Wednesday, February 13, 2013

Torbjørn Olsen - Listaframsýning í Glyvrar Kirkju




Jóin Sigurðsson:
Sunnukvøldið 10.februar var eg til framsýning í Glyvrar Kirkju. Tað ljóðar ivaleyst løgið, at hava listaframsýning í eini kirkju. Men fyri eini tíð síðan kom eitt hugskot til kirkjuna, um at fáa nakað av list og hava tað eina rúmið til eitt lítið framsýningshøli og er tað eitt eykað tilboð frá kirkjuni. Settur var listabólkur við 4 fólkum, at taka sær av hesum. Tey eru Jonni Dahl Hansen, Daniel Petur Højgård, Meinhard Bjartalíð prestur og Oggi Lamhauge listarmaður. Hann er eisini kendur sum ein sera fryntiligur maður í Listaskálanum í Havn. 
Á framsýningini vísti Torbjørn Olsen okkum seks steinprent, sum hann hevur gjørt í Steinprenti á Skálatrøð. Tey vóru úr líðingarsøgu Jesusar og júst tí er tað jú upplagt, at hava hesa framsýning júst í kirkjuni. Síðan fóru vit inn í kirkjurúmið, har presturin Meinhard Bjartalíð bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð um tiltakið. Tað hava verið 12 aðrar framsýningar frammanundan við ymiskum evnum og listarfólkum, og fólk hava verið fegin um hesi tiltøk.
Nú reistust Torbjørn og Oggi, og greiddu í samrøðuformi frá um nøkur av listaverkunum hjá Torbirni við atliti at altartalvunum, sum hann hevur málað. Komi var eisini inn á teir kendu og gomlu listaverkini suðuri í Europa. Sjálvur veit eg ikki um rætt er at kalla hetta religiøsa list; men soleiðis verður sagt. Tað hevur verið heitt á Torbjørn, serlig úr Danmark at myndprýða fleiri kirkjur har niðri, tí mett verður at hann er sera dugnaligur listamaður á hesum øki.
Vit her í Føroyum kenna hann best frá altartalvuni í Haldórsvíkar kirkju. Hetta er ein parafrasa yvir Heilagu kvøldmáltíðina eftir Leonardo Da Vinci. Tað man hava ávirkað fólk, tá hon bleiv sett inn í Víkar kirkju fyrstu ferð, tey sóu hana, men nú sýnist altartalvan fallin til á ein hátt, at tú næstan ikki fært ímyndað tær kirkjurúmið uttan listaverkið. Tað eru heilt fáar 8 hyrntar kirkjur í ríkinum. Vit hava so eina og nógv fólk, eisini uttan úr heimi, vitja hesa perluna norðuri í Haldórsvík, fyri at skoða listarverkið.
Aftaná greiddi Niels Midjord stutt frá um danska sálmaskaldið Thomas Kingo, og sang nøkur Kingoløg við ymiskum útsetingum. At Niels dugir væl at syngja, vita tey flestu, men at hann er so dugnaligur við gittaranum, havi eg ikki tonkt yvir fyrr. Hann nýtti gittaran til undirspæl til okkurt av løgunum

Sjálvur kenni eg lítið til steinprent og havi tí ikki havt tann stóra áhugan. Tá nú fleiri av okkara frægastu listafólk eru byrjað at fáast við hetta tøknið, mátti eg fara til framsýning at hyggja. Ert tú ikki opin, far tú heldur ikki gleðina! Má siga, at eg eri fegin um, at eg var við. Aftaná hugdu vit enn einafer at listaverkunum meðan vit drukku kaffi og køkur afturvið.
Steinprent verður prentað í løgum, við einum liti í senn. Hetta krevur sítt og tað kann koma fyri at listafólkið velur onkran lit frá og til tá. Her kundu vit meta um myndina av Ivandi Tummas, sum var í tveimum útgávum og munurin var púra eyðsýndur. Tann eina myndin tóktist meira strammað upp og litirnir vóru greiðari. Tað er ikki bara bara. Listamaðurin kennir halgubók. Persónarnir standa livandi har, tó vit ikki vita, hvussu tey verunliga sóu út. Eg helt meg ikki til at spyrja, so tað var gott, at ein av gestunum vildi hava persónarnar uppá pláss og spurdi. Hann kendi eisini sína bíbliu. Eg lurtaði væl - og tá sá eg; sjálvandi! Takk eisini fyri hesa eyka løtuna!



Tekstur : Jóin Sigurðsson
Myndir : Martin Rasmussen, Jóin Sigurðsson og Steinprent