósinum. Impressionistiska menniskjalýsingin er framúrskarandi vøkur. Men hendan myndin snýr seg líka nógv um rúmið sum er kring kvinnufigurin. Tað er meistaraliga bygt upp koloristiskt sum ein ekspressiv lýsing av byrjan. Um vit hyggja at beinunum á gentuni síggja vit, at tey  ikki eru liðugt málað. Málarin hevur lagt dent á, at hon vaksur burtur úr málingini og á henda hátt aktiverast vit áskoðarar til at hugsa sjálvi og gera myndina lidna í huganum. Spildurnýggja myndin varð presenterað fyri starvsfólkunum í Norðurlandahúsinum og eftir eldhugaðu reaktiónini at døma, eru tey fegin um nýggja verkið. Ei undur í tí!  






(KP)